til at leggja káplar og annað, men samlaða arbeiði fyri at fáa landstreym fer at kosta meira, sigur Hans Jákup Johannesen, limur í byggi- og býarskiparnevndini í Runavíkar býráði. Hann vísir á, at felagið [...] hevur verið nógv frammi um larm á havnarlagnum í Runavík, og at hesir pengarnir, ið nú eru avsettir til landstreym, er eitt stig á leiðini at loysa henda trupulleikan. Tær 1,5 milliónir krónurnar skulu [...] gerast. Tvær milliónir krónur eru eisini settar av til havnarútbygging og rampu. Runavíkar havn væntast at geva 6,714 milliónir krónur í nettoyvirskoti av rakstri sínum í árinum 2020.
upplýsir fyri Miðlahúsinum, at tey fara ikki at nevna nakað um krøvini í miðlunum, men halda slíkt innanfyri fundarhølini, men Starvsmannafelagið hevur longu boðað frá, at teir fara at krevja eina lønarhækkan [...] hjá Fíggjarmálaráðnum hittast á fyrsta sinni eftir, at tey hava handað hvørjum øðrum krøvini til nýggjan sáttmála. Tað var hósdagin í farnu viku, at partarnir handaðu hvørjum øðrum krøvini og hevur eingin [...] lønarhækkan, ið merkist hjá limunum, umframt at man vil javnstilla bachelorar í Starvsmannafelagnum við tey í øðrum feløgum. Starvsmannafelagið er tað fyrsta av trettan fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum,
tá ið hann snaraði og løgreglan sigur, at tvey fólk fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar. Tey siga, at bilarnir fingu eisini fitt av skaða. Løgreglan sigur, at sum tað sær út, er tað bilurin, sum skuldi [...] ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi við flogvøllin í Vágum. Ein bilur, sum var á veg vestureftir, og skuldi snara til vinstru oman á flogvøllin, ansaði ikki eftir, at ein bilur kom ímóti [...] henda, plaga tað, í minsta lagi, at kosta eitt klipp í koyrikortið, men ofta missur bilførarin eisini koyrikortið treytað, og má sostatt upp til nýggja koyriroynd fyri at varðveita koyrikortið.
kann stórfegnast. Dánial Hansen var ikki í iva um, at NSÍ var betri enn Barry Town United, og fór at vinna á walisiska liðnum. Dánial Hansen dylur ikki, at talan er um ein framúr sigur hjá NSÍ, bæði ítróttarliga [...] víðari luttøkan í Europa League væl við. Á ljóðfíluni ovast ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Dánial Hansen fyrr í kvøld. HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum hjá NSÍ og dystarendanum. Hoyr [...] Helga L. Petersen taka samanum dystin. HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen. HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran
Landsgrannskoðanin heldur, at spurningur kann setast við, um allir landsins stovnar eru førir fyri at umsita sínar dátur, og um avvarandi aðalráðini tí kunnu hava álit á, at KT-tilfeingið hjá landinum [...] hondum. – At KT landsins umsitur KT-økið merkir ikki, at stjórnarráð og stovnar kunnu siga ábyrgdina frá sær. Stovnarnir hava fulla ábyrgd av dátunum, tey arbeiða við. Tað tykist ikki sum at tann b [...] sigur Landsgrannskoðanin. Niðurstøðan hjá Landsgrannskoðanini er tann sama sum í 2014 . Tað er, at støðan á KT- trygdarøkinum ikki er nøktandi.
var eitt endamál við tí, at onnur vikan skuldi markast til pápan. Mett verður, at tað hevur týdning fyri barnið, pápan, og alla familjuna, at eisini pápin tekur størri lut í familjulívinum. Men meirilutin [...] meirilutin í Løgtinginum tekur ikki undir við at tvinga pápar í barsilsfarloyvi og tí hevur Løgtingið samtykt, at foreldrini skulu sjálvi gera av, sínamillum, hvussu tey býta hesar báðar vikurnar ímillum sín. [...] Tað er nú greitt, at barsilsfarloyvi nú verður longt tvær vikur. Tað hevur Løgtingið samtykt nú í morgun. Men tá ið Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, legði uppskotið fram, var
brosmu. - Vit vænta, at trý ísfiskalínuskip koma inn at landa mánadagin, og nøkur koma seinni í vikuni sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at okkurt av línuskipunum [...] Streymurin verður brúkiligur í næstu viku, og líkt er eisini til, at veðrið verður hampiligt. Tí verður roknað við útróðri, og útróðrarbátarnir fáa at kalla bara tosk og hýsu. [...] línuskipunum er nýliga byrjað túr, og tí er ivasamt, um tey koma inn at landa í næstu viku. - Eitt frystilínuskip fiskar í grønlendskum sjógvi, og eitt frystilínuskip er í føroyskum sjógvi, siga tey á Fiskamarknaði
##med2## Upplýst verður, at skipið nú er klárt at sleipa til Føroyar. Ætlanin er at sleipa tað úr Litava til Skála, har man væntar at vera um miðjan september. Tað var í mai 2017, at Fiskimálaráðið og MEST [...] MEST skrivaði undir sáttmála um at byggja tað nýggja rannsóknarskipið. MEST gav Western Baltic Shipyard í Litava arbeiði at gera skrokkin, ið nú er handaðar MEST.
men neyðugt verður at bíða eina løtu aftrat eftir býtinum. Einfalda orsøkin til tað er, at allir umsøkjararnir hava ikki fingið svar upp á umsóknina enn. Høgni Hoydal gjørdi tó greitt, at svarini verða send [...] send umsøkjarunum í dag, og at menningarkvoturnar verða almannakunngjørdar so skjótt, sum til ber. Annars kann viðmerkjast, at tilsamans vóru 37 umsøkjarar til tey 11.711 tonsini av svartkjafti, 3.159 tonsini [...] tilmældi, og tilmælið er givið til 6 menningarkvotur. Uttan at siga, hvør hevði fingið burturav menningarkvotunum, so segði Høgni Hoydal, at tað var serliga umsøkjarar frá sunnaru økjunum í Føroyum, ið
nevnir møguleikan, at teir báðir flokkarnir kunnu skipa stjórn saman. Men tí hugskotinum tekur Kristian Jensen altso ikki undir við. – Eg havi merkt mær, at Lars Løkke Rasmussen sigur, at fyrsta valið hjá [...] Vinstra, Kristian Jensen, sær ikki fyri sær, at ein SV-stjórn kann gerast ein møguleiki eftir fólkatingsvalið. Tað sigur hann við Berlingske í kjalarvørrinum av, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í [...] ímynda sær eina SV-stjórn sum aðruraðfesting, sigur Kristian Jensen: – Nei. Eg ímyndi mær at leggja kreftir í, at fyrra raðfestingin gerst veruleiki. /ritzau/