Vit hava bíðað sum longst, í teirri vón at tað fór at bera til, men tíverri fekk verjuskipið Vædderen ikki lagt at Tvørakei í ár, til árliga tunnuslátturin. Soleiðis skrivar Tvøroyrar kommuna á síni heimasíðu [...] vanligt, at verjuskipið Vædderen liggur við bryggju og hevur almennan tunnusláttur umborð. Tá avtala verður gjørd við verjuskipið um at koma inn til føstulávint, er tað altíð við tí fyrivarni, at skipið [...] út til aðra uppgávu og soleiðis varð tíverri hesaferð. Manningin hevði annars glett seg til at vitja býin og at síggja børnini umborð, eins og nógv børn ivaleyst hava glett seg til henda dag. Siðvenjan við
München. Eftir at hava hitt kinesiska sendimannin, segði Antony Blinken, at hann hevði ávarað Kina um at hjálpa Russlandi við krígsførsluni í Ukraina. Leiðslan í Beijing hevur funnist at revsitiltøkunum [...] til Russlands. Sambært Kreml, kann talan gerast um, at kinesiski sendimaðurin eisini fær høvi at hitta Vladimir Putin, forseta. - Vit útiloka ikki, at teir báðir kunnu hittast, sigur talsmaðurin hjá Pu [...] m móti Russlandi, og Kina hevur hildið uppá, at USA og Nato eiga sín lut í russisku innrásini í Ukraina. Hetta skrivar tíðindastovan NTB í kvøld.
krónur í bót í part fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu. Í Suðuroy er ein bilførari skrásettur fyri at hava koyrt beint yvir 100 á landsvegi, har tað er loyvt at koyra 80, so tað kostar [...] bilin, fær eigarin eisini bót fyri at hava latið bilin upp í hendurnar á einum bilførara, uttan at tryggja sær, at hann, ella hon, hevði koyrikort. [...] endurnýggjað tað - og tað er tað sama um at koyra við ongum koyrikorti. Og fyrstu ferð, ein verður tikin við ongum koyrikorti, er bótin heilar 5000 krónur. Løgreglan sigur, at er tað onkur annar, sum eigur bilin
morgun, hevur Kreml sagt, at kinesisku uppskotini til friðaravtalu fara at verða viðgjørd millum partarnar. Lagt verður aftrat, at forseti Russlands, Vladimir Putin, eisini fer at greiða frá støðuni hjá Russlandi [...] Kinesiski forsetin, Xi Jinping, er í dag komin til Russlands á vitjan. Russiskar tíðindastovur vita at siga, at forsetin lendi í Moskva fyrrapartin. Seinni í dag skulu Xi Jinping og forseti Russlands, Vladimir [...] skotið upp eina vápnahvíld, og at londini síðan kunnu samráða seg fram til eina friðaravtalu. Uppskotið hjá kinesisku myndugleikunum er í 12 punktum. Ukraina hevur sagt, at landið kann taka undir við pørtum
Hetta eigur at verða staðfest í Vilnius, sigur forsetin. Um dagarnar útilokaði amerikanski forsetin, Joe Biden, at Ukraina kann gerast lmur í Nato, meðan landið er í kríggi. - Eg trúgvi ikki, at semja er [...] "De facto" er latínskt og merkir í hesum sambandi, at landið ikki løgfrøðisliga er limur í Nato, men at landið kortini í praksis er limur. - Ein meiriluti av londunum í Nato standa saman við okkum, sigur [...] er í Nato um at loyva Ukraina at gerast limur í Nato-familjuni mitt í einum kríggi, segði Joe Biden í samrøðu við CNN. Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.
bretska verjumálaráðið at siga, at Russland hevur flutt fleiri stríðstyrlur til eina støð, sum er einar 10 fjórðingar aftanfyri hermótið. - Tyrlurnar kunnu hava verið við til at givið Russland ein fyribils [...] verjumálaráðið sigur í sínari dagføring í dag um kríggið í Ukraina, at báðr partar hava verið fyri stórum tapum seinastu dagarnar. At síggja til hava harðastu bardagarnir verið í Zaporizjzja-fylkinum í [...] fyrimun í luftini har suðuri í Ukraina, heldur verjumálaráðið. Lagt verður aftrat, at ein týðandi táttur kann hava verið, at tyrlurnar bera langtrøkkandi rakettir, sum russar kunnu hava skotið móti málum á
Tayyip Erdoğan, at tjóðartingið í landinum í heyst fer at samtykkja, at Svøríki nú kann gerast limur í Nato. Enn hevur Turkaland tó ikki givið greið boð um júst, nær tjóðartingið í landinum fer at góðkenna Svøríki [...] sagt. Tað var fyrr í ár, at øll limalondini í verjusamgonguni høvdu givið Finnland grønt ljós, og soleiðis er Finnland nú Nato-limaland nummar 31. Í svensku stjórnini verður sagt, at eingin "dramatikkur" liggur [...] liggur aftanfyri, at Oscar Stenstrøm nú gevst sum samráðingarleiðari. - Hann fer í eitt nýtt starv sum ráðgevi í svenskum vinnulívi, veit tíðindastovan NTB at siga, sum er millum miðlarnar, ið umrøður
verður gjørt. Kvívíkar kommuna hevur gjørt avtalu við eina fyritøku um at gera arbeiðið. - Vit vóna, at borgarar fara at bera yvir við, at forðingar verða í ferðsluni, bæði koyrandi og gangandi, meðan arbeitt [...] stongdur fyri gjøgnumkoyring. Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja í næstu viku, men væntandi fer arbeiðið ikki at taka so langa tíð. - Men, tað er ikki til at vita, hvørjar forðingar kunnu vísa seg, meðan [...] Í næstu viku fara tey í Kvívíkar kommunu í holt við at gera kloakkina í Kvívík lidna. Tað fyrsta, sum farið verður í holt við, eru húsini, sum liggja millum Áarvegin og Víkarvegin. - Fyrst verður grivið
nýggjum fartelefoni kundum, sum komu áðrenn 31. juli 2018, 100GB av dáta at brúka fram til árslok. Hetta var gjørt fyri at tryggja at ein tænasta, sum P/f Nema hevði marknaðarført tann 18. apríl 2018, ikki [...] á fundi tann 20. apríl 2023 avgerð um, at framferðin hjá P/f FT Samskifti var í stríð við §11, stk. 1 í kappingarlógini, tá felagið tann 25. apríl 2018 valdi at geva øllum verandi fartelefoni kundum og [...] kundar hjá P/f Nema. Kappingarráðið metir, at P/f FT Samskfti við hesi framferð hevur tikið onnur amboð í brúk enn tey, sum eru vanlig í kapping, í eini roynd at avmarkað úrvalið av tænastum á marknaðinum
Grundgevingin fyri, at Eimyrja kom víðari var, at bólkurin visti, hvat hann vildi. Tað var stílreint og tað var kelað fyri detaljunum. Teir vóru væl samanspældir og dugdi væl at upptraðka. Tað, at teir dyrkaðu [...] dómarunum var, at image’ið hjá Nimbus Tópus var gjøgnumført. Tað var ein trygg og sikkur framførsla. Ein tann besta konsertin, sum ein av dómarunum nakrantíð hevur hoyrt á Sement. Tey megnaðu at hypnotisera [...] kappaðust í gjárkvøldið vóru: deiDei, Ása Helena Brynjarsdóttir, Nimbus Tópus, Eimyrja og Adrenaline at Tað var ein hárfín grensa millum bólkarnar, og dómararnir høvdu eina torføra uppgávu, men tá alt kom