og Karibia í eini felags fráboðan mánadagin. – Tá álitið verður brotið við sviki, og ein persónur setir seg sjálvan oman fyri felagsskapin, sum hevur litið honum myndugleika upp í hendur, hevur hann svikið [...] Gianni Infantino, forseti í FIFA, hevur svikið álitið við sviki í málinum um ætlanina at selja privatum íleggjarum part av kappingunum hjá FIFA. Tað siga evropeiska UEFA, asiatiska AFC og Concacaf fyri [...] forsetarnir í teimum trimum fótbóltssambondunum. Í juli løgdu FIFA og Infantino fram ætlanina um eitt nýtt handilsligt felag, Fifa Forward Enterprise, FFE. Ætlanin var at selja privatum íleggjarum part í kappingunum
pensjónssamansparingina í íløgur, og avkastið higartil í ár hevur verið gott. Sum dømi kann nevnast, at pensjónir, ið bankin umsitur við 80% í partabrøvum, higartil í ár hava fingið 8,80% í avkasti, eftir at [...] eru sum heild fegin um gongdina hetta fyrra hálvárið , sum millum annað hevur verið merkt av øktum kundavirksemi í bæði Føroyum og í Grønlandi, góðum avkasti á eginognini og eisini góðum úrslitum hjá dó [...] hækkað í fyrra hálvári. Hetta vísir, at kundavirksemið er vorðið størri og heldur fram at vaksa. Ein liður í vaksandi virkisvavinum er økt íløguvirksemi. Alsamt fleiri kundar seta pensjónina í íløgurøkt
hjá monnum vann HM-bronsu í 2025, og KÍ gjørdist í 2023 fyrsta føroyska fótbóltsfelagið í einum evropeiskum bólkaspæli. Føroysk ítróttafólk hava eisini vunnið stór úrslit í HM, EM, OL og Paralympisku [...] úrslitini. Men føroyska úrvalsskipanin hevur eisini veikleikar. Fyrisitingarliga orkan í fleiri sersambondum er avmarkað, og heimliga venjingar- og kappingarumhvørvið er í fleiri ítróttagreinum ov lítið til [...] úrvalsítróttin. Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í nýggju frágreiðingini Elite Sport in the Faroe Islands , sum Idrættens Analyseinstitut, IDAN, hevur gjørt fyri Ítróttasamband Føroya. Greiningin kemur
av eldraøkinum. Løgtingsmaðurin spyr, um landsstýrismaðurin hevur mett um møguleikarnar fyri at seta eina kommunala útjavningarskipan í verk í Føroyum, og hvørjir fyrimunir og vansar eru við einari slíkari [...] Hann vísir á, at borgarar í kommunum við veikum inntøkugrundarlagi í summum førum noyðast at bera eina størri fíggjarliga byrðu fyri at tryggja somu vælferðartænastur sum borgarar í øðrum kommunum. Verður [...] samstarv og kommunala bygnaðin sum heild. Føroyar eru einasta landið í Norðurlondum, sum ikki hevur eina kommunala útjavningarskipan, verður sagt í viðmerkingunum til fyrispurningin.
undanfarnu kanning í 2022. Samlaðu íløgurnar í gransking, menning og nýskapan vóru 748 milliónir krónur í 2024. Tað eru 147 milliónir krónur minni enn í 2022. Afturgongdin sæst aftur í gransking og menning [...] hagtøl fyri nýskapan, sum Hagstova Føroya hevur ment og kunngjørt í dag. Hetta er aðru ferð, at hagtøl um nýskapan í Føroyum verða uppgjørd. Hagtølini eru ment í samstarvi við Granskingarráðið og eru gjørd [...] fremur nýskapan í einum av sjey økjum. Tað kann vera nýskapan av vøru, tænastu, arbeiðsgongdum, fremja ella keypa gransking og menning, menna eina nýskapan lidna sum tó ikki er tikin í brúk ella komin
skrivaðu í mai í fjør undir eina felagsyvirlýsing um, at føroyskir myndugleikar skulu yvirtaka loftferðsluøkið í stigum. Málsøkið hevur higartil verið umsitið úr Danmark, hóast arbeitt hevur verið við [...] taka stig til yvirtøkuna og áseta, nær hon skal fara fram. Signe Munk vísir í svarinum á, at Føroyar og Danmark hava valt eina stigvísa skipan. Ein slík loysn ger tað møguligt at byggja neyðugar førleikar [...] grønlendsku myndugleikarnir ynskja tað. Tað staðfestir danska bý-, landa- og flutningsráðfrúan, Signe Munk, í einum svari til Grønlandsnevndina hjá Fólkatinginum. Hon vísir samstundis á Føroyar sum dømi um, hvussu
fíggjarlig tap Fleiri føroyingar hava trýst á leinkini og latið persónligar upplýsingar í góðari trúgv, og í summum førum hevur hetta havt fíggjarlig tap við sær. Enn er eingin samlað uppgerð yvir talið á málum [...] loyniligar ella persónligar upplýsingar í einum sms-boðum. Svikararnir eru dugnaligir, og øll kunnu verða lumpað – ung sum gomul – og tí er eingin skomm í at vera dottin í felluna. Tá er bara umráðandi at bera [...] er um ektað ella følsk boð. Vit meta hetta vera eina álvarsama støðu og heita tí á føroyingar um ikki at trýsta á leinkini í boðunum, men sjálvi seta seg í samband við stovnin, sum sigst vera avsendarin
hetlendska blaðið Shtelands News. Í sambandi við almenna hoyring í Bretlandi um framtíðina hjá Rosebank hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, sagt, at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar [...] Beinir Johannesen, hevur samstundis boðið útlendskum orkufeløgum at leita eftir olju og gassi í føroyskum sjóøki. – Ongantíð áður hevur okkara vitan um føroyska landgrunnin verið størri enn í dag. Tøknin til [...] landgrunninum. Rosebank er størsta olju- og gassleiðin í bretskum øki, sum enn ikki er útbygd. Leiðin liggur bert fáar fjórðingar frá føroyska markinum og hevur tí stóran týdning fyri føroyskar vónir um at finna
skulu eftir ætlan gerast partur av Erasmus+ í 2028, og sambært Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, eru Føroyar væl við í fyrireikingunum. Tað sigur hann í svari til ein skrivligan fyrispurning frá [...] ECHE. Góðkenningin í 2027 er ein fortreyt fyri, at Fróðskaparsetrið kann taka lut í Erasmus+ frá 2028. Umsóknin skal latast inn fyrst í 2027, og fyrireikingarnar eru longu farnar í gongd. Leiðsla, undirvísarar [...] byrja, tá ið nýggja Erasmus+-skráin er góðkend í seinna hálvári 2027. – Føroyar eru væl við í tilgongdini at verða klárar, tá ið skráin verður sjósett í 2028, skrivar landsstýrismaðurin. Ein føroysk t
avbjóðingar. Fundurin í ár verður hildin á Høvelte-herstøðini og í danska forsætisráðharrabústaðnum Marienborg. Øll trý londini í ríkisfelagsskapinum verða umboðað. Heini í Skorini, professari í stjórnmálafrøði [...] danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, taka í dag í felag ímóti stjórnarleiðarunum úr Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi. Eisini landsstýrisformaðurin í Grønlandi og á Álandi verða við á fundinum. – [...] m, sum eru farnar fram í ríkisfelagsskapinum seinastu árini. – Tað samsvarar væl við vanligu gongdina, at bæði Føroyar og Grønland í størri mun sita við borðið og verða hoyrd í málum um verju, trygd og