Bíðaði í tvey ár Hóast tað var fyrsta ferð, at hann fekk møguleikan frá dystarbyrjan á landsliðnum, so tóktist Rógvi ikki at hava so øgiliga stórar trupulleikar av at fella inn á liðið. - Í byrjanini misti [...] miðvøllurin fór at síggja út. Tá tað kom til stykkis, gjørdist Rógvi Jacobsen partur av nýggju samansetingini, og hetta var sjálvandi nakað, sum klaksvíkingurin var fegin um. - Eg fekk einki at vita, fyrr enn [...] bóltar, men yvirhøvur haldi eg tó, at tað gekk so hampuliga væl. Hóast tað ikki vóru so nógvir áskoðarar í tali, so var gangurin frá hesum øgiligur, men Rógvi helt tó ikki, at tað var nakað, sum nervaði føroysku
langt síðani sligið seg til tols við, at hon var deyð. So var Sólja bilsin av at finna skjaldbøkuna í einum hyli, vóru tey, sum áttu hana, ikki minni bilsin av at lesa, at hon enn var á lívi og hevði tað sum [...] farin at fanga kombikk úti í Froðba Í einum hyli niðri við sjóvarmálan, fann hon eina skjaldbøku. Ongin visti at siga, hvaðani hon var komin í hylin, men Lars Mohr Nielsen, djóralækni, segði, at tað var [...] var óhugsandi, at hon var komin yvir hav, tí hetta er ein skjaldbøka, sum livir á landi og í feskum vatni Og rætt hevði hann, tí nú er gátan um skjaldbøkuna loyst. Tað vísir seg, at skjaldbøkan er rýmd
lítið er at ivast í, at liðið hevur evnini til eina topp-plásering í ár. Mjølnir hevur tó eisini eitt sera sterkt lð í ár við millum annað styrki úr Bulgaria, so dysturin teirra millum fer kanska at geva eina [...] Aftur her fær ÍF vitjan av einum liði, sum ætlar sær at verða við, har tað hendir, og so er spurningurin, hvørt fuglfirðingarnir megna at vísa, at tað ætla teir sær eisini. Tað hava teir sum sagt tveir [...] vikuskifti, men nú sleppa fuglfirðingarnir so at royna seg. Bæði leygar- og sunnudagin skulu teir nevnliga á heimavølli royna seg móti liðum, sum heilt víst ætla sær at vera við í oddinum, og so er spurningurin
formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø, at felagið metti, at tveir venjarar var ov lítið til bæði 1. og 2.deild. ? Tað er ein sannroynd, at hópurin hjá okkum er somikið stórur, at neyðugt var við einum venjara afturat [...] afturat, sigur Kristjan á Neystabø. Formaðurin í B36 vísir á, at fyri at spælarar í felagnum ikki skulu detta niður ímillum, so er neyðugt við trimum venjararum til 1. og 2. lið. Spurdur um, hví skiftið [...] skiftið er komið so seint í kappingarárinum, svarar Kristjan á Neystabø, at felagið vil til ein og hvørja tíð fremja broytingar, so at viðurskiftini í felagnum eru so góð sum gjørligt. Royndur hjálparvenjari
vandamikið. At tú nýtir Sinnisbata sum eina umbering í tínum lesarabrævi í Dimmu 17.07., er sera undrunarvert. Hví ikki vera erligur og siga sum er, at tú hatar alt, ið inniheldur alkohol? Og at nógvir a [...] fundamentalistunum eru eisini endaðir á Psykiatrisku deild, minst tú til tað. Og einki er at ivast í, at teir eru verri at fáa á rættan kjøl aftur. Fundamentalistarnir her á landi eru meira skaðiligir enn nakað [...] tað má eg siga, eina slíka gudsspottan havi eg aldri hoyrt fyrr. Somuleiðis haldi eg, at tað er sera undrunarvert, at henda útvarpsstøð ikki verður sensurerað. Útlendskir trúboðarar floyma inn í landið.
siga, at ákæra tín ikki samsvarar við veruleikan ella sannleikan. At vit ikki hava somu áskoðanir havi eg ongar trupulleikar av, men tá ið tú alment sáar iva um mítt trúvirði og leggur meg undir at hava [...] Hans skrivar soleiðis: ?At tú (Svenning) nýtir Sinnisbata sum eina umbering í tínum lesarabrævi 17. Juli, er sera undrunarvert. Hví ikki vera erligur og siga sum er, at tú hatar alt tað, sum inniheldur [...] kanst ákæra meg fyri, so er tað at vera óerligur. Viðvíkjandi alkoholspurninginum, so havi eg ótaldar ferðir lagt navn til blaðgreinir. Heldur ikki er neyðugt hjá nær at brúka nakran annan ?sum eina umbering
stóran leiklut í at seta skránna saman. Øll hava møguleika at vera við til ráðstevnuna, sum tó ikki er ókeypis. Tað ber til at fáa tilmeldingarblað frá Vinnuhúsinum og tað ber til at melda seg til Offshore [...] lakara lagi, so hava hvørki oljufeløg ella myndugleikar mist trúnna uppá at gera lønandi oljufund á økinum. Kortini er avgjørt ikki at gera eins nógv burtur úr oljuráðstevnuni hesaferð sum seinast. Hon varir [...] oljufyristøðufeløgunum í Føroyum - Møguleikar at finna olju á føroyskum øki í framtíðini og næsta loyvisrunda - Royndir í Norður Norra, millum annað royndir at fáa størri part av oljuvinnuni norðureftir -
ikki tann dagin, túrurin átti at vera. Hetta ljóðar kanska ikki av nógvum, men havast má í huga, at hesa ársins tíð eru bert tríggir túrar um vikuna sambært ferðaætlanini. At nakrir so eru dotnir burtur [...] túrarnir verða sigldir. Tað fyrra er, hvussu líkindini eru á gjónni, har báturin leggur at. Tað seinna er, hvussu er at fara um fjørðin. Í tí fyrra førinum verður avgerðin tikin í samráð við fólkini í oynni [...] førinum tekur manningin, sum siglir bátin, avgerðina. Sagt verður eisini í greinini, at arbeiðstakarin ikki hevur skyldu at gera eykatúrar, tá túrar detta burtur vegna ring líkindi. Sum víst á omanfyri, so
bløð skriva, at kanningar, sum gjørdar eru av smábátahavnum ella bátahyljum í Noregi, vísa, at hesir eru "reinar" umhvørvisbumbur, sum bløðini rópa tað. Serkøn á økinum hava ávarað fólk ímóti at skola fisk [...] fisk í bátahyljunum, tí vandi er fyri, at fiskurin verður dálkaður. Ávaringarnar í Noregi koma eftir, at kanningar eru gjørdar av seks tilvildarliga útvaldum bátahavnum og bátahyljum. Úrslitið er sannførandi [...] kanska ikki so óførir at kanna leyst og fast, og neyvan eru vit enn so bevíst umhvørvisliga, sum ynskiligt hevði verið. Tað eru jú hini, sum dálka ? og ikki vit, hava vit kanska lyndi at halda. Áhugavert hevði
prestur, kemur at hava ein fyrilestur um sama evnið, umframt at felagssangur eisini verður á skránni. Tikið verður fyri tað mesta í sangir, sum á ein ella annan hátt hava eitthvørt við evnið at gera. Harafturat [...] menn úr bygdini fara at geva teirra boð uppá, hvussu ein slík átti at verið. Afturat øllum hesum verður eisini burturluting av seyði, so karmarnir eru avgjørt lagdir til rættis fyri, at bygdarfólkið kann [...] Harafturat fáa luttakararnir eisini høvi til at seta seg afturá og njóta løtuna, tá onkur kendur, men fráfluttur, bygdarmaður fer at hava onkra sangframførsluna. Ein mótasýning verður eisini á skránni, har