hevur sett liðið, sum í kvøld skal takast við lettiska Ventpils í 1. umfari í Europa League. Talan verður um teir somu ellivu, ið byrjaðu dystin móti TB. Les eisini: Europa League dagur í dag Víkingur: (4-2-3-1): [...] úti við fipur í baklærinum, meðan Sámal Jákup Joensen hevur brotið sær hondina. Annað enn tað, so eru allir menn tøkir, men tað hevur sett síni spor, at Víkingur hevur spælt nógvar dystir í seinastuni. - [...] hevur seinnu árini staðið seg væl í heimligu kappingini, har liðið hevur vunnið seks meistarheiti og seks steypasigrar. Í 2009 kom liðið eisini víðari til bólkaspælið í Europa League. - Vit hava roynt at
Sunnudagin var evsta mark at náa úttøkukrøvini í frælsum ítrótti til Oyggjaleikirnar á Jersey í summar, og í gjárkvøldið var landsliðið í frælsum ítrótti úttikið. Heimasíðan Frælsur Ítróttur Føroyar skrivar [...] rin, Niels Jákup Jakobsen, hava sett navn á íðkararnar, sum skulu við til oyggjaleikirnar á Jersey í summar. - Nógv hevur verið lagt fyri seinastu tíðina til at røkka einum oyl-plássi, og í onkrum førum [...] førum er tað eisini eydnast. Í øðrum førum hevur verið sera nær við, skrivar Hallur Holm, formaður í Frælsur Ítróttur Føroyar. Endaligi hópurin sær soleiðis út: Hanus Bergsson, Hvirlan – spjótkast Hallur
hvussu nógv arbeiðspláss seinastu árini eru skapt í Suðuroy, í Eysturoy og í Norðoyggjum av teimum íløgum, sum fyritøkur hava gjørt har, og tað sama í øðrum landspørtum. Tað verður stórur smeitur fyri [...] sum í dag verður brúktur til íløgur og arbeiðspláss kring landið, ístaðin kravdur inn í landskassan. Ávirkanin av hesum verður eitt nú: • Størri ótryggleiki í vinnuni • Minni avlop og íløguorka í vinnuni [...] vil flyta peningin frá fyritøkunum, sum í dag gera risastórar íløgur og skapa hundraðtals arbeiðspláss kring landið, og harvið fara hesar fyritøkur, sum eiga lívið í økjunum kring landið at missa íløguorku
viðurskiftir frá lærda háskúlanum í Ålborg og eina M.A. í leiðslu innan list frá London City University. Seinastu átta árini hevur Urd starvast sum verætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum. - Eg havi nakað [...] bókmentaøkið við í skjáttuni frá mínum fyrrverandi størvum í Norðurlandahúsinum og innan ferðavinnuøkið, og eg kenni meg væl brynjaða til uppgávuna, sigur Urd Johannesen, sum byrjaði í starvinum týsdagin [...] FarLit er heiti á verkætlan, ið varð stovnað í 2012 og hevur til endamáls at hækka vitanarstøði um føroyskar bókmentir í útlondum og skapa øktan útflutning av bókum Frá byrjan hevur Jenny Johannessen,
Nýggjur formaður er Jonhard Joensen. Hann hevur sitið í stýrinum síðani 2003 og verið næstformaður síðstu árini. Fyri Árna er Pól Jákup Poulsen valdur í stýrið. Hinir stýrislimirnir eru: Símun Hansen, næ [...] verður tann bygningurin niðan móti Skipholti. Í dag 4. juni kl.14. verður hátíðargudstænasta í Háteigiskirkju við Jógvani Fríðrikssyni, bispi. Móttøka verður í Ørkini frá Kl.15.00 til 18.00. Sunnudagin 5 [...] Í sambandi við 25 ára haldið fyri Ørkina hevur stýrið havt fund og skipað seg av nýggjum. Árni Jacobsen, sum hevur verið í stýrinum síðstu 15 árini og formaður síðstu mongu árini, er farin frá sum formaður
borgarstjóri í Havn fær frá tjóðveldisumboðunum í Tórshavnar býráð eftir orrustuna, sum nú stóðst av uppskoti Tjóðveldis um at kanna, um tað ber til at gera eina góðshavn á Sundi heldur enn í Havn. Í lesarabrævi [...] lesarabrævi í kvøld, sum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER , sigu tey trý tjóðveldisumboðini í Tórshavnar býráð, Jógvan Arge, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam, at tað stendur fast, at Tórshavnar havn hevur ikki [...] men hann verður ætlandi mangt slíkt, tá liðugt skal verða í 2018. Óvissurnar í byggiskránni eru nógvar, og tí er nógv enn, sum skal loysa seg í sjónum, sum norðmaðurin segði, siga tey trý. Lesarabrævið
sketsjum og monologum í ólavsøkukabarettini í ár. Tað verður ikki sami bólkurin av kvinnum, sum í fjør syrgdu fyri ólavsøkukabarettini, ið aftur í ár verða á palli í Sjónleikarhúsinum. Í staðin verða tað teir [...] Persson. Hann sigur, at ætlanin er at undirhaldið skal vara í ein tíma. - Eg vit væl, at tað fyrr í tíðini var vanligt, at kabarettirnar vardu í hálvan annan tíma, men tað tykist ov leingi, tí fólk hava [...] fólki, sigur Bárður Persson. Hannsigur, at teir hava úr at gera í hesum døgum við at leggja kabaduoina til rættis. - Men eg eri vísur í, at vit klára at seta eitt gott undirhald upp til ólavsøku, sigur
Gudmundsen. Kvotan minkað næstan niður í helvt Toskakvotan er nógv minni í ár enn hon var í fjør. Í ár er kvotan 1.907 tons í mun til 3.911 tons í fjør. Talan er um felagskvotu. Í fjør vóru 2.635 tons felagskvota [...] Tey seks frystilínuskip, sum hava fingið loyvi til at royna á Flemish Cap í ár, eru Jákup B, Ågot, Eivind, Kambur, Stapin og Jógvan I. Nýggi Klakkur, sum júst er keyptur úr Norra, fer eisini at fáa fiskiloyvi [...] aftur í 2021, sigur Hávldan Gudmundsen. Skipini plaga at hava sera góðan fiskiskap á Flemish Cap, og um veðrið er til vildar, tekur tað umleið 10 til 13 dagar at fiska kvotuna, metir formaðurin í felagnum
vandamikið í Fuglafirði, men við einari gyltari sending frá einum kendum landsliðsspælara í hondbólti, Hilmari Leon Jakobsen eydnaðist tað oddaliðnum at vera eitt mál betur enn fuglfirðingar í dag. ÍF – [...] sum eru uttanfyri ikki so væl fyri sum fyrr í ár, og hendan støðan hevur tvungið hann í hondbóltshøllina eftir fólki, sipandi til Hilmar Leon Jakobsen. Hóast oddalið koyrir Jenst Berthel Askou favorit [...] favorittleiklutin frá sær nú HB skal spæla áttandapartsfinalu móti KÍ í kappingini um løgmanssteypið norðuri í Klaksvík komandi mikukvøld. Hans Jørgen Djurhuus, ið venur ÍF saman við Ólavi Larsen iðrar seg um
ikki hava megnað fyrr í ár, nevnliga at vinna á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu. Í fyrsta álopinum, sum teir høvdu, løgdu víkingarnir seg á odda 1-0. Jákup Johansen spældi fikst í vinstru til Sølva Vatnhamar [...] umvegis tvørtræið og í málið. Í 82. minutti eydnaðist tað at javna. Innskifti Boris Dosljak legði flatt innfyri úr høgru, Páll Klttskarð royndi við nærra stólpa at stýra bóltin í málið, men tað eydnaðist [...] víkingum í Sarpugerði, og soleiðis var tað eisini ídag. Hann skoraði sigursmálið til 2-1, og so var fagnaður í leguni hjá gestunum - Hetta er eitt einastandandi avrik, segði Mikkjal Thomassen í samrøðu