hjálptu dønum ólógliga at kroysta hana niður yvir føroyingar, hava síðan roynt at skapt ta mýtu um hesa lóg, at hon gevur okkum fult vald í Føroyum. Men latum okkum stutt hyggja at hesi lóg, og hvussu hon [...] fingu hesa »salvuna« frá statsministaranum so at siga beint frammaná, vóru eisini teir, sum síðan hava livað av at framført teir floskarnar fyri føroyingum, at Føroya løgting hevur lóggávuvald, samtíðis sum [...] broyting, sum fortreyt fyri at løgtingið skal fáa lóggávuvald, og hetta er heilt eyðsýnt og lætt at skilja, tí danska grundlógin sigur, at bert eittans lóggevandi ting er í danska ríkinum, og tað er f
eg slett ikki at gera mær nakrar tankar um. Hendrik leggur dent á, at tey altíð sita í trygdarbelti, tá ið tey eru í bili, og hendingin sunnudagin ger, at tey ongantíð fara at ivast í, at hetta er besta [...] ógvuliga væl at taka sær av okkum. Eg haldi, at tey virkaðu rættiliga professionell, hóast hetta bert vóru vanlig ferðandi á vegnum um somu tíð sum vit. Hann sigur, at Harald bleiv við at gráta, og tí [...] og ávirka sinnið. Og soleiðis var eisini hesaferð. Tey gomlu plagdu at siga, tá ið ófrættatíðindi bórust, at "onkur eigur tey ella, at onkur grætur um tey". Men hvørji vóru so fólkini, sum seinnapartin
tit hava eisini spælt saman í VB. Ger tað ikki, at tit hava onkur serlig bond í so máta? Pól: Tað haldi eg ikki. Eg haldi, at tað var bara tað eina árið, at vit spældu saman, áðrenn Rúni flutti til Havnar [...] hann, at meðan B36 aftur hevur skuffað eitt sindur, sum vit gjørdu í fjør og í fyrraárið, so hevur HB ikki verið eins støðugt, sum teir annars hava verið. Og eg má eisini siga, at eg trúgvi aldrin, at nakað [...] umfør í framtíðini, so er tað nóg so trupult bara at taka støði í kappingini í ár. Og eg eri samdur í Pól, at slíkan spenning sum í ár, koma vit aldrin at uppliva aftur. Kanska verða tvey lið, sum kappast
sjey kanningar í hvørjum valdømi sær, kann tað væl hugsast at fara at ganga øvugt, tí veljararnir verða leiddir til at brúka sína atkvøðu til at avgera hvønn veg, tað skal fella, tá ið tað stendur á jøvnum [...] liggur framvið at taka annan frá teimum í Norðuroyggum. Uppaftur meiri spenningur tykist vera á Sandoy, har tað er mest sum javnt við Tjóðveldisflokkin, sum óivað fer at stríðast fyri at varðveita mannin [...] Sambandsflokkurin størstur. Sambandsflokkurin stendur til at gera eitt framúr gott hál. Í kanningini fær hann 10 valdømisvaldar, men av tí, at tað fyri tað mesta lagar seg væl við marginalunum í einstøku
tilfar til eina slíka bók at heinta. Serliga í byrjanini av dystinum var leikferðin sera høg, og bæði liðini royndu at gera sera skjótt av við at koma í álop. Hetta gjørdi, at tað til tíðir gekk ov skjótt [...] neistamálinum tvær ferðir í rað tann stóra brølara, at hann drálaði alt ov leingi við at koyra bóltin aftur í spæl, eftir at KÍF hevði skorað. Hetta gjørdi, at tá ið liðfelagar hansara fingu bóltin niðan á miðjuna [...] fyri dómarafelagið um tilburðin, og har var sagt, at tilburðurin var so sjáldsamur, men at rættast var at geva KÍF brotskast. Tað skal viðmerkjast, at umboðið fyri dómarafelagið ikki visti framman undan
ikki dugi at fáa eygað á tær átroðkandi ábøtur og tann proaktiva hugsunarháttin, ið krevst til fyribyrgjan av slíkum vanlukkum. Ikki tí, eg veit væl at tað eru tey, ið ganga á odda fyri at bøta um verandi [...] ávísar tíðir. Hetta at løgreglan vísir seg í ferðsluni til dagligt, hevur stóra ávirkan á bilførarar og er mín vón at hesi tiltøk halda fram og enntá verða fleiri sum frálíðir. Tað er gott at bilførarar verða [...] verða revsaðir fyri at koyra ov skjótt, og eisini um trygdarbeltið ikki er fest, ella annað brot verður gjørt á ferðslulógina. Vert er at nevna, at bótin er uml. 300 kr. verður tú steðgaður av løgregluni
Johnsson. At teir vórðu undirmannaðir bar við sær, at í staðin fyri at seta føroyska liðið undir trýst síðsta hálva tíman so noyddist Frakland í heilt ókendan og lítið dámdan leiklut. Teir royndu at berjast [...] royndi onkra ferðina úti frá, men var ikki nóg neyvur. Kenslan var, at franska verjan var at tosa við, og at tað kundi havt borið til at fingið mál, um álopsspælari við skjótleika og samstundis kropsligari [...] serliga í 2. hálvleiki so mikið eyðsýndur, at tað kom óvæntað á, at hann varð tikin út. John Petersen, Andrew av Fløtum og Atli Danielsen høvdu ikki trupulleikar at fella inn í spælið, tá ið teir vórðu settir
her sigst tað, at Lina sat tá hon skrivaði tann vælkenda sangin "Ongin so kann síni varða". Eitt serligt samband kom at verða millum Linu og pápa hennara. Hetta stóðst fyrst og fremst av, at hon varð búgvandi [...] drúgva og álvarsama umhugsan, tók hon við starvinum. Hetta hevði við sær, at hon flutti til Stokholm at búgva. Her kom hon at kenna nógv fólk og fekk virðismiklar vinir sum Carl Oluf Rosenius, og gjørdist [...] gevandi samstarv, sum kom at hava stóra ávirkan víða um í Svøríki, og ikki minst á umhvørvið niðri við havnina í býnum. Eisini gav Lina sær tíð til at skriva og nú var hon eisini byrjað at umseta bókmentir úr
teoretiskt møguligt at fáa tilsaman 30 stig; tað er helst ongantíð komið fyri, men okkurt dekk hevur tó megnað 25 stig í ár. Og eg loyvi mær at ivast í, at nakað píkadekk hevur møguleika, at fáa eins gott skoðsmál [...] turrari, í mun til at koyra niðarlaga við sjógvin, har tað er vátari og tí nógv hálari í køldum veðri. Tað er á oftast slíkum støðum, at óhapp henda. Og er ivamál um, hvørt ein er førur at koyra trygt í nógvari [...] læruríkt tað hevði verið hjá fólki at sloppið at roynt seg við egnum bili á slíkari hálkubreyt ? undir tryggum umstøðum! Úti í ferðsluni er bert ein einasti háttur at læra hálkukoyring ? ein háttur, sum
Gamla klichein um at Dario Fo fær okkum at flenna, men eisini at hugsa, er sonn. Men tá eg so seti meg at hugsa, eri eg at enda bert ikki samdur við Dario Fo. Evni Dario Fo vil hava okkum at hugsa um her, [...] politisk satira. Dario Fo byrjaði at lesa til arkitekt, men gavst, júst áðrenn hann gjørdist liðugur. Frá 1941 til 1945 byrjaði hann at fáa áhuga fyri pallsmíð, og byrjaði at venja dialogar. Hann las Gramsci [...] eftir pávan og fótbóltin, ið er mamman. Hendan mamman (Beinta Clothier) er farin at roykja hash. Verri er at hon er farin at selja tað eisini, samstundis sum hon roykir hash dagin langan. Arbeiðið hevur hon