njóta væl av. Um sama mundið fóru sumbingar at hugsa um at fara undir at taka eitt veruligt tak fyri at fáa kirkjuna í stand og fyri at framja ábøtur. Nevnast kann at vatn var ikki inni og bert elhiti. Peningurin [...] var, at Suderø Kirkekasse ikki hevði orku at fíggja byggingina og mælt verður til, at aðrir kirkjukassar lata Suðuroyar Kirkjukassa eitt rentufrítt lán. Brævaskiftið er og at enda verður farið at bróta [...] kirkjuna. Prósturin kemur uppí í 1885 og nenvd verður sett at arbeiða við málinum. Stutt kann t.d. nevnast, at nevndin vísir á, at ein møguleiki er at áleggja bygdarfólkinum pliktarbeiði. Bygdarfólkið hevur
fyri at ávirka fyrisitingina. Virðingin fyri umboðsmanninum fær tað ikki betur av, at Páll á Reynatúgvu ótarnaður sleppur at grugga og møsna um hetta mál yvirfyri onkrum mikrofonhaldara og enntá at samanbera [...] skal eitast at vera óheft, eru ótroyttiligir verjar av margháttliga umboðsmannavalinum. Eg havi ikki ætlað mær at skriva nakra greinarøð um hetta mál, men tá tingformaðurin ótarnaður sleppur at reingja sannleikan [...] greitt, at umboðsmaðurin eigur at koma við tilmæli. Tað gjørdi umboðsmaðurin ikki! Lógin bleiv ikki fylgd og tí bleiv ruðuleiki í tinginum. Hvat punkt 5 viðvíkur staðfesti rætturin fyrr í ár, at nakrar
starvsfólk at umhugsa at leita sær aðrar leiðir, har orkan fer til at tryggja lívskvalitet og at bjarga mannalívum – og ikki til at liggja støðugum stríði við fólkini omanfyri, sum av røttum áttu at skipa nøktandi [...] bróstkrabba, og at fortreytin fyri bata er, at krabbin verður staðfestur tíðliga. Nýggju og herdu leiðreglurnar eru sum skilst avleiðingin av, at serlæknar vanta í á røntgenøkinum. Bíðitíðin at sleppa framat [...] einfalt er tað. Avbjóðingin er, eins og í øðrum útjaðarum, at halda uppá verandi serlæknar, at seta við, tá ið teir fara frá fyri aldur, og at lokka nýggjar og eldhugaðar serlæknar hendan vegin. Men tað
árini, har virðini eru býtt út uttan rótfesti í nakrari lóggávu ella at gjøgnumskygni hevur verið í. Og nú ætlar man eftir øllum at døma at lata loyvi endaliga út til tey, sum av tilvild eru inni í vinnuni [...] tíðina til at gera eina skipan, ið er rótfest breitt, bæði politiskt, í vinnuni og samfelagnum annars. Halgir Winther Poulsen mælir til at gera, eins og gjørt varð við kolvetnislóggávuni, nevniliga at seta eina [...] Poulsen og heldur fram: - Velur politiski mynduleikin ella umsitingin at taka loyvið frá einum skipi, so hevur viðkomandi reiðari rætt til at verða viðfarin eins og øll onnur. Tað er eisini grundleggjandi í
ikki lættir at finna – sjálvt við teirri mest framkomnu tøknini. Serfrøðingar vísa á, at Harrans Mótstøðuherur letur eingi elektronisk spor eftir seg, og harafturat er lendið sera væl egnað at fjala seg [...] dømi um, at børnini hava verið tvingað til at myrða sína egnu familju. Tey seinastu árini hevur Harrans Mótstøðuherur verið virkin í Kongo, Suður-Sudan og í Miðafrikanska Lýðveldinum, men av tí at mynd [...] kravi um, at hann og hansara menn skuldu sleppa undan rættarsókn. Joseph Kony heldur seg sjálvan hava eina andaliga serstøðu. Børn, sum eru flýdd frá honum, siga, at hann tosar ofta í tungum, og at hann vil
tíðliga, at nógvir at teimum eru byrjaðir at spæla í Okkaradeildini, og tað er sera jaligt at teir fáa avbjóðingar á høgum støði. Tað snýr seg um komandi summar Spurdur um liðið kennir trýst á sær at endurtaka [...] tað seg bert um at fyrireika okkum til í summar, staðfestir venjarin. - Men tað er heilt vist, at í summar hava vit ætlanir um at spæla við um fremstu plássini. Tað hava vit eisini víst, at vit megna, leggur [...] Juliani Johansen er venjari hjá føroysku dreingjunum. At tað júst gjørdist Sparkassen Cup var, at tann innbjóðingin kom skjótt, og tað tí gjørdist lættari at fyrireika. - Harafturat er góðskan í hesi kappingini
í Suðuroy hava givið upp og ætla at tveita eldraøkið frá sær upp í føvningin á landsmyndugleikanum aftur. Í einum uppriti siga tær, at: „Endamálið við fundinum var at varpa ljós á støðuna í Suðuroynni [...] í felagnum, kanska tí at hann av onkrari, meiri ella minni kendari, orsøk hevur trupulleikar av at samskifta við Fíggjarmálaráðið um hendan spurningin. Nú tykist kortini onki at vera óført, táið tað snýr [...] gangandi fót. Kanska tí at Móses 1:3:19 í stóran mun er kreddan í hugburði og gerandisdegi. Vit ynskja ikki at vera meiri eins enn onnur mótvegis landsmyndugleikanum, vit ynskja bara at lógir, kunngerðir og
ætlan við hølunum uppi á, og í dag sigur hann, at henda verkætlanin er um at vera klár at sjóseta, og bara nakrir snøklar mangla. Tað skal eftir øllum at døma vera nakað, ið ikki er sæð áður í Føroyum [...] Mat- ella dansistø eru latin aftur, eru latin upp, fara at lata upp, hava skift eigara, fara at skifta eigara og so framvegis. Hetta má sigast at verða tann beint øvugta gongdin av tí, ein kundi væntað [...] Kliché, sum ikki kláraði at fáa nóg nógvar betalandi kundar inn á gólvið, til at hon kundi bera seg. Kaffihúsið: Av Nólsoyar Páls torginum og út móti Tinganesi eru vit ikki noydd at ganga serliga langt, áðrenn
so framvegis. At viðganga, at hetta vóru skeivar avgerðir og at royna at koma afturum aftur, kundi verið ein erlig søk. Men at turka egnar trupulleikar av sær við ósannindum og enntá at geva embætisfólki [...] havt ætlanir um at leggja meg út í sjálvrannsakan javnaðarfloksins – og haldi satt at siga ikki tað er hugaligt at uppliva gongdina. Men sum fólkavald á tingi kunnu vit als ikki góðtaka, at leiðandi politikari [...] veljaranum at taka fólkaræðisliga støðu ella skilja millum rangt og rætt, um politikarar sleppa at lúgva seg burturúr trupulleikum. Í Degi og Viku førdi politiski formaður javnaðarfloksins fram, at javnað
r eru givnir at veiða hann, tí at EU í fleiri ár hevur forðað teimum í at sleppa av við úrdráttir úr kobba. Havið kring Føroyar yður í makreli, og EU víðkar nú harðræðið sítt, soleiðis at føroyingar skulu [...] Við bíbilskari vissu verður sagt, at eitt ríkið, sum kemur í stríð við seg sjálvt, skal ganga til grundar. Hvussu her fer at verða, fáa vit at síggja, men sigast skal, at Danmark ikki av sínum eintingum [...] meistarligan hátt, vildi nú hava tann blinda við Tinghúsvegin at leiða tann blinda í Nesinum. At gera løgtingssamtyktir um at royna sítt besta, eftir at hava gjørt sítt versta, er ein sigandi mynd av, hvussu