ætlanum um at leggja eyka avgjøld á flogferðir. Tað skrivar Nordjyske, sum endurgevur Rasmus Prehn, fólkatingsmann hjá Javnaðarflokkinum. Hann sigur við blaðið, at stjórnin er komin til ta niðurstøðu, at avgjald [...] løsning«, og var grundgivið við, at hetta fór at ganga umhvørvinum. Søren Svendsen, stjóri í Aalborg Lufthavn fegnast um avgerðina og sigur við Nordjyske: Tað er sera gleðiligt, at skilvís hevur sigrað. Tí líka [...] avgjald á flogferðaseðlar fer at hava fleiri óhepnar avleiðingar við sær enn fyrimunir. Uppskotið er tí ikki longur partur av av skattanýskipanini hjá stjórnini. Javnaðarflokkurin og SF høvdu annars uppskot
Orðabankin er nú tøkur hjá øllum at taka niður sum royndarhald á heimasíðuni www.ob.fo, har vegleiðing eisini er at fáa. Hetta haldið varar í 60 dagar. - Málið er, at frá 1. august er varandi avtala gjørd [...] NÁM. Við hesum stigi vóna tey, at lesing verður munandi lættari hjá teimum, sum higartil hava havt tungt við tí. - At skipanin er tøk hjá øllum, meta vit sum bestu leiðina at ganga. Tá eru ongar fíggjarligar [...] forriti at hjálpa orðblindum, lesiveikum og øðrum. Nú er hetta forritið tøkt. Upprunaliga avtalan er gjørd millum Auxilior Technology og Føroya Skúlabókagrunn. Arbeitt verður framvegis við at skipa varandi
sigur við danska kringvarpið, at bumbuatsóknin kann vera ein háttur hjá mafiuni at gera vart við, at hon er framvegis virkin har suðuri í Italia. Hon vísir eisini á, at júst í dag verða fleiri mótmælisgongur [...] fjølmiðlar rógva nú framundir, at mafian kann hava samband við bumbuspreinginginina uttan fyri ein vinnuskúla í býnum Brindisi í morgun. Fjølmiðlarnir hefta seg við, at skúlin hevur navn eftir konu dómaran [...] mótmælisgongur ímóti mafiuni. -Eitt annað er, at dómhúsið í Brindisi er beint við síðuna av vinnuskúlanum, og at bumban kanska var ætlað dómhúsinum, sigur Charlotte Sylvestersen við DR. Italsku myndugleikarnir
elnýtslan at vera stór um summarið. Orkufelagið Kansai Electric, sum letur fyritøkum og ídnaðarvirkjum í býunum Osaka, Kyoto og Kobe elorku, hevur boðað frá, at tað verður neyvan ført fyri at nøkta tørvin [...] myndugleikarnir á fólk um at spara orku. Síðani eru allir teir 50 reaktorarnir í landinum sløktir, og tað er óvist, nær ella um teir verða tendraðir aftur. Ídnaðarfyritøkur hava boðað frá, at fáa tær ikki nóg mikið [...] mikið av orku, hava tey ikki annað í at velja enn at flyta virksemið til okkurt annað land.
morgin í sambandi við, at NATO heldur toppfund í býnum. Hermenninir hava fingið heiðursmerki fyri at hava verið hermenn í Irak og Afghanistan, men nú ætla teir sær til Chicago at lata heriðurmerkini aftur [...] ini fyri at gera tænastu í altjóða krígnum ímóti yvirgangi, men tað var eitt kríggj, sum bygdi á lygnir og skeivan politikk, stendur í einum boðskapi frá hermonnunum. Tí hava teir gjørt av at fara til [...] til Chicago at handa embætismonnum hjá NATO heiðursmerkini. Kann tað ikki lata seg gera, umhugsa hermenninir at tveita heiðursmerkini uttan fyri ráðstevnubygningin, júst sum teir gomlu Vietnam-hermenninir
Føroyum. TAKS sigur at enda í sínum svarskrivi til fíggjarnevndina: »Tað er eisini ein spurningur, hvussu ein vøra uttan vørunummar skal skrásetast. TAKS hevur ilt við at síggja, at hetta kann gerast øðrvísi [...] verður ikki bert víst til, at um uppskotið hjá fíggjarmálaraðharranum um avgjald á sterkt øl ikki verður samtykt, so skal tað tollast sum veikt øl. Víst verður eisini til, at um nevnda uppskot ikki er samtykt [...] fram til, tí við síðuna av hesum oman fyri nevnda skal eisini havast í huga lógarásetingin um, at loyvt er at selja øl sterkari enn 5,8% alkoholvolumen frá 1. apríl 2012.
og føroysku tónleikararnir lótu sera væl at allari fyrireikingini og ikki minst umstøðunum í bygdini. Sum skilst ivast tey ikki í, at verða tey spurd aftur um at luttaka næsta ár, so er svarið játtandi [...] ali í Sørvági eru so væl nøgdir við tiltakið og hava fingið so góðar afturmeldingar at tey hava avgjørt, at bygdin aftur skal skipa fyri einum stórum tiltaki næsta ár. Tað upplýsti ein av høvuðsfy [...] hálvtalað er orð. Mett verður at eini 2000 fólk vóru í Sørvági hesar báðu góðveðursdagarnar. Fyri tey sum ikki vóru á ársins festivali ella fyri tey sum ætla sær aftur, er vert at seta dagarnar 7. og 8. juni
eina loysn, sum ber í sær, at Bashar al-Assad, forseti, verður trýstur frá. Samstundis hevur andstøðan í Sýrialandi sagt, at hon fer ikki at góðtaka nakra loysn, sum ber í sær, at Assaf verður sitandi. U [...] sambandi við stríðið í Sýrialandi, segði, at stríðið kann enda sum ein álvarssom altjóða kreppa. Hann legði afturat, at stórveldini eru samsek, um tað ikki eydnast at fáa eina avtalu, sum kann steðga harðskapinum [...] ætlan, sum skal fáa enda á harðskapinum í Sýrialandi. -Søgunnar dómur verður harður, um vit ikki megna at semjast um eina avtalu um Sýrialand, segði Annan í setanarrøðuni í Genéve.
Abelsen og Palle Christiansen eru nøgd við úrslitið, at danski forsætismálaráðharrin eftir at hava umrøtt hendingina, er sinnað at skipa soleiðis fyri, at hildnir verða felags politiskir fundir á altjóða [...] Á fundinum vórðu partarnir samdir um, at viðurskiftini framyvir frá danskari síðu skulu skipast betur, tá ið Føroyar og Grønland luttaka á altjóða ráðstevnum, og at tað sostatt skulu skipast serstakir fundir [...] føroyskar, grønlendskar og danskar ráðharrar. Fundurin við forsætismálaráðharran varð fingin í lag eftir, at tað brádliga varð ógreitt frá danskari síðu, hvussu Føroyar og Grønland skuldu takast við á slíkum
nevniliga frá, at nú er útselt. Tó ber enn til at ogna sær eindagsatgongumerki til allar dagarnar uttan leygardagin. Samstundis boðar festivalurin frá følskum atgongumerkjum. - Eftir at festivalurin hevur [...] hevur boðað frá, at eingi atgongumerki eru eftir, eru atgongumerki seld frá óofficiellum støðum, mangan til alt ov høgan prís. Tað kann vera trupult at síggja, um hesi atgongumerkini eru verulig. Um at [...] Soleiðis ber til at steðga ólógligum atgongumerkjum. Festivalurin kann ikki kanna, um atgongumerkini eru í lagið ella ikki áðrenn gestirnir koma á øki, og tí heitir festivalurin á fólk um at hugsa seg væl