sítt pláss til at virka, og skulu umstøðurnar altíð vera góðar, soleiðis at tað kann vaksa og umstilla seg eftir sínum tørvi. Vit skulu útvega fleiri tøk vinnustykkir, og møguleikin er at gera hetta í sambandi [...] stór arbeiðarafjøld knýtt at hesum fyritøkum. Tískil hevur tað nógv at siga, hvussu vinnan hevur tað. Handils- og vinnulívið skapar ein fjølbroyttan arbeiðsskara og er við til at draga fólk við nógvum ymsum [...] kum. Tískil er hetta ein sera skilagóð íløga, sum ár eftir ár er við til at tryggja, at Tórshavnar kommuna hevur møguleikan at virka og veita góðar tænastur til allar borgarar. Við javnaðarkvøðu John av
í 2023. Vøksturin kemur av, at hagtølini nú eisini fevna um teir arbeiðsgevarar, ið eru skrásettir í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS-skipanini) og mettir at vera partur av føroyska búskapinum [...] búskapinum. Aðrar broytingar, sum eisini ávirka hagtølini eru, at ávísar útgjaldingar um samtíðarskattaskipanina, sum áður ikki hava verið mettar at vera løn, eru nú rætt skrásettar sum løn. Flestu av hesum vóru [...] kr. ##med7## Verður "Fiskiveiða og aling" greinað í undirbólkarnar, sæst at størsta minkingin í krónum var í uppsjóvarveiðu, men at útgoldina lønin í botnfiskiveiðu og aðrari fiskiveiðu eisini er minkað
reklamu fyri sær sjálvum. Tí er ikki óhugsandi, at onkrir teirra fara at fáa boð um at koma uttanlands at spæla. Og so var tað tríggjar minuttir undan leikloki, at hornaspark bar 2-1 mál við sær. Eftir horna [...] Portugal var gestur. Máltalvan vísir 1-3. Tað eigur ikki at vera so galið úrslit, tá ið havt verður í huga, at Portugal eigur besta liðið í bólkinum, og at Portugal telist millum stóru fótbóltstjóðirnar í Europa [...] var Fábio Silva. Portugisarnir sóu ikki út til at trívast naka serligt í høgættini og freku kavaælingunum, sum bóru við sær, at tað var hvítt langt oman, og at vøllurin var rættiliga vátur. Portugal var tó
gestir, og tað er einki at liggja omaná, at umstøðurnar at spæla fótbólt í Klaksvík í dag eru øðrvísi, enn teir úr Portugal eru vanir við. Tað er høgætt, og tað er hvítt heilt langt oman. Tað er kalt, og ælingarnir [...] ælingarnir kunnu vera frekir. Men tað er rættiliga stilt, og vøllurin er grønur og góður at spæla á. At talan er um eitt tað besta U-21 landsliðið í Europa sæst aftur í, at føroysku venjararnir Eyðun Klakstein
trýst, ið er bæði knýtt at mongdini av valmøguleikum, at velja rætt og velja rætt røttu løtuna. Trýstið skapar eina kenslu av at skula skunda sær gjøgnum lívið, og at neyðugt er at taka stórar og rættar [...] fótbólt og samkomulív, er knýtt at einsemi. Tørvur er á fleiri møguleikum fyri at møta øðrum og vera partur av einum felagsskapi í smærru økjunum kring landið. Fimm tilmæli til at betra um sálarligu heilsuna [...] landinum, og er hetta triðja høvuðsevni í frágreiðinini. Tey ungu uppliva, at teirra útbúgvingarval er bundið at, um tey ætla at flyta heim aftur til heimstaðin eftir loknan lestur, tí starvsmøguleikarnir
í aldursbólkinum 45-54 ár, at flestu teirra meta seg hava avbera góða heilsu. Verður samanborið við samsvarandi kanningar frá 2019 og 2015, so vísir gongdin seg tó at vera, at parturin av teimum, ið meta [...] meta sína heilsustøðu at vera avbera góða, stak góða ella góða, er minkaður í øllum aldursbólkum, bæði hjá monnum og kvinnum. Verður hugt at, hvør hin vegin metir sína heilsustøðu vera minni góða ella vánaliga [...] fimta hvør kvinna metir sína heilsustøðu vera minni góða ella vánaliga. Hetta liggur enntá oman fyri elsta aldursbólkin sum er kvinnur oman fyri 74 ár, og væl oman fyri hinar aldursbólkarnar, har hesin parturin
øðrum. Skálavík er í rúkandi menning, og tað verður spennandi at fylgja við, hvussu alt tað, sum nú er í gongd, fer at taka seg út og fer at flyta bygdina fram á leið. ##med2## ##med3## ##med4## [...] tú í hesum døgum eitt sindur spyrjandi. Spurningurin, tú setir tær, er, hvussu tað ber til, at so nógv kann vera í gongd í senn í einari bygd, sum ikki telur meira enn sløk 150 fólk. Fara vit nøkur ár aftur [...] ásannaðu tey, at spillivatnið – og vatnið í sínari heild – er krumptappurin í menningini av vinnulívinum í bygdini. Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, hevur áður sagt, at tað verður
er farin at halda, at nú er so ótrygt undir høvuðsstaðnum, at vit tað sama kunnu fara undir at fyrireika flyting av honum inn á Skálafjørðin. Nýggjur metropolur Hann tykist soleiðis vera farin at barslast [...] fótum, er ráðandi og sjálvsagda áskoðanin, at so ræður um at flyta seg. Hetta er so náttúrligt, at tað man koma undir “gomul alheims heimaráð”. Kendasta dømið man vera svenski námsbýurin Kiruna, sum verður [...] heldur ikki meira enn tað. At tjóðleikhús og samferðsla húsast um eina og somu leið, nýtist ikki at vera nøkur forðing fyri hvørki teirra, um væl verður lagt til rættis. Ongum nýtist at missa svøvnin av framskygdum
fyri at vita, um ílegur frá hvalspýggjum eru at finna. ##med3## Havstovan hevur tilfar frá kanningum seinastu 40 árini. Ætlanin er eisini at kanna leivdirnar frá gomlum kanningum fyri at royna at finna [...] Kanningar aðrastaðni hava sum heild ikki ávíst, at meira er til av hvalspýggju nú, men ábendingar eru um, at hon flytur seg til nýggj støð, og at nýggj sløg tí eru at finna fleiri staðni, ið ikki hava verið sæð [...] eisini er eitt av endamálunum hjá okkum, sigur Amanda Vang. Áhugin fyri at vera við í verkætlanini tykist vera stórur. - Vit fara skjótt at lata upp eina síðu á facebook og instagram, so fólk lættliga kunnu
TAKS metir vera neyðugt fyri at fáa styrkt um marknaeftirlitið sum best? 3. Undanfarni løgmaður segði, at vit hava ikki ráð at bíða – hvat sigur núverandi løgmaður? Løgmaður sigur, at fyri at svara spurningi [...] løgmaður: »At fáa til vega eina profileringsskipan varð mett at kosta um 3 mió. kr. í 2022. Torført er at gera nýggja og dagførda kostnaðarmeting. Tó er hugsandi, at kostnaðarmetingin eigur at verða hækkað [...] ikið mál, og tað er neyðugt, at vit øll somul taka tøk til at basa innflutningin og misnýtslu av rúsevnum, soleiðis at vit kunnu venda gongdini. – Lat onga iva vera um, at ungdómurin er okkara framtíð