skal tí hvørja ferð søkja um loyvi at ferðast til eitt annað land í Evropa. - Eg skal søkja um loyvi á politistøðini hvørja ferð, og tað krevur, at eg leggi ætlanir í góðari tíð. Um eg arbeiddi í Danmark ella [...] Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Visti einki um Føroyar Dhiraj visti lítið og einki um Føroyar, tá hann søkti starvið. - Eg visti, at Føroyar vóru partur av Danmark, men [...] sleppa á eitt skeið á byrjanarstøði í føroyskum. - Tað er ein trupulleiki, at tað bert eina ferð um árið ber til at fara á byrjanarskeið í føroyskum. Tað er leingi hjá einum útlendingi at bíða eftir at
krónur í løn. Áður er upplýst, at stjórin hevur fingið 2,3 milliónir krónur í løn um árið – ella 192.000 krónur í løn um mánaðin teir 12 mánaðirnar, uppsagnartíðin er. [...] 18 milliónir krónur. Tað var fyri at hava brotið kappingarlógina yvir fyri Nema. Hitt málið snýr seg um at bróta kappingarlógina yvir fyri lítla telefonfelagnum Tosa, sum síðani er farið á húsagang. Í tí [...] Kappingareftirlitið til kappingarráðið at taka støðu til, og Kappingarráðið tók undir við tilmælinum um eitt sektaruppskot upp á 18 milliónir krónur. – Vit høvdu dugnaligar løgfrøðingar innan fyri økið,
undanfarna ár. Men tó skal havast við, at um hugt verður eftir 5 teimum seinastu árunum, so er rákið negativt. Feløgini hava framt íløgur fyri 1,9 mia.kr. hetta seinasta árið, og er hetta væl tað hægsta, íløgurnar [...] nettosølu er á 28,3%, og vøksturin er serliga frá hægru oljuprísunum, ið hava verið hetta seinasta árið. Hóast oljufeløgini standa fyri størra partinum av vøkstrinum, so er nettosølan vaksin hjá øllum feløgunum [...] ístað, og hava feløgini sostatt fíggjað íløgurnar við positivum gjaldføri, heldur enn uttanhýsis skuld. Um greiningina P/F Januar hevur gjørt greiningar av teimum stóru feløgunum í Føroyum síðani 2017. Øll
løgmálaráðharrunum, sum var í Reykjavík mánadagin. Norðurlendsku løgmálaráðharrarnir hittast einaferð um árið at umrøða mál og deila vitan innan øki, sum hava felags áhuga. Yvirskipaðu evnini fyri fundin hesaferð [...] greiddi millum annað frá, at ásetingar um sálarligan harðskap og tráfylging verða settar í revsilógina í Føroyum í vár. Somuleiðis greiddi hann frá, at uppskot um kynsliga avnoyðslu og lokking er á veg [...] var í Íslandi, nýtti hann eisini høvi at kunna seg um onnur viðkomandi viðurskifti. Íslendingar eru fúsir at samstarva við føroyingar og at deila vitan um ymisk málsøki, sum Løgmálaráðið arbeiðir við. Bjarni
l. Tær siga, at um persónur fær 2000 krónur ella meiri í vinningsbýti og rentum, so dettur brennistuðulin burtur. Brennistuðulin er 650 krónur um mánaðin og harvið 7800 krónur um árið. Tað ber við sær [...] a at upplýsa, um eitt uppskot um broytingar í lógini er á veg í tingið. Sirið Stenberg svaraði, at tað verður hugt upp á málið í ráðnum, men tað er ikki enn farið undir fyrireikingar um broytingar í lógini [...] vóru á skrá í løgtinginum, var spurningurin um brennistuðul viðgjørdur. Steffan Klein Poulsen spurdi landsstýriskvinnuna í almannamálum Sirið Stenberg, um tað verður arbeitt við at broyta treytirnar fyri
verður tulkað til øll málini. Ein slík týðaraskipan hevði kosta Fólkatinginum 200 milliónir krónur um árið. Formansskapurin í Fólkatinginum er tí komin til ta niðurstøðu, at tað eru ov nógvir pengar at brúka [...] Formansskapurin á Fólkatingi fór eftir ta hendingina at kanna, hvat tað hevði kosta Fólkatinginum, um tey høvdu eina týðaraskipan til føroyskt og grønlendskt, so sum vit kenna tað úr eitt nú ES, har alt
36 stigum. Hóast endastøðan hjá KÍ var væl betri, enn hon var hjá B68, so stóðu toftamenn seg hetta árið væl ímóti KÍ. B68 vann 5-3 og 1-0 á Toftum, og í Klaksvík endaði tað við málleysum javnleiki. Síðani [...] Einasti KÍ spælarin, sum var við í 2014, og sum framvegis er á besta KÍ liðnum, er Páll A. Klettskarð. Um hann kemur á vøllin í kvøld, so verður tað dystur nummar 320 í bestu landskappingini. 2-1 sigursmálið [...] fríggjakvøldið ímóti HB í Gundadali var mál nummar 182 hjá Pálli, sum er ovast á máltindinum. Hetta sama árið – í 2014 – var ein annar av teimum, sum nú manna liðið hjá KÍ, eina lítla løtu á vøllinum. Tað var
hevur seinasta árið gjørt størri nýtslu av norðaru farleiðini í arktiska økinum, sum ger rutuna til Kina stytri. Tað heitara veðurlagið hevur gjørt, at tað nú ber til at nýta rutuna um summarið, sum er [...] kunnu sigla gjøgnum norðara sjóvegin hjá Russlandi gjøgnum arktisku havleiðina til Asia. Talan er um skip, sum ikki eru í sonevndum ísflokki, tá tey ikki eru bygd til at klára seg í viðurskiftum í arktisku [...] skrivar Financial Times. Og avgerðin hevur vakt stúran fyri, at vandin fyri oljudálking í havinum økist, um skipini fáa skaða á túrinum. Tað sigur Charlie Kronick, sum er ráðgevi hjá umhvørvisfelagsskapinum
Útnorðurdagurin Føroyar, Grønland og Ísland samdust í 2017 um at halda ein felags "Útnorðurdag" á hvørjum ári í øllum trimum londunum. Avgerð varð tikin um, at hesin dagur skuldi vera samstundis, sum vit vanliga [...] Bólkurin Enekk varð stovnaður í 1991 og hevði lagið "Eru vit til?" við á útgávuni "Amnesty Tónar" sama árið. 1993-2004 gav Enekk fýra fløgur út. Hóast aðrar útgávur ikki eru komnar frá bólkinum, hevur hann [...] londini markera søguna og mentanina í útnorði. Hetta er fyrstu ferð, at evropeisku londini savnast um Evropeiska Fólkatónleikaradagin (European Folk Day). - Endamálið við degnum er at vísa á týdningin
við til at tryggja atkomu til reint vatn eisini um summarið, tá tað við hvørt er ov lítið til av vatni. Harafturat kunnu úrslitini vera við til at økja um nýtsluna av burðardyggari orku í Føroyum. Óluva [...] Føroyum í dag. Talið av jarðhitaboringum hevur verið vaksandi seinastu árini. Tað hevur givið meira vitan um grundvatnsgoymslur. Óluva R. Eidesgaard, jarðfrøðingur, fer nú saman við øðrum serfrøðingum á Jarðfeingi [...] fyri framtíðar kanningum, bæði tá tað kemur til at tryggja reint drekkivatn til borgarar og vinnu alt árið, men eisini tá tað kemur til at troyta teir orkumøguleikar, sum í dag enn eru óbrúktir. Úrslitini