men enn er eingin niðurstøða komin úr kanningunum. Kári Jacobsen, kanningarleiðari hjá løgregluni, segði við Kringvarpið í gjár, at arbeitt verður við at lýsa so neyvt sum gjørligt, hvat er farið fram [...] ikki enn siga, um nakað revsivert er farið fram. – Enn eru vit ikki komin til nakra niðurstøðu, og tí fái eg illa úttalað meg um málið. Heldur ikki, um nakað revsivert er farið fram, sigur kanningarleiðarin [...] hjá løgregluni. Og sambært vaktleiðaranum á politistøðini í morgun, so er framvegis einki nýtt at frætta um málið í morgun. Óvist er, nær kanningarnar verða lidnar.
førleikar. Barbara Lervig heldur, at tað er vert at leggja dent á, at øll kunnu vera við: „Tað er ikki neyðugt at hava royndir frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur hug at skapa, royna teg fram [...] hevur tryggjað, at útgerðin er nøktandi, tí ætlanin er, at børnini skulu sleppa at arbeiða við veruligari filmsútgerð heldur enn at taka filmarnar upp við fartelefon. „Vónin er, at Filmsfimi kann halda fram [...] Filmsfimi. Filmsfimi er eitt 19 vikur langt frítíðarskeið. „Júst sum onnur ganga til fótbólt, dans ella sjónleik, ber eisini til at ganga til film,“ leggur Eir í Ólavsstovu, sum er ein av undirvísarunum
Teir eru Finn Danberg og Suni Justinussen. Nýggjur formaður í nevndini er Finn Danberg. Finn Danberg er í dag stjóri í P/F Lyfta. Hann er útbúgvin cand. merc.aud. og hevur starvast sum fíggjarleiðari á La [...] havrannsóknarskipi. Suni Justinussen er forstjóri í Magn og er útbúgvin maskinmeistari og íløguráðgevi. Áður hevur hann verið forstjóri í GroAqua. – Eg eri fegin um, at nevndin er fullmannað og klár at fara til [...] Endamálið hjá nevndini er - enn sum áður - at greina, viðgera og mæla til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum. Tørvurin á skilagóðum nýskipanum er stórur, og vit verða noydd
Tað er ikki nóg gott. Vit mugu eggja fleiri ungum – bæði kvinnum og monnum – at velja vælferðarútbúgvingar. Men fyrst og fremst mugu vit tryggja, at útbúgvingin er tøk, har tørvurin er. Sum er, er ein [...] neyð. Teirra kæru eldru fáa snøgt sagt ikki ta hjálp teimum tørvar. Tað er óvirðiligt. Stórt trot er á røktarheimsplássum, sum er kommunal ábyrgd. Men størsta trotið eru heilsu- og røktarstarvsfólk. Tað [...] fíggjarstøða verða ávirkað. Tað er ikki í lagi. *** Løgmaður sigur í røðu síni, at neyðugt er at: “Styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum. Samantvinna ung og eldri”. Tað er ein vøkur visjón. Men hon
Nes kommunu fyri 2026 er peningur avsettur sambært einum tilboði frá Falkon at breiðka vegin á Agninum. Í morgun varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Falkon. - Avtalað er, at Falkon fer at breiðka [...] verður róptur. Í Nes kommunu vísa tey á, at talan er um einar 400 metrar, og sagt verður, at hetta vegastrekkið hevur stóran tørv á ábótum. - Agnið, sum er vegurin av Nesi og til Æðuvíkarvegin, hevur annars [...] Víst verður á, at fyrr í ár er so avtalað við Landsverk, at Nes kommuna yvirtekur vegin frá Blákrossheiminum og niðan til Eystnesveg (Mylluvegin), og hetta vegastrekkið er stívliga 700 metrar. - Falkon
hildin fyri 21. ferð í Klaksvík, og áhugin fyri ársins festivali er sera stórur. Sølan av atgongumerkjum í ár er tann størsta í fleiri ár, og tí er møguleiki fyri, at festivalurin verður útseldur. Fyrsta konsertin [...] fyrsti tónleikarin, ið framførir á nýggja og dagførda pallinum á Torginum. Pallurin er blivin størri, betri útgjørdur og er fluttur eitt sindur. Danski rockbólkurin Going For The One hevur konsert á Torginum [...] hava konsertir í Tjaldinum Silvaland, sum er fyri børnini, letur upp klokkan 15 við aktivitetum, spølum, nýggjum hoppiborgum, framførslum og annað. Silvaland er í ítróttarhallunum. Summar Festivalurin heldur
vissa er, at okkurt ikki broytist í skýloftinum næstu 2 tímarnar, men sannlíkindi eru størri enn nógvar aðrastaðir. Í Klaksvík ætlaðu vit niðan á Háls at hyggja, tí har er einki fjall fyri. Tað er rætt [...] Einki er vist her í verð, serliga tá ið tað hevur við veðrið at gera. Skýloftið kann broytast báðar vegir, men sannlíkindi er ið hvussu so er betri, at okkurt sæst á Viðareiði heldur enn í Klaksvík. Vit [...] rætt, men har er svart í mjørka, og tað sæst illa bara at koyra við bili niðan. Tí fara vit heldur til Viðareiðis at hyggja. Tit kunnu samanbera myndirnar sjálvi. Báðar tiknar fyri løtu síðan. ##med2## Einki
Skálafjørð er nú tikin burtur. Sambært tilbúgvingarleiðaranum er vegurin kannaður, og veðrið hevur hjálpt væl til. Vegurin er turrur, og tí varð mett, at tað var trygt at lata hann upp aftur. Framvegis er landsvegurin [...] ferðsluni suðureftir, er enn ikki endaliga avgjørt. Møguleiki er fyri, at ferðslan eisini verður leidd ígjøgnum undir skipaðum viðurskiftum, men tað verður mett um, tá arbeiðið er komið longur. Inntil tá
ávísin, Mediazona, og tað er Reuters, sum endurgevur. Lev Shlosberg er limur í andstøðuflokkinum, Jabloko. Í síðstu viku varð flokkurin dømdur í russiska hægstarætti, og flokkinum er sýtt fyri at stilla upp [...] Russiski andstøðupolitikarin, Lev Shlosberg, er dømdur í fongsul í 11 ár og ein mánað. Sagt verður, at dómurin er fyri at niðurgera og spreiða lygnir - ella "fake news" - um russiska herin. Tíðindini ber
Ljósfest er um vikuskiftið í Vági. Nógv er á skránni, ikki minst nógvur livandi tónleikur. Fríggjakvøldið spæla Solband og Sputnik í tjaldinum. Leygarkvøld er stóra útikonsertin, og har fara hesir bólkar [...] á pall: Hvarv, Annika Hoydal, Starlight, RSP, ABBA Tribute, Norðkraft og Danny & The Weetos Skráin er tøk her: Ljósfest 2026