samtykti tað. Tað var sjálvandi gleðiligt, at eisini Tjóðveldi tók undir við at fremja hetta uppskotið hjá undanfarnu ABC-samgonguni. Men at erpa sær av, at tað var Tjóðveldið, sum fekk hetta barnaískoytið [...] Tjóðveldi eigur nevniliga onki í hesum uppskoti. Tað var á vári í 2007, at semja varð gjørd í táverandi ABC-samgonguni um at lata einsamøllum uppihaldarum eitt eykaískoyti fyri hvørt barnið. Undirritaði [...] burtur ein góðan mánað seinni, eftir at nýval varð útskrivað. Í vár tók eg hetta sama uppskot framaftur í CHE-samgonguni, og tóku flokkarnir sjálvsagt undir við, at hetta aftur varð lagt fyri løgtingið
Av misgávum skrivaði undirritaði í gjár, at uttanlandsnevndin hevði biðið um at fáa eygleiðandi leiklut í eini serfrøðinganevnd, ið EFTA fer at seta niður at kanna framtíðar møguleikar. Hetta er tó ikki [...] Johannesen um at seta fram hetta ynski formliga í brævi til EFTA tingmannanevndina. - Brævið verður nú fyrireikað, og í næstum fari eg vegna uttanlandsnevndina at seta fram formligu áheitanina um at fáa eyg [...] stórt stig nærri limaskapi í EFTA, og tí er tað rættiliga avgerandi fyri framhaldandi tilgongdina, at vit senda formligu áheitanina avstað og harvið regluliga kunnu sita við borðið saman við EFTA tingfólkunum
og heldur ikki SEV megnaði at lýsa upp í morgun. - Tað, sum hendi, var, at ein motorur á Sundi fekk ein trupulleika. Hetta hevur við sær, at hann steðgar. Meiningin er síðani at hinir báðir motorarnar skulu [...] vit missa tríggjar motorar klára vit ikki at veita streym, sigur Finn Jakobsen, tekniskur leiðari hjá SEV. Hann vísir somuleiðis á, at enn er møguleiki fyri at klaki kemur á streymlinjurnar, tí veðrið háttar [...] tað besta. Klára vit til middags, so skuldi verið sloppið, sigur tekniski leiðarin. Meiningin var, at streymurin til Dals, Skarvanes og Djúpadal skuldi sløkkjast, tí arbeiði skuldi gerast har í morgun
farið frá La Guardia og royndi at venda aftur eftir at hava rakt ein fuglaflokk. Sambært CNN vórðu ferðafólkini koyrd á ymisk sjúkrahús í New York. Feráfólkini søgdu, at nøkur høvdu fingið skaða. Ein [...] datt í kvøld niður í Hudson River í New York. Upplýst verður, at øll tey 153 fólkini umborð sluppu frá vanlukkuni á lívi Myndugleikarnir siga, at øll ferðafólkini umborð sluppu úr flogfarinum og vórðu hjálpt [...] Charlotte í Norður Carolina Vitni greiða í miðlunum frá, at fólk svumu kring flogfarið í ísakalda vatninum á veg burtur frá flogfarinum, og myndir vís, at nógv fólk stóðu á veingjunum á søkkandi flogfarinum
gevur honum boð um, var alment frammi og segði, at hann var greiður yvir, at reiðaríið hevði brotið sáttmálan við FF. Jan Højgaard segði í morgun, at málið snúði seg bæði um sáttmálabrot og lógarbrot [...] stóra undran fyri tey sum hildu, at vit hava rættartrygd í Føroyum, gjørdu hvørki fútin ella Skipaeftirlitið nakað sum helst við málið. Felagsformaðurin segði seg vóna, at slíkt ikki endurtekur seg aftur [...] aftur. – Málið er so upplagt, at vit ikki kunnu tapa tað í rættinum – uttan at okkurt ólógligt verður nýtt ímóti okkum, segði Jan Højgaard
okkum, at nógvir ikki eru limir í fakfelag og soleiðis spæla fríspæl, men fáa fyrimunirnar av, at onnur gjalda fyri at hava ein skipaðan sáttmála, segði Eyðstein Djurhuus, sum legði aftrat, at FSN og Søfartens [...] hjálpa eftir førimuni. Eyðstein segði, at danska Navigatørfelagið, sum nú eitur Søfartens Ledere, hevur 203 virknar limir, sum búgva í Føroyum. - Tað kann verða torført at meta um, hvussu nógvir føroyskir [...] Navigatørfelag. Á aðalfundi felagsins millum jóla og nýggjárs segði formaðurin, Eyðstein Djurhuus, at FSN javnan fær fyrispurningar frá fyrrverandi limum, sum nú eru í Søfartens Ledere, um ymisk viðurskifti
greiður frá, at framførslan í síni heild var út av lagið vánalig, og at Budam var einasti bólkur, ið ikki var til frama fyri tiltakinum. Men Beanland er ikki bara neiligur í sínum ummæli. Hann sigur at til frama [...] verða errin av. Hann sigur at t.d. Teitur hevur gjørt so framúrskarandi tónleik, at tað kann viga upp ímóti tí vánaliga tónleikinum, ið hann og túsundtals onnur, vóru noydd at hoyra á ?Trans Musicales 2008 [...] byrjar Chris við at greiða frá tí ørðvísa tónleika tiltakinum ?Trans Musicales 2008?, ið var hildið í Fraklandi, og har nógvir bólkar luttøku, m.a. Budam. Í sínum ummæli skriva Beanland, at øllum ið dámar
sínari frá, at Robbie Keane, sum varð keyptur í Tottenham fyri einum hálvum ári síðan, nú aftur skiftir til Tottenham. Keane fekk ongantíð sítt gjøgnumbrot í Liverpool, og felagið hevur tí valt at selja hann [...] frá. Enskir miðlar spáða, at Liverpool hevur selt Keane fyri 130 milliónir krónur - góðar 50 færri enn teir keyptu hann fyri. Harry Redknapp, venjari hjá Tottenham, fegnast um at Keane nú aftur er innlimaður [...] fegin um at fáa Robbie Keane aftur á liðið. Hann er ein fantastiskur leikari, og hann kann gera munin hjá okkum, segði Redknapp við Sky Sports seinnapartin. Hetta er ikki fyrstu ferð í ár, at Tottenham
almennum fundi í kvøld. Teir báðir fara millum annað at greiða frá sínum sjónarmiðum, um teir trúgva, at Bíblian er Guðs orð ella ikki Eisini verður høvi at seta spurningar. Bergur Debes Joensen er prestur [...] ð plagar annað hvørt mánakvøld at skipa fyri møti fyri ung yvir 18 ár, har tey taka ymisk evnir upp. Hetta var upprunaliga eitt slíkt tiltak, men av tí, at mett varð, at tiltakið var so spennandi, valdu [...] prestur, og hevur av og á verið frammi, sum ein ið trýr at Bíblian er Guðs orð - galdandi til allar tíðir. Hans Andrias Sølvará er søgufrøðingur, og er eitt nú høvundur til bókina: »Bíblian - Guðs Orð ella orð
stjórin heldur, at tað er beinleiðis skeivt, tá Starvsmannafelagið førir fram, at nærum eingin sparing fæst við at siga átta fólkum úr starvi. Kringvarpið hevur longu gjørt alt fyri at avmarka talið á [...] uppáhaldinum hjá Starvsmannafelagnum um, at Kringvarpið skal hava brotið setanarpolitikkin. Stjórin í Kringvarpinum vísir aftur uppáhaldið hjá Starvsmannafelagnum um, at ein journalistur verður settur í starv [...] harvið hava øll havt møguleika at søkja starvið, ið er sett sambært galdandi reglum, sigur Annika Mittún Jacobsen. - Somuleiðis vil Kringvarpið enn einaferð sláa fast, at ætlaðu sparingarnar ikki kunnu