ítróttargreinin motorcross, eins og allar ítróttargreinar við kappkoyring, sum heild rættiliga ókend. Men tað merkir ikki, at føroyingar ikki kunnu gera seg galdandi í hesum ítróttargreinum uttanlands. Tað [...] flokkinum, og hann valdi at satsa uppá tað seinna. Kenneth venur einaferð um vikuna frá november til mars, men tá summartíðin byrjar, verður vant tríggjar ferðir um vikuna, og ofta er hann við í kappingum bæði [...] vóru 22 við frá byrjan. Kenneth kom illa frá byrjanini. Hann fór sum nr. 14 um tað fyrsta svingið, men tá hann hevði koyrt eitt umfar, var hann longu komin upp á fjórða pláss, og tá hann hevði koyrt teir
landsliðunum ? so skuldi tað eisini verið møguleiki fyri, at 1999 reint ítróttarliga kann geva nógv. Men hóast A-landsliðið sum vera man er »flaggskipið«, so er tað bert ein lítil partur av samlaða lands [...] datt niðurfyri og er enn ikki tikið uppaftur. Í fjør høvdu føroysku kvinnurnar eitt U18-landslið, men einki eldri. Og í ár er støðan tann sama. Endamálið við at hava eitt U18-landslið hjá kvinnunum má [...] at Fótbóltssambandið ikki vil leypa út, har tað ikki grynnir. 1998 var soltið peningaliga hjá FSF, men roknað verður við, at árið í ár fer at geva nógvar inntøkur, fyrst og fremst frá A-landsliðnum hjá
og undangongumannin á liðnum, nú teir avgerandi dystirnir í landskappingini standa fyri framman, men hann sigur, at teir í felagnum vildu ikki leggja forðingar fyri Kurt Mørkøre, sum hevur tænt teimum [...] teimum væl og leingi. Vit hava ikki frætt, hvat KÍ og Kurt Mørkøre hava fingið burturúr sáttmálanum, men tað er neyvan langt við síðuna av at rokna við, at upphæddin til spælaran líkist henni, sum Julian Johnsson [...] av spælarunum eru ungir og hava ikki nógvar royndir, og at felagið roynir at knýta onkrar royndar menn afturat sær, sum teir vóna skulu lyfta ungu menninar. Julian verður roknaður sum ein slíkur, og tað
gaðum føroyingum at vedda um ítróttarúrslit bert við at fara oman í lokalu kioskina og krossa av. Men nú fær Tipstænastan kapping frá føroyingum, sum hava tikið stig til ítróttarvedding um internetið. [...] nógv í Asia. Kanska vedda um kappróður seinni Enn kanst tú bert vedda um fótbólt hjá greenbet.com, men teir siga, at tað als ikki er óhugsandi, at hetta verður útbygt seinni, eitt nú við kappróðri. Aðrastaðni [...] umsiting at reka eina tílíka veddingarskipan, og eisini tí ber sum nú er bert til at vedda um fótbólt. Men bara tað, at tú nú kanst vedda um føroyskan fótbólt eisini, man vera góð tíðindi hjá teimum mongu
Eidesgaard, helt á Vaglinum í Tórshavn líktist nógv einum framrættum lógva til føroysku fakfelagsrørsluna, men var tó harumframt ein greið politisk fráboðan um, at tey lágtløntu eiga at vera á varðhaldi fyri óvissum [...] Jóannes Eidesgaard mintist rakárini tá kreppa var, og frøddist um at føroyingar høvdu fótað sær aftur, men mælti eisini áhoyrarunum til at minnast, skilja og læra alla gongdina, heilt undan kreppuárunum og [...] vælferðina og lívsfrælsi til frama fyri tað ókenda? ? so vit ikki, tí tíðin talar fyri tí, síggja málið, men gloyma kostnaðin? ? so vit ikki, tí tíðin talar fyri tí, lata forfeingiligheitina blinda okkum, at
aftur. Knappir fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, tá ið Stjørnan legði seg á odda 8-5, men í teimum báðum seinastu minuttunum eydnaðist tað gestunum at skora tríggjar ferðir, so at hálvleiksstøðan [...] hálvleiksstøðan var 8-8. Stjørnan javnaði í evstu løtu Vágskvinnur fingu fyrsta málið í seinna hálvleiki, men so kom lív í Stjørnuna aftur, og tær skoraðu fýra ferðir á rað og løgdu seg á odda 12-9, áðrenn VB [...] vóru eftir at leika. Hvat tað var, sum gjørdi, at tað gekk so illa hjá Stjørnuni, er ilt at meta um, men at VB fekk vart fyri Anniku Ljósstein hevði nógv at siga, tí tær hava altíð havt trupulleikar av henni
tosið fellur á íslendskan manskórsang, verður ofta av sær sjálvum farið at tosa um kórið úr Reykjavík, men tað er nú ikki so, at íslendingar bara hava tað eina manskórið, minni enn so. Á Skagafirði hava teir [...] eisini nógv uttanfyri íslendsku landoddarnar. Teir hava verið á vitjan hjá grannunum í Norðanlondum, men teir hava eisini verið í fjarskotnari londum. Millum annað hava teir verið í Grikkalandi, Ísrael og [...] Sunnudagin er kórið aftur í Havn, og klokkan 16.00 sunnudagin syngur kórið í Norðurlandahúsinum. Men tað verða ikki bara norðingar, sum sleppa at hoyra og síggja kórið, tí mánadagin gongur leiðin suður
og Edinburgh sum hava stóran áhuga hjá fólki. Náttúran og mentanin kunnu sýnast ymisk frá okkara, men gjøgnum árhundrað hava tað verið sterk bond millum londini. Aberdeen, nevndur »Flower of Scotland« [...] Edinburgh er høvuðsstaður Skotlands og verður skjótt eisini heimstaðið hjá tí Skotska Parlamentinum. Men býurin er eisini samansettur av nógvum smáum bygdum, so sum Dean Village bert fáar minuttir frá Princess [...] verður í Greenock við River Clyde nú í summar. Glasgow er ikki longur best kendur sum ídnaðarbýur, men er í dag meira kendur fyri sínar ymisku handlar, góðu matstovur og konserthøllir og áhugaverda byggisnið
sína egnu munnkurv, og hendan er Sosialurin. Vanliga leggi eg meg als ikki út í flokspolitisk tjak, men nú kann eg ikki tiga. Sum ein, ið hevur verið við til at byggja Sosialin í 90?unum til tað, hann er [...] hevur eina linju, har aðalmálið er, at øll á ein sakligan hátt kunnu siga sína hugsan. Ikki huldumenn, men øll, sum tora at skriva sítt kristiliga navn undir sína hugsan. Hetta risastigið er hent í 90?unum [...] lk tjakast í blaðnum. Er talan um stuttskygdar javnaðarmenn, so kann eg skilja, at teir hugsa so. Men hugsa javnaðarmenn longri, so áttu teir at vitað, at ein sterkur Sosialur, sum eisini verður keyptur
fast pláss á liðnum. Í ár var hann við í fyrsta landskappingardystinum, sum teir taptu í Brøndby, men tá varð hann útskiftur, og nú er karrieran hjá europameistaranum frá 1992 liðug. Eftir at Danmark hevði [...] neyðloysn sum venjari, tí Kent Karlsson av familjuávum kendi seg noyddan at flyta aftur til Svøríkis. Men nú verður Kim Brink altso ikki mettur sum nøkur neyðloysn, og so mugu vit bara vóna, at tað fer at [...] av spælarum, skuldi teljast millum feløgini, ið fóru at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, men enn eina ferð er sannleikin í tí, sum danin Storm P segði, staðfestur. Tað er torført at spáa og serliga