kanning í verk, eftir at ein veiðimaður seinnapartin í gjár fann part av einum mannakroppi nærindis Glücksburg í Týsklandi. Umrødda skógarøkið liggur beint við markið millum Týskland og Danmark, og man [...] mannakroppurin varð pakkaður inn í plastik, veit løgreglan í Flensburg at siga í tíðindaskrivi. - Við atliti til umstøðurnar kring tað, sum er funnið, er illgruni um, at ein valdsgerð er framd, leggur løgreglan [...] løgreglan aftrat. Løgreglan í Flensburg leggur aftrat, at motivið fyri brotsverkið, og hvør hin deyði er, er partur av kanningararbeiðnum hjá løgregluni. Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at umleið 40
stendur m.a. soleiðis í dag: Skótaliðið Royndin fyllir 86 ár í dag Í 1940 var avgjørt at gera eina ‘Roynd’ at seta skótar á stovn í Vági. Og sigast má, at hendan ‘Royndin’ hevur eydnast væl í heili 86 ár. Á in [...] upprunan soleiðis: Í stuttum er søgan, at navnið ‘Skótaliðið Royndin’ kemur av, at Thulesen prestur vildi gera eina roynd at byrja skótar í Vági. Thulesen kendi til skótarørsluna úr Danmarkk. Tað vóru nakrir [...] at gera eina roynd við hesum. - Skótaliðið Royndin er enn virkið og skipar fyri, tá ymisk tiltøk eru í Vági, t.d. á grækarismessu og á flaggdegi.
umborð á bátin til Føroyar, spælir Queen Machine í Tivoli Friheden í Århus, og eftir framførsluna við Tjarnir, eru bæði Royal Arena í Keypmannahavn og í Boksen í Herning á skránni. Hvør einasta konsert er eitt [...] sjálvnevndu útgávuna Moirae í 1996 og Sangir úr náttini í 1998. Hesar fløgur standa sum varðar í føroyskum rokki, og sementera Moirae sum ivaleyst størsta navnið í føroyskum rokki í nítiárunum. Løg sum "Eg [...] omanfyri 700 konsertir kring Evropa og USA. Í heimlandinum Danmark, hava nakrir av størstu festivalunum og spælistøðum lagt pall til hetta stórsligna showið. Árið í ár byrjaði við at bólkurin varð boðin at
fyrsti deyvi deyvaprestur, sum er sett í embætið í donsku fólkakirkjuni. Hon varð prestvígd í Vor Frue kirke í Keypmannahavn tann 31. august og skipað í embætið í Døves kirke á Frederiksberg 7 september [...] leið frá juristi til prest og hvussu tað er at virka sum deyvaprestur í Danmark. Helena greiðir soleiðis frá: Við mínum djúpu røtum í mentanini hjá deyvum, og donskum tekinmáli sum móðurmál, síggi eg starvið [...] Bech, at hava deyvagudstænastu í Havnar kirkju tann 16. august kl. 11:00. Gudstænasta er á teknmáli, men verður tulkað til talu. Aftaná gudstænastuna verður kirkjukaffi í Kirkjustovu, og har hevur Helena
fólk eru deyð eftir ein harðan jarðskjálvta í Kolombia í dag. Tað upplýsa ein guvernørur og borgarstjórar í fleiri býum sambært Reuters og AFP. Jarðskjálvtin rakti Chocó-landslutin vestarlaga í landinum [...] Skjálvtin merktist eisini í høvuðsstaðnum Bogotá og í grannalandinum Venezuela. Myndugleikarnir eru nú í ferð við at fáa greiðu á skaðunum. Fleiri fólk eru særd í Quibdó, høvuðsbýnum í Chocó, og stúrt verður [...] landinum tíðliga í morgun lokala tíð. Í Cali, sum er ein av størstu býunum í Kolombia, eru minst 20 bygningar rapaðir saman. Borgarstjórin Alejandro Eder sigur sambært Reuters, at fólk sita føst undir húsaleivdunum
Í ár verður tað Magnus Dahl, sum fær heiðurin at seta Ljósfestina í Vági. Magnus er ættaður úr Vági og sonur Jákup og Edith Dahl. Eftir lokna skúlagongd hevur hann fyri tað mesta búð í Danmark, har hann [...] abbasonur hansara, Magnus Dahl, sum setur Ljósfestina í Vági. Tað er ein serlig søga – frá fyrstu elektrisku ljósunum í Vági í 1921 til Ljósfestina í dag. Ljósfestin verður sett leygarkvøldið kl. 18.30. [...] hann tók útbúgving í sálar- og lívfrøði við Københavns Universiteti. Frá 1995 til 2020 arbeiddi hann sum undirvísari í sálarfrøði á Roskilde Universiteti. Í frítíðini hevur Magnus fleiri áhugamál. Hann syngur
sum vann gull í 400 metrar renning til U20 EM í Jerusalem í 2023. Hann er Føroyingur, men rennur í einari danskari rennitroyggju. Heiðursmerkið eigur Danmark. Einasti møguleiki vit hava í løtuni, er at [...] vit skulu loypa upp um allar forðingarnar og koma á mál, mugu vit fyrst seta okkum í startblokkin. Lat okkum gera hetta í felag, føroyskum ítrótti at frama. Bjarni K. Petersen Løgtingsmaður [...] Men dag byrjar stóra evropameistarakappingin í frælsum ítrótti. Og hóast Føroyar eru á tremur við dugnaligum rennarum, kastarum og loyparum, so kunnu vit ikki vera við. Fortreytin er, eins og við olympisku
tepurt í fleiri dystum. Føroyar vunnu á Finnlandi í fyrsta dystinum, og megnaðu javnleik móti Eysturríki og í fyrru uppgerðini móti Póllandi í millumumfarinum. Móti krútsterku liðunum, Danmark og Spania [...] endaspælið. Tað er komið fyri fyrr. Føroysku U18-mennirnir taptu í dystinum um 15. plássið í U18 EM-endaspælinum í Serbia 35-41 fyri Póllandi. Í steðginum vóru Føroyar á odda 19-18. Frá støðuni 27-27 gjørdi [...] mesta nakrantíð hjá nøkrum føroyskum leikara í einum EM ella HM-endaspæli. Í EM-endaspælinum í 2022 skoraði systkinabarnið hjá Boasi, Óli Mittún 80 mál. Í dagsins dysti skoraði Boas 11 mál. Teitur Poulsen
Í dag er seinasti dagur á ársins Summar Festivali, og kvøldið bjóðar ellivu konsertir umframt undirhald og framførslur í Silvalandi. Útlendska høvuðsnavnið á Vágsbø í kvøld er poppsangarin Andreas Odbjerg [...] Odbjerg, sum ongantíð áður hevur framført í Føroyum. Hann fekk stórt gjøgnumbrot í Danmark fyri nøkrum árum síðani og hevur hittað við sangum sum "I morgen er der også en dag", "Hjem fra fabrikken" og "Stor [...] framføra aftur eftir langan steðg, og í kvøld spæla tær sína størstu konsert nakrantíð. Føroyska tónleikadrotningin Annika Hoydal hevur konsert á Vágsbø klokkan 20 í kvøld. Dagurin byrjar við familjukonsertini
Grand Prix í 1993 og umboðaði Danmark í Eurovision sama ár. Sjálvt um altjóða úrslitið hjá Danmark hetta árið einki var at reypa av, so gjørdist sangurin fólkaogn í Danmark. Tommy Seebach doyði í 2003, 53 [...] 53 ára gamal. Sangurin varð spældur í jarðarferð hansara, og tá Rasmus Seebach gav sína egnu útgávu út í 2011, fekk hann ein nýggjan leiklut sum bæði minnisvarði um pápan og heilsan til systrina. Á Vágsbøi [...] tríggjar stórar trailarar við útgerð og 30 fólk. Hann segði, at hetta var fimtu ferð, hann vitjaði í Føroyum, og at hann kennir seg heima her. Tað merktist eisini á sambandinum við áskoðararnar. Fleiri