Í løtuni eru tvey frystilínuskip á Íslandsrygginum, eitt er á Flemish Kap, og eitt fiskar í Eysturgrønlandi. - Øll skipini fáa mest av toski, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Um útlitini [...] verður gott fyri tað mesta. - Tað verður nakað av útróðrafiski, og eisini fer onkur út á Føroyabanka, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Her verður einki sagt um, at fiskidagarnir hjá útróðrarbátum í bólki
tað vil siga longri tíð frá neyðkallinum, til heilsufakliga hjálpin er á staðnum. Trot á útbúnum fólki Størsti trupulleikin er trot á útbúnum sjúkraflutningsviðgerum. Hetta ger skipanina serliga viðkvæma [...] 2024 eru starvsfólk, sum ikki luku nýggju autorisatiónskrøvini, send á merittútbúgving í Danmark. Meðan tey eru undir útbúgving, eru tey ikki tøk til vaktir í Føroyum. Útbúgvingin til sjúkraflutningsviðgera [...] í ár á yrkisskúla í Danmark fyri at útbúgva seg til sjúkraflutningsviðgerar. Teir fyrstu báðir byrjaðu 1. august, og tann triði byrjar í november. Sjúkrahúsverkið heldur harumframt, at tørvur er á einari
partrolarapør eru á Íslandsrygginum. Tey fáa mest av toski og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. - Eitt par er eystanfyri og fiskar upsa og annan hvítfisk, og síðan fiskar eitt par gulllaks. Á Fiskamarknaði [...] tríggir eru á landleiðini, har teir fáa mest av flatfiski og nakað av toski. Ein er norðanfyri og fær mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski og longu. Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at allir teir [...] Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at tvey partrolarapør koma inn at landa í næstu viku. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tríggir eru á Íslandsrygginum. Teir fáa mest av toski og eitt sindur av svartkalva og
eini 35 ár staðið á odda í hesum felagsskapi, og hava hesi árini somuleiðis verið primus motor, tá flaggdagshald ella grækarismessuhald eru í Vági. Eisini eru tey við á Jóansøku og á Ljósfest. Við sínum [...] smoltstøðin í Víkarbyrgi og sjóaling í Lopra. Kryvjivirkið á Tjørn og seinni á Polarfrost. Roykivirkið í Porkeri, smoltstøðin í Grønadali, aling á Vatnsnesi, sjóaling í Øravík og í Froðba. Nógvar familjur [...] trivnaðin hjá okkum øllum, og sum altíð eru til reiðar, um heitt verður á tey. Og ikki verður spurt eftir samsýning, ella hvat tey kunnu fáa burtúr. Og aloftast er ongin persónligur vinningur – kanska er
av dygdunum hjá Johann Asmundsson fram - á sín egna hegnisliga, funky máta. Hans Petur er jú ein meistari á sínum øki, so eg kundi ikki annað enn minnast aftur á konsertina í 2017, tá Jonas Wall legði sína [...] tónleikarar á sera høgum støði, og so eri eg nokk eisini ikki sørt fjeppari av tónleikinum hjá Mezzoforte. Eri í tí aldrinum, at eg minnist væl, tá hesir ungu garparnir í Íslandi settu gongd á bólkin fyri [...] groovandi funky tónleikarar, sum trinu á pallin í Reinsarínum, at fagna allarbesta superbólkinum í verðini nakrantíð: Mezzoforte úr Íslandi, sum teir tóku til í lýsingini. Tey í bólkinum vóru: Hans Petur í Brekkunum
B71. Í dag vunnu sandoyingar 3-0 á útivølli ímóti FC Hoyvík, og nú tað resta átta dystir av hesum kappingarárinum, eru 47 stig á kontuni. Tað eru 20 stig niður til ÍF, sum á pappírinum framvegis hevur møguleika [...] møguleika at taka uppflytingarplássið frá sandoyingum. Soleiðis verður tað ikki, og nú fyrireika tey í B71 seg stóru uppgávuna, sum tað í 2027 verður aftur at spæla í Meistaradeildini. Tað kann væl vera [...] og hann takkaði fyri álitið við at skora tvey mál. Í síðsta minutti undan steðginum legði hann B71 á odda 1-0 eftir sending frá Jonathan Nielsen Canto, og sjey minuttir eftir steðgin økti Nicholas Sejr
dag hevur tiltak verið fyri børn á stóra pallinum, har Trøllapætur, Omman og Ommididd og Oddi vóru á palli. Síðani sungu og spældu Sunrid og Andrias. Í Vágs skúla hava tey árliga MGP viku, har børn kappast [...] flokkur síðsta skúlaár, slapp at framføra á Ljósfest í dag. Klokkan 18:30 í kvøld setir Magnus Dahl Ljósfest 2026 og so er stóra konsertin á skránni, har hesi fara á pall: Hvarv, Annika Hoydal, Starlight,
Víkingur er á øðrum plássi við 45 stigum. Tað eru tvey stig fram til B71, sum er topplið. ÍF er á fjórða plássi við 27 stigum. Um eina viku fær ÍF vitjan av B36, og Víkingur fer suður á Sand at spæla [...] sigri til víkingarnar í Fuglafirði, og so var tað í dag, at Víkingur aftur tryggjaði sær øll stigini. Tey trý málini hjá Víkingi í fyrra hálvleiki vóru øll skorað síðsta korterið undan steðginum. Hálvur tími
Ternuni sæst á ssl.fo Hóast stevnan bleiv sett kl 14, byrjaði hon so smátt í gjár. Ovastevnu quiz og dansur var í tjaldinum á keiini og har var nógv fólk komið saman. Í morgun var dyppað á Malarenda og [...] til øll, stór og smá, ung og eldri. Fyrireikararnir hava lagt dent á,at nærum alt undirhaldið á stevnuni er ókeypis. Stevnuskráin sæst á torshavn.fo og Facebook síðuni “ovastevna”. ##med2## ##med3## ##med4## [...] serliga dám á løtuna. Í setanarrøðuni hugleiddi Leivur Hansen millum annað um Ova og bragdið hann framdi fyri 40 árum síðani, tá hann róði úr Nólsoy til Danmarkar. Leivur var sjálvur staddur á Longuliniu
vikuskiftið, kann eingin klaga. Á ovastevnu í Nólsoy í dag hevur veðrið verið gott, og soleiðis hevur eisini verið í kvøld. Ternan hevur siglt um fjørðin við nógvum fólki. Tey, sum fóru út til Nólsoyar um [...] vanligt á ovastevnu, at yngra ættarliðið í stóran mun leitar sær út um fjørðin, tá náttin nærkast. Helst fer tað at taka nakrar tímar í nátt at fáa allar gestirnar heimaftur, tí gestirnir í Nólsoy á ovastevnu