Sviar skulu á ríkisdagsval 13. september, og valstríðið er nú av álvara farið í gongd. Støðan sær í løtuni trupul út hjá borgarligu stjórnini hjá Ulf Kristersson, forsætisráðharra. Nýggj veljarakanning [...] sessin eftir valið í 2022, tá borgarligu flokkarnir saman við Sverigedemokraterna fingu meiriluta. Nú kann hon vera á veg aftur. ##med2## Liberalerna kann fella úr Ríkisdegnum Ein serligur trupulleiki
Nærum 30 ár eftir deyða hennara vil Charles Spencer nú siga sína egnu søgu um systur sína, Dianu prinsessu. Bókin eitur Swan Song: Diana, My Sister og kemur út 22. september. Hetta er fyrstu ferð, at Charles [...] opið frá lívinum hjá systur síni og teirri lagnutungu vikuni, tá hon doyði. Charles Spencer sigur, at nú 30 ára dagurin fyri deyða Dianu nærkast, hevur hann aftur fingið nógvar áheitanir um samrøður um systur [...] Charles Spencer lýsir í bókini eisini, hvussu hann sá systur sína brúka støðu sína til at varpa ljós á fólk, sum annars ofta vórðu gloymd, samstundis sum hon sjálv livdi undir einum støðugt vaksandi trýsti
Íslandi. Men sjálvstýrandi londini hava ikki somu formellu støðu sum hini londini. Ein nevnd arbeiðir nú við at dagføra Helsingforssáttmálan, sum er grundarlagið undir norðurlendska samstarvinum. Sambært [...] tryggja Føroyum, Grønlandi og Álandi javnbjóðis luttøku í samstarvinum. Ætlanin er, at uppskotini skulu kunna viðgerast í oktober. Jens-Frederik Nielsen segði, at søgan hevur víst, hvørjar avleiðingar núverandi [...] partur av einum javnbjóðis liði í Norðurlandaráðnum, so hevur Grønland ilt við at síggja, hví vit skulu vera við, segði hann. Helsingforssáttmálin er frá 1962 og varð seinast broyttur í 1995. Kelda: Ritzau
nøvnini eru nú klár, og atgongumerkjasølan gongur strúkandi. - Vit gleða okkum ótrúliga nógv til aftur at fylla Viðareiði við tónleiki, lívi og góðum festivalhýri. Áhugin hevur verið sera góður, og nú øll nøvnini [...] ein hugnaligur dagur fyri alla familjuna, har fólk kunnu njóta góðan tónleik, góðan mat og serstaka festivalhýrin á Viðareiði. Vit vóna at síggja nógv fólk aftur í ár, siga fyriskipararnir. Atgongumerki
stórum ídni greiddi frá – á føroyskum við týskum máltóna. Tú leitaði eftir føroyskum fakorðum, eitt nú kveiki fyri enzym. Ulrike, eg eri ikki dagførd við øllum tí, tú hevur gjørt hesi seinastu árini, men [...] dýrgripir, ið illa kann rindast fyri. Tit bæði – Ulrike og Guðni – eru gylt dømi um tað dýrmæta tilfeingi, fólk og land fáa, við at knýta góð og tøtt bond við granskarar, fakfólk og onnur úti úr heimi. Tøkk fái [...] tað. ... Orðini omanfyri eru brot úr røðu, ið eg sum táverandi løgtingsforkvinna helt á hátíðarhaldi, nú 60 ár vóru liðin, síðani Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn. Í røðuni fyri Setrið var eisini
sum byrja nú í august. Men bara seks teirra hava fulla útbúgving í føroyskum sum annaðmál. Bárður á Lakjuni staðfestir tí, at tørvur er á fleiri útbúnum undirvísarum. Í 2024 fingu 20 fólk diplomprógv
stórari robotstevnu í Beijing í hesum døgum royna kinesiskir framleiðarar at vísa, at robotarnir nú skulu gerast meira enn bara ein tøkniligur stuttleiki. Meira enn 300 fyritøkur eru við á World Robot [...] sýndar fram. Serliga nógv verður gjørt burtur úr menniskjalíkum robotum – humanoidum robotum – sum skulu kunna átaka sær uppgávur, ið higartil hava kravt menniskju. Á framsýningini síggjast robotar millum [...] verksmiðjum, goymslum, handlum og seinni eisini heimum. Tað er júst tann avbjóðingin, sum fyritøkurnar nú royna at loysa. Robotar hava leingi dugað at dansa, renna og gera imponerandi framførslur, men nógv
at nýggju bátabrúgvarnar skulu setast upp. - Kunningarfundurin verður á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka týsdagin hin 25. august klokkan 17. Í Sunda kommunu heita tey á fólk um at møta fjølment.
Dagurin byrjaði við ókeypis morgunmati, og her møtti nógv fólk - bæði úr Sandoynni og aðrastaðni. Vit vóru ein túr inni á gólvinum, fingu okkum ein góðan bita og tóku nakrar myndir. Her var gott lag og [...] og góð prát. Eitt slíkt tiltak er altíð ein góð og savnandi byrjan upp á ein dag sum hendan, nú nógv ymiskt verður á skránni. Á leinkjuni her niðanfyri kann lesast um tað mesta, sum er á skránni á sein
mánaðin í húsaleigu, umframt el og hita. – Prestagarðurin er ein skrivstova og ein tænastubústaður, har fólk koma at avgreiða ymisk ørindi, og familjan má liva við ikki at búgva í egnum húsum. Ikki fyrr enn [...] við Frihedsbrevet. Sambært bispi verður eisini væntað, at húsaleigan í prestagørðunum fer at hækka, nú stórar upphæddir eru lagdar í umvælingarnar.