megnaðu vit allir - og ikki minst Dan - at koma væl aftur í dystin, helt Bjarni. - Móti endanum sovna vit kanska nakað, men tíbetur eydnaðist at halda tørn, soleiðis at stigini vórðu fingin til høldar. [...] Einki er at siga til, um veteranurin hjá VB, Bjarni Johansen, var fegin, nú tað eydnaðist VB at fáa fulla úrtøku. - Hetta eru aðrir dagar. Vit skoraðu enntá trý mál, og tað er í øllum førum meira, enn [...] enn vit hava gjørt í nøkrum dysti í ár, helt hann. - Eg haldi eisini, at vit vóru øðiliga tendraðir. Vit vildu vísa, at hesa ferð skuldu vit hava øll stigini, og sum heilt gekst tað eisini heilt væl. Vit
bókini er at vísa, hvussu familjan kann arbeiða saman um at hjálpa tí sjúka at gerast frískur aftur. Á hendan hátt gevur bókin lesaranum ein serstakan møguleika at liva seg inn í og royna at skilja, hvussu [...] tey avarandi uppliva tað at hava eitt barn við anoreksi ella bulimi. Madkampen ? om spiseforstyrrelse i familien greiðir ítøkiliga og út í æsir frá sjúkuni og eyðkennum, vit eiga at geva okkum far um. Endamálið [...] sum eru um tann sjúka. Í bókini geiða fimm familjur frá sínum persónligu upplivingum og royndum við at hava etingarólag sum part av gerandisdegnum. Bulle Davidsen & Christina Lillman Ringhof, Madkampen
mæla fólki til at eta súrepli fyri at verja kroppin móti krabbameini. Teir halda at hesin virkningur kemur av, at súreplini innihalda antioksidant, ið forða fyri krabbameini við m.a. at arbeiða ímóti reaktivum [...] trimum ymiskum nøgdum. Fyri menniskju svaraði nøgdin til, at tey ótu lutfalsliga eitt, trý ella seks súrepli um dagin. Hetta førdi við sær at rotturnar fingu ávikavist 17, 39 og 44 prosent færri svullir [...] kanning, sum gekk fyri seg yvir 60 ár og fevndi um 3878 menn og kvinnur í Onglandi og Skotlandi, vísti, at tey sum ótu mest frukt sum børn fingu sjáldan krabbamein seinni í lívinum. Kelda: Sunnhetsbladet
gera tað møguligt at forða fyri yvirgangi. Eitt nú fekk løgreglan munandi víðari heimildir at handtaka og at varðhaldsfongsla fólk. Tað hevur kortini víst seg at vera sera torført at fáa tey tiknu dømd [...] dømd. Ein uppgerð í Bretlandi vísir, at har hevur løgreglan handtikið 554 fólk sambært yvirgangslógini, men higartil hava bara seks teirra fingið dóm. 98 onnur eru skuldsett, og 17 eru sett í varðhald í óásetta [...] óásetta tíð. Sambært BBC hava nøkur teirra sita í varðhaldi meiri enn tvey ár uttan at vera skuldsett. Samstundis halda handtøkurnar fram um alt Evropa. Tær seinastu vikurnar hava myndugleikarnir í Spania
millum. 3) at greinin átti at verið send til viðmerkingar hjá Gesti, so at sloppið varð undan áðurnevndu misskiljingum. Greinin hevur - saman við øðrum viðmerkingum í fjølmiðlunum - ført við sær, at Innanl [...] Vit hava tosað um hetta, og eru vit samdir um: 1) at Gestur ikki úttalaði seg sum »samfelagsfrøðingur«, men sum formaður í einum ítróttarfelagi. 2) at orðið »tápuligt« ísv. uppskotið hjá Innlendismálaráðnum [...] ðið hevur sent út tíðindaskriv um málið. Vit vilja gjarna gera greitt, at greinin á ongan hátt leggur Innlendismálaráðið undir at geva útlendingum skuldina fyri nakað arbeiðsloysi í Føroyum. Við hesum
sakførarin hjá reiðarínum hevur áður sagt við Sosialin, at um úrslitið av sakarmálinum verður, at reiðaríið fær viðhald, verður farið at arbeiða við at krevja endurgjald fyri mista inntøku. Nú hevur reiðaríið fingið [...] ið eru, Fiskimálaráðið skal velja. Annaðhvørt at taka við dóminum ella at kæra hann til Landsrættin. Tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar, at fáa viðmerking frá reiðarínum. Men sakførarin [...] fingið viðhald í Føroya Rætti. Partarnir hava tvær vikur til at umhugsa dómin.
teir, sum fáast við línu, at hesi skipini renta lutfalsliga lítla skuld. Anfinn vísir á, at hýrusáttmálin er rættiliga kostnaðarmikil fyri hesi skipini, og haraftrat kemur, at agnið er rættiliga dýrt. Melur [...] ofta verið havt á lofti, at línuskipini teljast millum tey, sum standa seg best. Og ivaleyst er tað rætt. Men hetta er ikki øll søgan, sigur Anfinn Olsen, reiðari. Hann sigur, at hóast tíðin hevur verið [...] parturin av ísfiskavinnuni, sum kanska hongur eina frægast saman, er ikki nógv at geva av. Anfinn Olsen heldur tí ikki, at línuskipini forrenta nakra serliga skuld, soleiðis sum umstøðurnar hjá hesum skipum
felagið, Mærsk-siglar, veit at siga, at høvuðssáttmálin hjá teimum, sum sigla við Mæersk, gongur út nú 1. apríl. Hann væntar ikki, at tað verða teir stóru trupulleikarnir at fáa ein nýggjan sáttmála undir [...] veit hann einki um, at verkføll hava verið í handilsvinnuni, síðan hann byrjaði í uttanlandssigling. Onkur skip, sum ikki hava hildið sínar avtalur, eru blokerað, men Meinhard heldur, at hetta í flestu førum [...] Umframt høvuðssáttmála, eru sersáttmálar eisini galdandi millum skip og manning. Meinhard heldur, at umstøðurnar hjá fólki í uttanlandssigling sum heild eru rímiliga góðar, og lønarlagið er góðari leið
segði Putin, at hann fer at virtka fyri framhaldandi búskaparframgongd í Russlandi, og eygleiðarar í Moskva er á einum máli um, at tað var júst tann búskaparligi framburðurin, sum fekk russar at velja Putin [...] broyting á veg í Russlandi í so máta. Sunnukvøldið segði Putin á einum tíðindafundi, at hann fer at virka fyri, at Russland fær fjølmiðlafrælsi. [...] russiska forsetavalinum. Colin Powell, uttanríkisráðharri, segði sunnukvøldið við sjónvarpið Fox News, at russiska demokratiið kann ikki fáa altjóða viðurkenning, fyrr enn øll valevni hava somu atgongd til
ongum. Kristian á Neystabø, formaður í B36, váttar, at álopsleikarin helst tekur eitt ár afturat í Íslandi. Ikki minst tí hann hevur fingið at vita, at hann við einum fimta ári í Íslandi kann fáa íslendskt [...] Hinvegin hevur B36 nú aftur ætlanir um at styrkja seg á málverjasessinum. Eftir at danski Henrik Bødker varð vigaður og funnin ov lættur, varð annars roknað við, at Tróndur Vatnhamar sat tryggur á hesum [...] Hondbóltur Tað hevur leingi ljóðað, at B36 í ár skuldi hava tilgongd av einum brasilskum álopsleikara, sum seinastu árini hevur roynt seg í íslendskum fótbólti. Nú er tó líkt til, at hesin styrkur verður av ongum