Í gjár var løgreglan rættiliga úti um seg í ferðsluni og í hesum sambandi vóru tey bæði í Vágum og í Eysturoynni og kannaðu ferðsluna. Úrslitið av tí var, at í Vágum fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið [...] klipp í koyrikortið. Teir koyrdu allir ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman har tað annar er loyvt at koyra 80. Oman á tað fáa teir eisini ein bót upp á 1.500 – 2.000 krónur í part. Í gjárkvøldið fekk ein [...] um. Hann hevði ikki tol at liggja aftan fyri ein lastbil og tískil yvirhálaði hann mitt inni í tunlinum, og tað er ikki loyvt.
uttan sorg, og at tað finst heldur ongin sorg uttan vakurleika. Tað var hesa kenslu, eg ynskti at raka við lagnum, og eg eri eisini fegin um tað, sum er komið burturúr við upptøkuni. Tað er tí við takksemi [...] Dahl. Í hesum arbeiði er tað tó meiri enn so komið fyri, at Knút hevur verið hugtikin av skaldskapi Dahls. Tónaskøld reagera ofta uppá skaldskap við at smíða løg til. Hetta var tað, sum Regin Dahl sjálvur [...] tónaskald setti hann lag til hundraðtals yrkingar eftir bæði føroyskar og evropeiskar yrkjarar. Kortini var tað sjáldan, at Dahl setti lag til egnar yrkingar. Knút hevur nú smíðað nøkur løg til úrvaldar Dahl yrkingar
hon so vakurt. Eitt sum Gigga gekk sera høgt upp í var, at húsini vóru pen, væl mála og alt í góðum standi. Inni var hon soleiðis at alt skein, hon var ein av teimum sum vaskaði reint, hetta galt eisini [...] sangkórið. Eg minnist tað, sum eina góða og gevandi tíð, sangur hevði Giggu’sa stóra áhuga, og gott hevði hon málið at syngja við, tað prógva bondini, sum Herman og hon sungu inn. Hetta var eitt vælsignilsi [...] ofta enn at hoyra. Gigga var persónliga trúgvandi. Hon og maðurin settu ikki ljósið undir skerpuna. Tey reistu nógv runt og boðaðu gleðiboðskapin saman við orðinum. Har hon var, hevði hon gittarin við,
hevur givið út: Tú andar enn í mær :Sera inniligt og væl úr hondum greitt Tá eg sá og hoyrdi nýggja sangin, sum Nomi og fleiri við henni hava lagt úr hondum, er tað fyri meg og mong ikki sørt sorgblítt, men [...] spyrjandi, hví hetta skuldi verða so, men harðast var hetta fyri familjuna, sum mátti fáa ein gerandisdag – har teirra maður og pápi manglaði. Eli var eisini sangari í okkara bólki Te Deum, har vit bara [...] skal, tí eg ivist onga løtu í, at fyri Nomi og hennara, er hetta teirra máti at minnast og goyma. Tað er onki at taka seg aftur í, at Nomi hevur arvað ein sangskatt, sum hon síðani í mongum ymsum høpi
soleiðis í fótasporunum hjá undanmanni sínum. Tað er greitt, at ein ávís vinnulig veiða á Føroyabanka í stóran mun fer at fylgja tilmælunum hjá Havstovuni, og tað er í her, at nevndu 200 dagarnir eru komnir [...] verið gjørdar við avmarkaðari garnaveiði eftir havtasku. Ein av bátunum, sum var sjey dagar á Føroyabanka tíðliga í fjør heyst, var útróðrarbáturin Brandur, sum Janus Sørensen á Viðareiði eigur og rekur. Hann [...] hann. Spurdur, hvussu árið í fjør annars vignaðist hjá teimum, sigur Janus Sørensen, at árið var gott, og í longri tíð hevur prísurin á ráfiski verið góður - ja, so góður, sum hann neyvan áður hevur verið
útgreining er í dag 16-17 mánaðir. Vit skulu minnast til, at tað tekur líka langa tíð at koma hartil, sum tað er at standa á bíðilistanum. Tað er púra burturvið, at børn skulu standa á bíðilistum so leingi [...] Børn og ung skulu ikki dragast við sálarløstir alt lívið orsakað av, at hjálpin ikki var har, tá brúk var fyri henni. Talið av børnum og ungum við sálarligum avbjóðingum økist og hetta ávirkar ikki bara [...] tíð, hevði tað møguliga fyribyrgt, at barnið nakrantíð kom út fyri so stórum mistrivnað. Endamálið má vera, til eina og hvørja tíð, at seta so tíðliga inn sum gjørligt, og so skjótt sum tað varnast, at
Saintfiet var venjari hjá B71 í 2002 og 2003, og síðan hevur hann vant fleiri afrikonsk landslið. Hann hevur vant Gambia síðan 2018. – Tað var rættiliga óvæntað, at vit komu í endaspælið, og tað er eitt [...] Cup of Nations, sum verður hildið í Kamerun í hesum døgum. Tað kom rættiliga óvart á, at Gambia megnaði at spæla seg í endaspælið, tí landið var styrkismett sum nummar 172 í heiminum – vit kunnu siga langt [...] bókaspælið í Africa Cup of Nations er liðugt, hevur Gambia spælt seg víðari og er ósigrað í trimum dystum. Tað verður roknað su sensatión. Gambia vann fyrsta dystin ímóti Móritania, teir spældu javnleik ímóti Mali
hóast børnini fáa staðfest koronu. Tí varð hetta eitt av málunum, sum var til umrøðu, tá mentanarnevndin hevði fund týsdagin. Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. Jóhanna Christiansen, forkvinna í [...] koronu. Nógv hava upplivað at sita inni í langa tíð, og fyri nógv hevur hetta uttan iva verið ein avbjóðing. - Vit hava øll tørv á frískari luft og sosialari samveru, men tað kann tykjast trupult í einari slíkari [...] fólk fara at taka væl ímóti hesum. Spæliplássið í Kráargøtu er nýtt og stórt, og tí var nevndin samd um, at hetta var mest upplagda spæliplássið til hetta endamál, leggur hon aftrat. Kommunan setir skelti
høvðusvenjari, mást tú síggja tað sum høvðusvenjari. Mítt arbeiði er at taka rættu avgerðirnar fyri liðið og felagið. Tað var eisini stórur dramatikkur í Leicester í gjár. Heimaliðið var á odda 2-1, tá 94 minuttir [...] Brentford, meðan Tottenham vann ein dramatiskan 3-2 sigur á Leicester. Seinastu tvey málini komu langt inni í yvirtíðini. Uppflytararnir úr Brentford høvdu ikki færri enn fimm danskarar í uppstillingini, tá [...] hálvleiki, men skoraðu málini. Anthony Elanga, Mason Greenwood og Marcus Rashford skoraðu málini. Tað fall ikki í góða jørð hjá Cristiano Ronaldo, tá hann bleiv skiftur úr við støðuni 2-0. Hann vísti sína
Orsøkin var ein ung fitt genta, sum búði langt frá alfaraveg. Hon búði saman við foreldrum og systkjum inni á trøðni - í dag eitur tað Støðlatún. Mest nýtta gongdin fyri at koman niðan til húsini var frá [...] áarbakkanum. Alskurin til Sandá byrjaði longu tá. Tað var spæliplássið hjá børnum og hálvvaksnum; beint niðanfyri húsini var svimjihylurin og nakað longur burtur var mylnuhylurin. Hendan fitta gentan og eg bygdu [...] børn, sum eisini elskaðu at fara oman í ánna. M.a eru tvey av teimum vaksin í dag og búgva í USA. Tað fyrsta tey gera, tá tey koma á vitjan, er at fara oman í ánna. Nógv er broytt gjøgnum árini. Her á