tygum at servera til brúdleyps og veitslur. Og so dámdi tygum so væl at brúka tíðina í urtagarðinum, sum altíð hevur havt tygara stóra áhuga. Havan røkti tygum so sera væl øll árini. Og tað er sjón fyri sókn [...] ferðir at sjúkrahúsverkið hevur havt vitjan av tygum. Treyðugt so hevur verið tørvur á at fáa onkra á fylling av blóði, eitt knæ skift og so at fáa hjartanum eitt hjálpitól, sum nú ger, at alt fungerar uppá [...] Almanna- og mentamálaráðið: Í hesum sambandi varð skipað fyri føðingardagshaldi á Hotel Hafnia. Væl av fólk høvdu leitað sær hagar at heilsa uppá Lonu. Eisini Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, var við
##med5## Fyrr hevur verið vanligt, at ung fólk hava arbeitt á virkinum aftan á skúlatíð og í ferium. Hvønn dag komu ung fólk at pakka. Hatta sæst ikki líka nógv longur, men onkrar dagar er tørvur á ungum [...] Seafood. Diana Leite Johannesen hevði ikki roynt slíkt arbeiði áður, tí var nógv at læra, tá hon byrjaði, men har vóru góð fólk sum lærdu hana arbeiðshættirnar á virkinum. Diana Leite Johannesen sker fløk [...] framleiðslan sær sjálvari. – Vit hava fingið eina nýggja maskinu, hinar hava verið í nógv ár, og vit brúka tær nógv. Tað gamla er ofta gott, tí tað er kvalitetur. Fyrr landaðu bátar til virkið í Skopun
ferðamálunum. “Um allan heimin flokkast ferðafólk til somu kendu støð, so eisini tey kunnu fáa eyðkendu myndina av víðagitnu støðunum. Fólk eru stýrd av algoritmum og sosialum miðlum, sum skapa eina óendaliga [...] draga fleiri ferðafólk til neyvt somu støð. Úrslitið er einsháttaðar upplivingar og støð, sum fáa ov nógv vitjandi”, sigur Guðrið Højgaard, stjóri fyri Visit Faroe Islands. ##med2## “Eisini her í Føroyum [...] ferðafólki høvi at uppliva minni vitjaðar og ókendar perlur, sum vanliga ikki eru partur av túrinum, tá fólk vitja landið. ##med3## Soleiðis gongur tað fyri seg Átakið er ment í tøttum samstarvi við 62N Bilaleigu
skrá fyribils. Seinni fingu vit nýtt uppskot um, at um vit fluttu heimið niðan á Stórutjørn, so vóru vit nógv betri og fríari stillað við atliti til byggjarí og vit kundu byggja bæði heim og røktarbústaðir [...] til URD. Umlættingar- og rehabiliteringsdepil. Sum nýggj í politikki og forfólk á eldraøkinum var nógv at seta seg inn í - býti millum politikk og umsiting, býti millum serkunnleika og umsiting og leiklutir [...] Argjum ella um hvussu vit nú velja at útbýggja eldraøkið í Tórshavnar Kommunu. Í okkara føri spældi tað nógv inn, at vit skjótt kundu fara til verka við URD – tí tørvurin var stórur; og okkum varð víst til økið
frítíðarítriv, og at eg soleiðis sum býráðslimur kundi tæna kommununi og fólkinum, nú eg hevði verið so nógv heimanífrá. Tá Dávur Juul á valinum í 2020 gjørdist fyrstvaldur og borgarstjóri, kom hetta púrasta [...] umframt Fuglafjørð, eisini fevnir um Kambsdal og Hellur. - Fuglafjørður hevur nógv og gott vinnulív, og her starvast dugnalig fólk, bæði í skipavinnuni, framleiðsluvinnuni, handverksvinnuni, tænastuvinnuni [...] lista F. Valluttøkan var stór, 89,6 prosent, sum merkir, at 1072 fólk, sum høvdu valrætt, vóru á vali. Valrætt høvdu tilsamans 1202 fólk. Býráðið í Fuglafjarðar kommunu er mannað við níggju umboðum. Tá
eg gjørdist borgarstjóri hin 1. januar 2013. Ta fyrstu tíðina hevði eg sum óroyndur nógv at læra, men eg hevði góð fólk rundan um meg, bæði í bygdaráðnum og millum borgararnar í kommununi, sigur borgarstjórin [...] hjá okkum. Men, her komu eisini fólk, sum einki tilknýti høvdu havt til kommununa frammanundan. Í staðin fyri at vera 666 borgarar í 2013, búgva nú fleiri enn 800 fólk í Eiðis kommunu í dag, og borgarstjórin [...] listi A og listi B, harav listi A fekk 54,3 prosent av atkvøðunum, og listi B fekk 45,7 prosent. 568 fólk høvdu valrætt, og 521 vóru á vali. Tað gevur eina stóra valluttøku, heili 92,3 prosent. Í bygdaráðnum
sambært skránni, sum er løgd fyri stevnuna, er nógv ymiskt og forvitnisligt at fara til í Fuglafirði, sigur hann. Fuglafjørður hevur nógv vinnulív, og her eru nógv arbeiðspláss av øllum handa slag. - Í Fuglafirði [...] eigur tað eisini at vera á varmakeldu. Hann heldur, at digitali heimurin skjótt kann gera, at fólk ikki so ofta fara á dyrnar hjá hvørjum øðrum og minni og minni út at hittast saman við øðrum í felagsskapi [...] tað minni neyðugt at hittast til prát, andlit til andlits, og tað heldur hann vera óheppið. Tað er so týdningarmikið, heldur hann, at vit seta hvørjum øðrum stevnu og eru saman, tá høvini eru, og soleiðis
landið í summarmánaðunum, savna nógv fólk – helst fleiri enn gomlu og hugnaligu bygdastevnurnar gera. Í Føroyum plaga vit at siga, at kappróðurin er okkara tjóðarítrótt og so leingi, sum vit hava kappróður [...] verður ein møguleiki hjá børnum leygardagin, letur upp við Mentanarhúsið klokkan 13, og her verður nógv ymiskt hjá børnum at royna. Klokkan 13 í morgin verður eisini skipað fyri eini rennikapping, sum [...] eisini fram við Mentanarhúsið klokkan 13, áðrenn farið verður at renna. Fótbólturin fyllir eisini nógv í Fuglafirði, og her verður ein dystur í 1. deild leygardagin klokkan 13 millum ÍF og AB. Sum vanligt
Útvarpi Føroya, har hann segði frá fót-bólts-dystum og kapparóðri umframt at hann hevði sam-røður við fólk kring landið. Hann var útvarpsstjóri í 40 ár. Eftir at Niels Juel andaðist, koyrdi konan, Petra, við [...] bil-i-num í nøkur ár. Hon doyði í 2022, 99 ára gomul. Nú er tað son-ur-in Ólavur Arge, sum eigur bilin. Ein so gamal bilur krevur onkuntíð ábøtur. Ólavur hev-ur fing-ið gjørt ymiskt við hann sum t.d. at gáttirnar [...] eru sveis-að-ar, og bilurin er rustviðgjørdur v.m. Hóast bilurin hev-ur koyrt 193.000 km, er ikki nógv slit at merkja. Bilurin er púra originalur og hevur somu nummarplátu, sum hann al-tíð hevur havt.
leggur fiskin á bandið. Onkuntíð stendur hon einsamøll við bandið, og onkuntíð eru tær tvær. – Tá nógv fólk eru á virkinum, kunnu vit vera tvær við bandið, tað riggar ordiliga væl, fiskurin er stórur, bandið [...] Arbeiðið skipað smidliga Tá arbeitt verður við svartkalva eru vanliga 19 fólk til arbeiðis. Tá sild og makrelur verður virkaður eru 40 fólk til arbeiðis, og arbeitt verður í tveimum vaktum. Dagvaktin arbeiðir [...] frystarin er beint við, tí er neyðugt at lata seg í heit klæðir. – Eg tími ikki at standa og frysta, so eg lati meg í. Tað er ikki líka kalt um hesa tíðina, men um veturin er kalt, og tað merkist um hendurnar