staðfesta, at framtíðar útlitini fyri hvat felagið kann vinna sær ikki var nóg mikið til at svara skuld og útreiðslum. Hóast felagið Barbara í Gongini er danskt, er kvinnan handan kenda merkið føroysk og [...] Danska felagið Barbara í Gongini er farið á heysin. Tað skriva danskir miðlar í dag. Hetta hendir eftir egnum ynski hjá leiðsluni felagnum, sigur bústjórin í konkursbúgvinum, Anders Ørskov Melballe við [...] árini hevur verið yvirskot hjá felagnum, tó at grannskoðanin hevur havt fyrivarni fyri úrslitinum. Nú er tað so farið á heysin og bústjórin hevur stongt heimasíðuna hjá felagnum, so til ber ikki longur at
Vágum har tað er 1,4 prosent og tað er nógv størst í Suðuroy har tað er fýra prosent. Sostatt er Suðuroy framvegis í eini serstøðu, hvat arbeiðsloysið viðvíkur, tí alla aðrastaðni í landinum er lítil munur [...] Sandoy er tað ímillum 1,4 og 1,8 prosent, men so er eitt lítið lop upp til Suðurstreym, har arbeiðsloysið er 2,4 prosent og Eysturoy er tað 2,3 prosent. Hóast arbeiðsloysið er nógv størst í Suðuroy er tað [...] seinasta árið er arbeiðsloysið minkað eitt vet. Annars er munurin ímillum kynini ikki broyttur við tað, at arbeiðsloysið hjá monnum er 1,7 prosent og hjá kvinnum er tað 2,5 prosent.. Arbeiðsloysið er minst í
rundan um hópin hjá KÍ og HB í dag. Talan er um Jan B. Andreasen, ið er pápi Jákup B. Andreasen sum er ein av stuðulsleikarunum hjá KÍ í dag, og Gunnar Mohr sum er pápi Hera H. Mohr, ið eigur nakrar dystir [...] Arge gjørdi við Jan B. Andreasen og Gunnar Mohr í hølunum hjá KÍ á loftinum í KÍ-høllini, og hoyr hvat gomlu legendarnir tippa og meta um dystin millum KÍ og HB við Djúpumýru, ið byrjar klokkan 18 í kvøld
einki siga, sum nú er. Men eg má fara at tosa við nevndina um, nær vit skulu siga okkara hugsan, sigur Signar Dam, formaður í javnaðarfelagnum í Suðuroynni í dag. Seinastu dagarnar er stríðið á Tvøroyri [...] Hetta er galdandi so leingi javnaðarumboðini í býráðnum á Tvøroyri ikki vilja samstarva við Kristin Michelsen, hevur hann boðað løgmanni frá. Signar Dam, formaður í javnaðarfelagnum sigur, at enn er ógreitt [...] Hann sigur, at í longri tíð hevur tað verið politiskt kríggj á Tvøroyri, og nú tá støðan er koyrd í ein spíss, so er frægast hjá javnaðarfelagnum at bíða við at úttala seg, til man veit, hvussu leikur fer
tíðarskeið. Summi doyggja enntá av hesum fylgisjúkum –Ein afturvendandi spurningur í kjakinum um strongd er, hvat útloysandi faktorarnir eru. Strongd kemur til sjóndar, tá kroppurin og sinnið reagera uppá, at krøv [...] til ein fund á arbeiðsplássinum, greiðir hann frá. Hann greiðir frá, at strongd er eingin einføld líðing, og aloftast er talan um eina kombinatión av tyngjandi viðurskiftum frá arbeiðinum og frá privatlívinum [...] Stongd er ein vaksandi samfelagsavbjóðing, og regluliga hoyra vit um úrslit av kanningum, sum vísa á stórar upphæddir av peningi, ið verður burturspiltur, og um fólk, ið verða illa fyri av fylgisjúkum
í bestu deildini. Tað kom hann bara væl frá. Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna - Tað er gott at vit hava ein klassa málverja í Róa at koma inn. Hann spældi væl og kundi einki gera við málið [...] Hann letur illa at fyrra hálvleiki, har tað eydnaðist KÍ at leggja árstalsfelagið undir trýst. Tað er ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at B36 kemur til sín rætt. Les eisini: Brotssparkið kann verjast [...] kanska vunnið, sigur Jákup á Borg. Les eisini: Tórður Thomsen situr nátt á sjúkrahúsinum Hoyr eisini hvat nýggi venjarin hjá B36 hevur at sita um slipsi og skjúrtuna, sum bæði blivu luftaði í dag, hóast veðrið
Skúlanum við Løgmannabreyt harmast almikið um tað, sum aftur nú er hent. Les eisini: Landsroyndin avlýst - Hetta er ræðuligt, fyri at siga sum er. Hetta hendir alt ov ofta, og hetta var dropin, sigur Høgni [...] sjálvt, at hetta er fullkomiliga forvirrandi fyri børnini. Tey fáa jú nervar eins og vit vaksnu. Tey hava fyrireikað seg í fleiri dagar, hava kanska ikki sovið so væl í nátt fyri nervum ella hvat veit eg. Og [...] ikki til, sigur Høgni Joensen. Um tað eru allir skúlar kring landið, sum upplivað sama trupulleika er óvist, men í KT skipanini, sum skúlarnir nýta til at samskifta um royndirnar stendur at lesa, at fleiri
boðað Løgtinginum frá, at grundleggjandi er tað skeivt at lóggeva um kirkjulig viðurskifti, uttan at kirkjan er við í lógarsmíðinum. Og tey halda eisini, at tað er grundleggjandi skeivt at blanda lógarsmíð [...] Føroyum, hava summir politikarar ført fram, at hetta er at bróta kirkjuhurðina upp, og at fara trampandi inn í kirkjuna at geva henni boð um, hvat hon skal gera. Løgmaður kallaði hetta ósakligt, og hann
Men hetta er ikki nakað, sum ávirkar føroyingar, tí longu í fjør settu føroysku televeitararnir hesa skipanina í gildi og tað varð mett sum eitt rættiligt frambrot, tá ið tað hendi. Sostatt er tað umfatað [...] at tosa við, ella senda sms. Men tað eru kortini nøkur hald, har hetta ikki er uppi í, so hyggjuráðini eru, at kannað, hvat telefonhaldið hjá tær umfatar, áðrenn tú ferð uttanlands. [...] Ein nýggj avtala, sum nú er gjørd ímillum ES londini um prísin fyri at brúka internetið og fartelefon uttanlands, fær onga ávirkan á føroyingar. Á hesum øki vóru televeitararnir í Føroyum nevniliga frammanfyri
r annars í heiminum, vit liva í. Hvat serstakt hugsar hon so um at gera í 2017? - Eg ætli mær so nógv, og tað er altíð gongd í fleiri tingum. Men, eitt vakstrarhús er ivaleyst tað, eg havi snakkað mest [...] hava vit gingið/ runnið tvey fantastisk 1/2 maraton í Føroyum í besta summarveðri. Hon heldur, at tað er nakað heilt serligt at uppliva Føroyar í vakrasta veðri. Tað kann ikki lýsast, men má upplivast. Anette