hann úr samgonguni. Hetta er ikki politikkur fyri alt landið. Hetta er politikkur fyri egnari politiskari karrieru – við einari rokning, sum øll skulu rinda fyri. Og vit síggja suðringar í øllum flokkunum [...] munandi økta skuld í minst 20 ár – og sum fer at forða fyri øllum øðrum neyðugum íløgum langt fram í tíðina Við hesari skuldini verður tað ikki pláss fyri nýggjum bústøðum, betri heilsuverki, betri skúlum, [...] lovaði at gera gerandisdagin lættari fyri vanliga føroyingin. Í veruleikanum gera tey tað øvugta: Tey gera framtíðina tyngri, myrkari og fátækari. Tølini tala fyri seg: Føroyar hava ikki ráð Fíggjarlógin
upphæddir er talan um at spara í pensjónum? 6. Hvussu ætlar landsstýrið at virka so fyri, at kommunurnar gerast førar fyri at fíggja eldraøkið komandi 5-10 árini, sum alsamt gerst tyngri? 7. Hevur landsstýrið [...] sum er ein týðandi fortreyt fyri nýskipan og bygnaðarbroytingum hjá tí almenna? Viðmerkingar: Tað er greitt longu nú - við tí búskaparstøðu, sum vit standa í og við teimum útlitum sum eru - at vit kunnu [...] kurin legði fyri Løgtingið eitt uppskot til samtyktar, dagfest 4. oktober 2023, har heitt varð á landsstýrið um at seta eina nevnd við óheftum serfrøðingum at lýsa og kanna og leggja fyri Løgtingið eina
vóru soleiðis skikkað, at tey vóru ósjónlig hjá teimum, sum vóru ódugnalig í starvi sínum ella býttari enn fólk flest. Keisarin vísti klæðini fram fyri øll í býnum, men ongin tordi at siga, at tey ongi [...] stórliga bangin fyri, at ævintýrið um Suðuroyartunnilin endar sum ein marrudreymur, um vit ikki steðga á, anda djúpt og taka eina væl grundaða avgerð, sum er gjøgnumskygd og skynsom – í dag og fyri ættarliðini [...] stóran ampa fyri heimasandsfólk. Skúvoyggin fer at hanga í einum klønum tráði – ella rættari “tarmi”. Og farleiðin úr Suðuroynni til meginøkið fer samanlagt at vera longri, sum hvørki er gott fyri umhvørvið
skuldu koma til nyttu sum gróðrarmikil tøðevni ístaðin fyri at verða blandaðar saman við øðrum burturkasti og brent í brenniovninum á Hjalla. Fyri hetta og áhaldandi arbeiðið við umhvørvisspurningum, burðardygd [...] sær til Umhvørvisdeildina í Tórshavnar kommunu fyri at vita, um kommunan kundi vera við í eini loysn, har kommunan tók ímóti lívrunna tilfarinum og syrgdi fyri, at tað varð komposterað. Men tað læt seg ikki [...] týdning fyri komposteringina, at tilfarið er í so smáum bitum, sum til ber, og tí hevur verið arbeitt við at menna ein hátt at skera komposttilfarið sundur við serligum amboði. Eftir at hava skipað fyri skiljing
høvdu meldað til í teimum seks ymisku greinunum, kappast var í. Fleiri reiðfólk luttóku tó á ymiskum rossum og nøkur pør luttóku í fleiri kappingum. Børn, ung og vaksin kappast fyri seg. Kappast var í [...] tó bert til at skeiða skjótt á beinum strekki, og av tí at banin er heldur stuttur, er bert pláss fyri at skeiða einar 60 m. Leygardagin vóru so finalurnar á skránni – flott at síggja hesi vøkru og góðu
hin fyrsti í lag veruliga ungdómstelving og skipaða undirvísing fyri børnum síðst í 70-unum. Hesin táttur hevur havt ovurstóran týdning fyri felagið. Andrias hevur eins og hinir vunnið felagnum mangan sigurin [...] eitt skifti formaður í Havnar Telvingarfelag. Í 1973 var hann nummar tvey í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Rubek var millum teir fyrstu í Føroyum, sum fór uttanlands at telva. Longu í 60-unum [...] Italia, ofta saman við vinmanninum Goldney, sum eisini var limur í Havnar Telvingarfelag. Rubek slóðaði fyri í royndunum at vinna Føroyum altjóða limaskap í heimstalvsamgonguni FIDE. Hetta eydnaðist longu í
bara at galda fyri tey, sum verða vald eftir næsta val. Tey, sum sita á tingi í dag, varðveita tað, sum tey hava tjent sær upp higartil í pensjón, og pensjónsaldurin hjá teimum hækkar ikki fyri ta pensjónina [...] vikuni samtykt, at fólkapensjónsaldurin skal hækka til 70 ár fyri persónar, sum eru føddir eftir 1. januar í 1971. Harvið brustu vónirnar hjá teimum, sum kanska hildu, at hetta við 70 ár pensjónsaldri ikki [...] pensjónsskipan – sum gevur teimum pensjón langt áðrenn vanligi danskarin fær pensjón. Í komandi viku skal okkara Løgting taka støðu til at hækka pensjónsalurin til 70 ár hjá teimum, sum eru fødd eftir 1. apríl
vildi verið tað fyriuttan. Tað snýr seg alt um at virka saman. At streva saman. At geva fyri felagsskapin. Fyri tað, sum er størri enn tú og eg og hvørji einstøk okkara. Tað, sum lyftir okkum upp um okkara [...] avbjóðingar, sum kunnu vera so mong og tung. At skapa íblástur og gleði fyri onnur. At savna søgu og byggja upp møguleikar fyri komandi ættarlið. At virða onnur og okkum sjálv á jøvnum føti, við øllum [...] idømi, ið fyri hvønn íbúgva er heimsins mesta. Vit eru í roynd og veru eitt ovurstórt land, um vit máta í aldum, sjógvi, regni, grasi – og kenslum og skapan og samskifti. Vit krevja mál fyri okkum á øllum
stuðla burðardyggari menning í Arktis við størri vitan um veðurlagsbroytingar og avleiðingar av eimum fyri lívmargfeldi, vistskipanir, mentanararv og livikor í Arktis. Verkætlanir, ið kunnu søkja um stuðul [...] skap ella heimstað hjá umsøkjarum, og talan kann tí eisini verða um samstarv við granskarar uttan fyri londini í Ríkisfelagsskapinum. Danmarks Frie Forskningsfond hevur gjørt av, at stovnar í Føroyum og [...] Tað merkir, at til dømis Fróðskaparsetrið fær 44 prosent i fyrisitingarkostnaði, um umsóknir frá teimum verða játtaðar. Freistin at senda inn umsóknir um stuðul til útboðið "Arktisk gransking - Veðurl
ella +28. Hjá KÍ er málmunurin 20-3 ella +17, og tí er tað NSÍ, sum er oddalið, nú mentanarvikan í teimum 15 bygdunum í Runavíkar kommunu er í hæddini. Brandur Hendriksson Olsen hevur higartil í ár átt sín [...] av vøllinum, tá ið tað restaði eitt stórt korter. Og so var hann trífaldur málskjútti. Hann skoraði fyri fyrstu ferð hattrikk í bestu føroysku deildini. Heilt sjáldsamt var tað, at hinir menninir, sum plaga [...] Diaby Ndiaye var millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ, og smáar tíggju minuttir eftir steðgin var hann fyri fyrstu ferð málskjútti. Jasper Van Der Heyden staðfesti 5-0 sigurin. Í næsta umfari fara bæði EB/Streymur