góðar 3,6 milliardir krónur. Tað var 6,5 prosent meira enn í 2024. Rakstrarútreiðslurnar vuksu samstundis 4,4 prosent og komu upp á 2,784 milliardir krónur. Tølini kunnu benda á, at kommunurnar hava verið varnar [...] roknað við einum halli á 179,7 milliónir krónur. Tað er 139,3 milliónir meira enn staðfesta hallið í 2025. Spurningurin er tí, um úrslitið aftur fer at gerast munandi betri enn fíggjarætlanirnar geva [...] milliónir. Úrslitið var sostatt 129,5 milliónir krónur betri enn mett. Tað hendi, hóast kommunurnar brúktu meira enn ætlað til bæði rakstur og íløgur. Bert rentuútreiðslurnar vóru lægri enn mett. Tær vóru um
fleiri enn túsund nýggir persónbilar higartil í ár, og tað er ein greið framgongd samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Samlaða gongdin bendir sostatt á, at eftirspurningurin eftir nýggjum akførum framvegis [...] Serliga sæst framgongd í skrásetingini av lastbilum, lendisakførum, viðfestisvognum og motorsúkklum, meðan færri bussar og leiguvognar eru skrásettir enn somu tíð í fjør. Samanlagt er talan um eitt sera virkið [...] Nýggjasta uppgerðin frá Akstovuni vísir, at vøksturin á føroyska akfarsmarknaðinum heldur fram. Persónbilarnir draga framvegis størsta partin av vøkstrinum, men eisini fleiri aðrir akfarsbólkar hava havt
samstarvspartar og nýggjar marknaðir osfr. Vit gleða okkum sera nógv til at fylgja Leu í hesum sambandi", sigur Larsen, sum sjálvur fer at vera til staðar undir festivalinum fyri at arbeiða við at knýta sambond [...] í Slesvig, og har var ein áhoyraraskari, sum vísti tónleikinum hjá mær nógv uppmerksemi og keypti nógv. So eg gleði meg og vóni at koma nógv oftari til Týsklands og til Evropa yvirhøvur at spæla." Reeperbahn [...] Tíðindaskriv: Nú er staðfest, at føroyska tónlistakvinnan Lea Kampmann fer til ársins Reeperbahn Festival í Hamborg – ein festivalur, sum er kendur fyri at vera ein av størstu og týdningarmestu pallunum, har
Fjarskiftiseftirlitið fer nærri at kunna um, nær og hvar venjingarnar verða hildnar í Føroyum, og hvussu tilmeldingin fer fram. Fyriskiparar: Í Danmark er tað Styrelsen for Samfundssikkerhed og Beredskab, Løgreglan [...] Tíðindaskriv: Venjingin gevur føroyskum virkjum og stovnum eitt ítøkiligt og ókeypis høvi at royna, hvussu væl tey eru fyrireikað til at handfara eitt netálop, áðrenn tað veruliga rakar. Føroyar eru í ár fyri fyrstu [...] venjing er talan um? Venjingin er verklig og ítøkilig. Luttakararnir fáa høvi at uppliva, hvussu tað kennist at standa mitt í einum netálopi, frá fyrstu teknum um, at óviðkomandi hava fingið atgongd til s
ð sigur, at endamálið er at styrkja transatlantisku bondini og verja talu- og pressufrælsið. Sambært ætlanini skulu tríggjar milliónir dollarar brúkast til verkætlanir, sum kanna og lýsa tað, sum stjórnin [...] lagdur á konservativ virði og felagsskapir, sum arbeiða við talu- og trúarfrælsi, innflyting og tjóðarræði. Hetta ger ætlanina til eitt mál, sum kann fáa bæði miðlapolitiskan og uttanríkispolitiskan týdning [...] umleið 26 milliónir danskar krónur – skulu latast miðlum og journalistiskum verkætlanum við konservativum og høgravendum sjónarmiðum í Evropa. Tað upplýsa fýra keldur við kunnleika til málið fyri Reuters
veitara. Felagið sigur, at umleggingin í Skotlandi heldur fram. Fiskurin í sjónum verður stigvíst skiftur út við stór smolt frá egnari framleiðslu, og Bakkafrost væntar, at hetta fer at geva betri fiskaheilsu [...] stórar goymslur av fiskamjøli og lýsi. Sambært felagnum væntast goymslurnar at røkka fram til annan ársfjórðing í 2027. Stjórin Regin Jacobsen hevur samstundis ávarað um, at prísirnir á ávísum fóður-rávørum [...] fiskaheilsu, størri vøkstur og lægri lívfrøðiligan váða frá 2027. Samstundis hevur Bakkafrost hækkað metingina fyri fóðurframleiðsluna í ár. Felagið væntar nú at framleiða umleið 175.000 tons av fóðri í 2026,
fingið uppgávuna at gera jørð- og betongarbeiðið í sambandi við nýggju oljugoymsluna hjá Effo í Søldarfirði. Tað skrivar felagið á Facebookvanga sínum. Nýggja oljugoymslan fer tilsamans at rúma 20.000 rúmmetrar [...] diesel, bensini og flogbrennievni. Arbeiðið hjá ArtiCon fevnir millum annað um tríggjar tangagarðar við tilsamans sjey tangafundamentum. Harumframt skal byggjast eitt ventilhús og ein rampa til at fylla olju [...] olju á tangabilar. Jørðarbeiðið er longu farið í gongd og gongur sambært ArtiCon væl. Roknað verður við, at fyrsti parturin verður liðugur í seinnu hálvu av september. Síðan verður farið undir betongarbeiðið
Vestur og fýra stig aftur til B68, og tað er eitt stig fram til Skála ÍF og trý stig fram til AB. KÍ fer leygarkvøldið at spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti Víkingi. Næsti dystur hjá KÍ í [...] legði KÍ á odda. Tað var eftir fríspark og fínt uppspæl, og tað var Oussama Ali, sum átti næstsíðsta fótin á. Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru tað fleiri spentar støður frammanfyri KÍ málið, og eitt nú hevði [...] spenti álopsbogan, og í eina løtu vóru tað fleiri spentar støður í KÍ brotsteiginum. Eitt nú hevði Gutti Dahl-Olsen góðan møguleika at minka um munin, men tað eydnaðist ikki. Og so var tað fimm minuttir undan
møguligt hjá áleyparunum at arbeiða meira skipað. Tí kann tað nú loysa seg hjá teimum at leypa á smærri fyritøkur, og í Føroyum og Grønlandi eru sera nógvar smáar fyritøkur, sigur hann við Ritzau. Tilbúg [...] triðju ferð, at hon verður hildin í Danmark, og í ár verður hon á fyrsta sinni víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Sjálv venjingin fer fram við fysiskari luttøku og varir í tríggjar tímar. Men tað eru ikki [...] ikki, at føroyskar og grønlendskar fyritøkur eru meira útsettar fyri netálopum enn aðrar fyritøkur. Smærri fyritøkur eru tó vorðnar meira útsettar seinastu árini. – Tað kemst av vitlíki, sum ger tað møguligt
Erasmus+. Skrivstovan skal fyrisita skiftislestur og skiftisstørv hjá bæði føroyskum og útlendskum lesandi og starvsfólkum. – Tað er avgerandi, at ársverkini á Altjóða skrivstovuni verða samsvarandi arbeiðsbyrðuni [...] ikki til at siga, hvussu nógv ein føroyskur Erasmus+-limaskapur fer at kosta. Sambært landsstýrismanninum verður fulli kostnaðurin ikki kendur, fyrr enn formligu samráðingarnar eru lidnar. Tað verður væntandi [...] arbeiða við at tryggja, at mannagongdirnar fyri lesandi og starvsfólk, sum koma til Føroya ella fara av landinum, lúka evropeisku krøvini. Setrið skal eisini taka støðu til, hvørji fak og útbúgvingarøki