skapti røðina, sum varð send fyrstu ferð frá 1978 til 1982. Handritini eru mett at hava eitt samlað virði á upp ímóti 100.000 donskum krónum. Ein partur av danska mentanararvinum Peter Broe, sum er serfrøðingur [...] part av sjónvarpsrøðini, sum langt síðan er vorðin partur av danska mentanararvinum. Kjólar og lokalblað úr Korsbæk Millum búnarnar á uppboðnum eru gráu klæðini hjá Gitte Graa, sum Susse Wold var í, og blómuti [...] fyri Matador framvegis er stórur, hóast røðin skjótt er 50 ára gomul. Bæði royndir savnarar og fólk, sum bjóða á uppboði á fyrsta sinni, vísa lutunum áhuga. – Matador hevur fingið eitt heilt serligt pláss
bygningar, sum á Føroyakort eru skrásettir sum býli. Við 17 fastbúgvandi svarar tað til 2,2 býli fyri hvønn íbúgva. Tað merkir tó ikki, at 21 hús ella fleiri standa tóm. Fleiri hús kunnu verða nýtt sum summarhús [...] fyri at arbeiða víðari við ætlanini. Áhugakanningin fevnir bæði um fólk, sum vilja byggja sethús og seta búgv í Hesti, og fólk, sum vilja byggja frítíðarhús. Freistin at boða kommununi frá áhuga er 17. september [...] ein uppteljing hjá in.fo á almenna kortinum hjá Føroyakort, at 38 bygningar í bygdini eru skrásettir sum býli. Tað svarar til meira enn tvey býli fyri hvønn fastbúgvandi í Hesti. Kortini kann Tórshavnar kommuna
diplomatisku sambondini við Estland, Lettland og Litava, sum høvdu loyst seg frá Sovjetsamveldinum. Danmark var sostatt millum fyrstu londini í heiminum, sum tóku upp aftur diplomatisku sambondini við tey trý [...] hevur lært fólkið har, at frælsi ikki er nakað, sum kann takast fyri givið. Frá Sovjetsamveldinum til ES og NATO Løkke vísir eisini á stóru broytingarnar, sum baltisku londini hava verið ígjøgnum síðani [...] kapir og limir í bæði ES og NATO. Nú er tað Ukraina, sum stendur mitt í stríðnum, sigur danski uttanríkisráðharrin. – Nú eru tað ukrainararnir, sum stríðast. Okkara felags stríð, skrivar Lars Løkke Rasmussen
reka ferðaskrivstovur, og sjálvstøðug vinnurekandi kunnu arbeiða sum ferðaleiðarar. Reuters lýsir hetta sum stórar broytingar í eini vinnu, sum higartil hevur verið nærum fullkomiliga stýrd av kubanska statinum [...] nýggjar reglur, sum skulu draga fleiri útlendskar íløgur, meira handil og fleiri ferðafólk til karibisku oynna. Tað skrivar Reuters. Talan er um 34 síður við nýggjum reglum og lógarbroytingum, sum millum annað [...] Eisini verða reglurnar fyri bankakontur uttanlands linkaðar. Felagsfyritøkur og kubanskir íleggjarar, sum reka uttanlandshandil, hava higartil skulað fingið góðkenning frá stjórnini fyri at stovna konto í
betri sjálvur at greiða frá enn aftur at lesa metingar hjá øðrum, sum í fleiri førum byggja á ósannindi, ið við tíðini eru vorðin góðtikin sum sannleikar. Endamálið er, sigur hann, at siga sannleikan um Dianu [...] sæð við eygunum hjá beiggja hennara – á sama hátt sum hann royndi at gera, tá hann helt minningarrøðuna við jarðarferð hennara í 1997. Vóru nær knýtt sum børn Í bókini greiðir Charles Spencer millum annað [...] eisini, hvussu hann sá systur sína brúka støðu sína til at varpa ljós á fólk, sum annars ofta vórðu gloymd, samstundis sum hon sjálv livdi undir einum støðugt vaksandi trýsti frá miðlunum. Diana doyði
leggja eina súkklubreyt so nær einari almennari rás, sum verður brúkt av gongufólki og fólki, sum nýta og arbeiða við rossum? Tað er ein spurningur, sum eigur at verða tikin í álvara. Ikki tí at rossafólk [...] samstundis sum endaligu loyvini eftir tí, sum eg skilji, ikki vóru komin upp á pláss? Og hví varð Føroya Ríðingarfelag ikki tikið við á sama hátt? Kunnu tit svara upp á tað? Ella er tað bara eg, sum ikki skilji [...] at vit finna eina góða loysn fyri Vesturvarða. Og sum ein, ið hevur røtur í Havn og kennir hetta økið sum heim, vóni eg veruliga, at vit, at tit sum eru fólkavald kunnu gera tað saman. Ikki við at sløkkja
Verkið er í tíggju satsum, har vatn sum hugtak hevur ein grundleggjandi leiklut. Within the Salty Air snýr seg um eina vaksandi órógv yvir dálking, sum goymir seg í tí sum umgevur okkum og kemur inn í okkara
Tað var vaktarmaðurin á einum gistingarhúsi í Havn, sum í nátt bað løgregluna hjálpa sær at vekja ein fullan mann, sum lá og svav í forhøllini á gistingarhúsinum. Tað vísti seg at vera talan um ein gest [...] Havn, sum aktingarmaðurin fekk boð um at taka sær av. Og í Klaksvík varð ein bilførari tikin rúsdrekkakoyring klokkan fýra í morgun. Og klokkan hálvgum fimm í morgun kom løgreglan fram á ein mann, sum stóð [...] seks tímar eftir eitt óhapp. Gjár ferðsluóhapp 5 um morgunin, soloóhapp, ein rent á eitt hús. tann sum koyrdi bilin hevði ikki fráboðað, skaða á bil og hús. 6 tímars regla for seint, fráboðað beint áðrenn
liðugur, hevur Víkingur 42 stig, og tað eru bara tvey stig fram til B71, sum er oddalið, og sjey stig eru aftur til FC Suðuroy, sum er á triðja plássi. Um tvær vikur verður toppuppgerð, tá ið B71 fær vitjan [...] fyrra hálvleiki var tað 18 ára gamli Fríði Gertsson Jarnskor, sum legði Víking á odda, og Fríði var aftur upp á spæl, tá ið hann í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti 4-1 sigurin. Hann hevur skorað [...] Pauli Jarnskor, sum átta minuttir undan leikloki fyri fyrstu ferð var málskjútti í 1. deild, tá ið hann økti um munin til 3-0. Sjey minuttir eftir steðgin var tað Markus Klein Danielsen, sum við brotssparki
lýsir humaniteru støðuna í Gazageiranum sum »ræðuliga«. – Tað, sum fer fram, er heilt einfalt ræðuligt. Fólk søgdu mær frá heilivági, sum varð steðgaður, og børnum, sum doyðu, meðan tey bíðaðu eftir lívsneyðugari [...] Tað er óvanligt, at ein høgtstandandi amerikanskur embætismaður brúkar so hvøss orð um Bretland, sum er ein av tættastu sameindu USA. Ísraelska uttanríkisráðið hevur eisini svarað upptøkuni. Ráðið skuldsetir [...] eftir Hamas-álopið á Ísrael 7. oktober 2023, tá fleiri enn 1.200 fólk vórðu dripin og umleið 250 tikin sum gíslar. Ísrael fór síðani undir eina stórfingna hernaðaratsókn í Gazageiranum. Fleiri enn 73.000 palestinar