1500 tons. Men, í ár sær øðrvísi út hjá einum parti av føroyska línuskipaflotanum - í øllum førum hjá teimum skipum, sum hava verið á Flemish Kap síðan fyrst í hesum árinum. Norðlýsið veit í dag at siga, [...] Flemish Kap í ár. - Vit eru nú farnir at sigla, hava fiskað 470 tons og hava selt fyri 10 miljónir krónur. Vit høvdu eina vánaliga ferð yvir, men veðrið hevur verið av tí besta, meðan vit hava fiskað. Í samrøðu [...] verið sera góður, undantikið seinastu dagarnar á túrinum. - Tað eru 55 dagar, síðan vit fóru av Klaksvík, og helvtin av tíðini er farin til sigling, harav vit einaferð hava verið inni og landað, sigur
Í hesum døgum er sannur fótbóltsfepur í Klaksvík, og klaksvíkingar eru sera spentir um mansliðið, sum í ár hevur staðið seg sera væl. Í Gøtu er eisini stórur áhugi fyri samanlagda fótbóltsliðnum Víkingi [...] FM-heiti vunnið síðani 1999. Tá í tíðini spældu spælararnir í svørtum gaggum, og bygdamenn megnaðu at vinna eitt FM-heiti fyri og annað eftir fyri nøsini á havnamonnum. Í 1990'unum myndaðu spælarar sum [...] fara nógvir av spælarunum, sum umboðaðu feløgini í 1990’unum og vunnið gull og heiður til síni feløg, aftur á vøllin. Ferðin verður neyvan tann sama sum í 90’unum, men undirhaldið verður ivaleyst gott.
Hóast tað er eitt sindur kalt í Klaksvík í kvøld, so er turt, og nógv fólk eru á Summarfestival. In.fo hevur júst hitt Símun Petur Olsen av Skála, og Rebekka Hansen av Glyvrum. Hetta er 6 árið á rað at [...] á hvørjum árið, so er tað ikki júst tónleikurin sum dregur í ár. - Eg havi tíma á festival hvørt ár, men eg havi ongantíð tíma so illa sum í ár, tí tað er einki tónleikanavn, sum eg orduliga vil hoyra
og hoyr samrøður við Kingu Eysturland í Klaksvík, sum er ein av fyrireikarunum, og eina samrøðu við Joannu Tamborska, serkøn í mentamálum hjá pólsku sendistovuni í Keypmannahavn. [...] er nú vorðin veruleiki. Í dag er møguleiki fyri at síggja trý dømi av pólskari filmslist í Norðurlandahúsinum. Vit avgjørdu at vísa nakrar filmar, sum fingu eina góða móttøku í heimlandi okkara, hava [...] Í morgin verður mentanartiltakið "Projekt Føroyar-Póland" á skránni í Norðurlandahúsinum. Tiltakið byrjar klokkan 14, og er sett at enda klokkan 18. Tríggjir pólskir filmar við enskum teksti verða sýndir
kvinnum í Føroyum, hevur vakt ans ymsastaðni. Sjálvt BBC hevur tikið tráðin upp í eini grein og á netinum sendingin er eisini løgd á netið við enskari tali Í greinini í BBC verður staðfestingin í donsku [...] menninir í Føroyum hava kanska funnið loysnina og tað er at fáa fremmandar kvinnur til Føroya og serliga er talið á kvinnum úr Filipsoyggjum stórt. Tey vísa eisini til Bjarna Ziska Dahl í Klaksvík, sum giftust [...] tað eru 2.000 fleiri menn enn kvinnur í Føroyum og tí noyðast føroyingar at innflyta konufólk fyri at varðveita samfelagið. Tey vísa á, at tað serliga eru kvinnur í burðarførum aldri, sum flyta úr Føroyum
Fyrr í vár samtykti býráðið í Klaksvík at skipa størra hylin Úti í Grøv soleiðis, at fiskar kundu vera í honum. Girðingar eru gjørdar um hylin og ein bláur dúkur er lagdur í botnin, so fiskurin sæst betur [...] betur. Pumpa er løgd út í sjógvin. Í fyrstu syftu eru fiskarnir, sum Sjómannadagurin hevði í sínum kørum, sleptur út í hylin. Ætlanin er at fáa nakað av fiski afturat. Tað er áhugavert at síggja, hvussu [...] visti at siga, at Roynkilsi hevði gýtt í kørunum á Varpabrúnni. Eftir ætlan verða fiskarnir í stóra hylinum Úti í Grøv til endan av september. Tí ber til hjá fólki í eina tíð fram at kunna seg við fiskin
tiltak í Klaksvík, har endamálið er at varpa ljós á bróstkrabba. Tað er bólkurin, Bót til Bata, hjá Krabbameinsfelagnum sum skipa fyri einum tiltakið um árið, har tet varpa árliga ljós á bróstkrabba í Føroyum [...] Føroyum og í ár verður tiltakið so leygardagin 25. oktober, har Treysti er við til at skipa fyri. Í bólkinum Bót til Bata eru kvinnur, sum hava havt bróstkrabba og endamálið er at hjálpa kvinnum, ið hava
KÍF hevur verið í einum aldudali seinastu vikurnar, og teir gjørdu lítið fyri at sannføra tey atfinningarsomu, tá teir akkurát kláraðu at toga ein sigur til høldar móti Team Klaksvík. Í dag vitjar KÍF hjá [...] KÍF. Strandingar eru framvegis fýra stig aftan fyri tey bæði oddaliðini, og í dag hava teir møguleika at minka munin niður í tvey stig. StÍF vitjar nevnliga hjá VÍF, har teir ofta hava staðið seg væl, [...] sum Kyndil fer efir. KÍF kann hinvegin við einum sigri vinna seg sera nær finaluplássinum, so eisini í Havn eru allar góðar orsøkir at rokna við einum sera spennandi dysti. Teir báðir mansdystirnir verða
Summarfestivalum, so er hesin tann besti. - Man kann nógv meira í ár í mun til í fjør og onnur ár. Eitt nú kann man fara til sang og dans her í Silvalandi, sigur Oddbjørg avgjørd at enda. [...] Laura býr í Sandavági, men meðan Summarfestivalurin er, býr hon hjá vinkonu síni í Klaksvík, Oddbjørg. - Tað er ordiliga stuttligt at vera á Summarfestival. Eitt nú er Silvalandið ótrúliga gott, har serliga [...] Gardar í gjár var eisini ordiliga góður. Hann hevði djór, sum man kundi halda í. Eitt nú vóru slangur, kaninir og rottur. Kanska tað ikki var so stuttligt hjá systir míni, tí rottan beit hana í hondina
Í Sosialinum fyri 10 árum síðani verður skrivað um fyrstu brúðarvígsluna, sum var í Betesda. Tað vóru Vígdis Kristiansdóttir Samuelsen og Jógvan Skorheim, bæði úr Klaksvík, ið vóru tey fyrstu, sum blivu [...] blivu vígd í samkomuhúsinum, Betesda. Sosialurin skrivar, at tey, ið hoyra til samkomuna, hava fyrr ikki havt møguleika at verði vígd har. Tí hava tey oftast leitað sær í býráðshúsið ella á politistøðina [...] Umstøðurnar har eru ikki tær bestu til vígslur við tað, at har er lítið rúm. Eini 400 fólk vóru samankomin í Betesda leygardagin til hesa fyrstu brúðarvígsluna. Vegna samkomuna bjóðaði Victor Nielsen vælkomin