vísti Haraldur V eina óvikandi trúgv á norska fólkið. Hann hjálpti okkum at síggja tað besta í okkum sjálvum og hvørjum øðrum, sigur Støre. Haraldur kongur sovnaði stillisliga á Rikshospitalinum í Oslo [...] arbeiddi hann á sín egna hátt fyri einum rúmligari samfelagi, sigur hon. Haakon er nýggjur kongur Eftir andlátið hjá Haraldi kongi er sonur hansara, Haakon, sjálvvirkandi vorðin nýggjur kongur Noregs undir navninum [...] at saknurin eftir Harald kong verður stórur. – Vit hava mist okkara fólkakæra kong, og øll tjóðin er í sorg. Haraldur kongur ráddi í samsvari við valorðini »Alt fyri Noreg«, sigur hann. Sambært stórt
Tveir flokkar eru av hvørjum, so bygningurin hýsir seks skúlaflokkum við tilsaman 128 skúlanæmingum. Tað er ein brandslanga, sum av onkrari orsøk er farin frá. Staðfest er, at talan er ikki um herverk, upplýsir [...] varaskúlastjóri, men um okkurt brek, sum hevur gjørt, at vatn er sprænt úr onkrum broti. Fólk frá býráðnum eru og kanna bygningin. Men hann er sera illa farin av vatnskaðanum, og øll undirvísingarhølini [...] verður, at eingin skúlagongd verður í bygninginum í rúma tíð, men enn er óvist, hvussu leingi tað ver at taka at umvæla skaðan. Sum skilst er talan um fleiri tons av vatn, sum hava runnið gjøgnum allan bygningin
løgregluni er olja á vegnum allan vegin, og tí er vegurin serliga hálur. Enn er ikki greitt, hvaðani oljan stavar. Løgreglan veit ikki, um talan er um ein leka frá einum tangabili ella um oljan kemur frá hyd [...] varsemi á strekkinum frá Skálabotni til Leirvíkstunnilin, har olja er á vegnum. Løgreglan ávarar um, at tað er sera hált og vandamikið at koyra á strekkinum av Skála til Skálabotn og frá Skálabotni umvegis
Í verandi trygdarpolitiska landslagnum er tað ein greið raðfesting at styrkja verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar, Danmark og okkara sameindu. Tí er tað eisini avgerandi, at avgerðir, sum viðvíkja [...] Danmark kann styrkjast enn meira. Partarnir vóru samdir um, at virksemið í og kring Føroyar longu frá í ár verður økt stigvíst og í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar. Økta virksemið verður skipað
til vinnuligt gistingarvirksemi við íbúðum. Tað er regulering av kappingartreytunum. Eitt dagamark er nakað annað. Tað sigur ikki: Tit skulu lúka somu krøv. Tað sigur: Tit sleppa bara at reka vinnuna ein [...] út á fasta leigumarknaðin. At eingin er skrásettur á adressuni, er ikki tað sama sum, at ein leigubústaður stendur tómur. Lógaruppskotið leggur eingi hagtøl fram. Tað verður ikki viðgjørt, hvussu leigumálini [...] reglum. Nú er Framsókn við til at leggja fram eitt uppskot, sum kann geva kommununum heimild at seta eitt dagamark fyri júst hetta virksemið – uttan at nakað niðara mark er ásett. Tað merkir, at tað ikki bara
allir stríddust fyri sakini, og tað er og verður neyðugt, tá ið støðan er, sum hon er. Sigfríður S. Clementsen venjari hjá EB/Streymi er samdur við Tór-Ingar Akselsen: -Tað bylgjaði báðar vegir, og tá ið [...] ið alt kom til alt, so var tað liðið, sum vísti meiri vilja, sum fór við øllum stigunum. Nú er eitt stig frá okkum og aftur til 07 Vestur og tvey stig til niðurflytingarpláss. Nú fara vit at fyrireika okkum [...] skoraði til 2-1, var tað miðvallarin Magnus Holm Jacobsen, sum átti uppleggið. 3-2 sigursmálið var Edvin Jakobsen meistari fyri 20 minuttir undan leikloki. Eftir innlegg úr vinstru frá 20 ára gamla Paulo
KÍ er á veg úr Póllandi við 1-0 tapi ímóti Lech Poznan. Tað er framúr gott úrslit, tí at spæla ímóti felagi úr Póllandi er ikki bara bara. Besta kappingin í Póllandi, har tað búgva fleiri enn 37 milliónir [...] veruleiki – um tað so verður umvegis brotssparkskapping. Hóast tepurt 1-0 tap og harvið góðan møguleika um eina viku at vinna seg víðari í UEFA Europa League, so er tað einki at siga til tað, um teir 21 [...] europeiskum bólkaspæli framvegis er heilt verulig. Um tað eydnast KÍ hóskvøldið um eina viku at vinna á pólska liðnum við einum máli verður talan um longda leiktíð, og um tað eydnast at vinna við fleiri enn
Sement er fyri teg, sum tekur tónleikin í álvara og vil taka næsta stigið. Tað er onki aldursmark, og tú kanst vera bæði roynd/ur og óroynd/ur. Tað týdningarmesta er, at tú hevur okkurt, tú vilt vísa fram [...] einum bólki ella einari ætlan, sum tú hevur hug at gera nakað meira við, so er ikki at bíða ikki til næsta ár. Freistin er 1. september. Melda teg til á: www.torsgota.fo/sement [...] Kass og Lyon. Á Sement fært tú ein góðan og tryggan pall, sjónvarpsupptøkur, feedback og sparring frá royndum fólki í tónleikavinnuni og møguleika at spæla teg víðari til størri pallar. Vinningarnir eru
áhugafelagið CP Føroyar, ið er fyrrverandi Spastikarafelagið. Tað arbeiðir fyri fólk við CP, sum er stytting fyri Cerebral Paresa. – Brekið er heilaskaði, men tað er ymiskt, hvussu fólk er rakt.Summi sita í koyristóli [...] tó kann tað vera darvandi, sigur forkvinnan í felagnum, Katrin Dagbjartsdóttir, ið sigur felagið arbeiða við einum størri CP-degi, ið skal vera í mai næsta ár. – Um fíggjarlig orka verður til tað, ætla vit [...] lækna at greitt nærri frá CP, og hvussu vit á besta hátt fáa hjálpt teimum, ið eru rakt av CP. Katrin sigur, at tey eisini ætla at hava eina persónliga søgu, umframt eitt ískoyti frá sálarfrøðingi ella øðrum
vísir á, at verkætlanin hevur verið ávegis í fleiri ár. Tí heldur hann, at tað eigur at verða greitt, hvussu langt arbeiðið er komið, og nær prosjekteringin kann verða liðug. Tá prosjekteringin fyriliggur [...] Grímur Sundstein, løgtingsmaður, vil hava landsstýrismannin í vinnumálum at greiða frá, hvussu langt fyrireikingarnar av einum tunli til Vestmanna eru komnar. Í einum skrivligum fyrispurningi eftir grein [...] landsstýrismaðurin ætlar at leggja uppskot um verklagslóg fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, og um ætlanin er at raðfesta Vestmannatunnilin frammarlaga í nýggju langtíðarløguætlanini hjá landinum. 2,4 milliónir