at ein ikki bíðar við hesum til í morgin. - Man sær ofta plastikkposar liggja og flóta í náttúruni. Men hugsar nakar um, at tað tekur náttúruni 100 ár at eta ein slíkan plastikkposa upp?, sigur ein næmingur [...] er skjótur at leggja aftrat: - Tað einasta keðiliga við vindmyllunum er, at tær larma nokkso nógv. Men standa tær úti í haganum, so hoyrir eingin tær! Í teirra hugaheimi er hetta vegurin fram – stórar og [...] ein av yngru gentunum í flokkinum. Hini í flokkinum flenna eitt sindur, - ikki eftir hugskotinum, men meiri eftir tí, at henda gentan veruliga hevur skilt hvussu nógv tann einstaki kann gera fyri umhvørvið
mentaliteti, har alt sær perfekt út á skræðuni, men er skralltómt innan. Fólk, sum møta upp til nýggjárskonsert, hóast tey ikki skilja ein pinn av tí heila, men bara møta upp vegna prestisju og liva eina óerliga [...] rødd omanyvir. - Tað er eitt sindur løgið, tí eg lurti vanligt slett ikki eftir sovorðnum tónleiki, men á ein ella annan hátt kenni eg meg mest heima við at skapa júst hetta. Kanska hevur tað okkurt at gera [...] syrgiligur. Eg havi roynt at gjørt glaðan tónleik, og eg dugi at hoyra, at tað riggar í øðrum oyrum, men tað riggar ikki fyri meg. Eg fái ikki gingið inn fyri tað sjálvur, óansæð hvussu nógv eg royni. Eri
orsøk.Tá ið Elsa fór til Etiopien, var hon einsamøll og kundi tískil vera heilt frí í sínum arbeiði. Men longu árið eftir, at hon var komin, møtti ein pápi upp á klinikkini hjá henni við tveimum nýføddum [...] longdini. Eingin var annars, sum vildi taka sær av teimum.Hetta var als ikki við í ætlanunum hjá Elsu. Men havandi í huga alternativið, helst tann vissi deyði, endaði tað við, at Elsa gjørdist mamma teirra [...] við Elsu, sum tá var heilt ung: ”Hvørji eru hesi svørtu børnini eg síggi?” Elsa sá eingi svørt børn, men nú búgva tey í sama kamari sum Olevina! Hon var annars so serliga góð við Elsu.Elsa er rættuliga komin
savninum. Neyvu eyðleiðingarnar eru har framvegis, men nú bíta tær seg fast og trároyna kensluna, til hon má røkka ella støkka. Oftast røkkur hon, men ikki fyrr enn komið er heilt á botn. Eitt nú í yrkingini [...] veit framvegis ikki, um hann var samkyndur. Men tað bleiv sagt at vera orsøkin til, at hann varð álopin og dripin á gøtuni. Jim bleiv ikki dripin í Føroyum, men onkursvegna fekk hansara atburður provokerað [...] fyri báðum. Og í Café Europa sært tú eisini dømi um bæði lættar og meir gjøgnumhugsaðar yrkingar. Men í síðsta enda trúgvi eg, at flestu lesararum dáma best yrkingasøvn, sum tey hava hug at taka fram aftur
heim á jólum. Tað var ein hørð tíð við gráti og longsli, tá ið farast skuldi aftur til Danmarkar, men so mikið størri var gleðin, tá ið komið var til Føroya við ferðamannaskipi. Tað var spenningur og gleði [...] hoyrandi ímillum. Tá ið so landgongdin kom umborð, varð aftur ein troðkan at sleppa skjótt í land. Men her var bert at hava tol, inntil vit endaliga komu fram til tey, sum vóru komin ímóti okkum. Tey hugdu [...] Marni gjørdist liðugur við skúlan í 1955 og kom heim. Hann roknaði við at blíva verandi í Føroyum, men so komu boð úr Danmark um, at hann hevði fingið lærupláss sum múrari í Fredericia. Hann fór aftur til
ikki. Men eisini hetta tekur Uni við opnari pannu. Hevur ikki hæddarskrekk Men tað, sum fekk okkum norður í dag, var hendan søgan um mannin, sum klívur uppi í stiganum, hóast hann er blindur. Men hetta [...] Vanliga varnast vit valla mannin í stiganum, tá ið hann klæðir hús síni. Men tá ið 39 ára gamli Uni Rasmussen stendur og balanserar í toppinum á smala aluminiumsstiganum upp móti hvíta húsavegginum í [...] og mongu glaspettini vórðu atvoldin til, at Uni, longu sum 21 ára gamal, misti sjónina fyri lívið. Men hóast myrkrið fyri eina stund tóktist vinna á ljósinum, kundi onki taka lívsviljan frá unga søldfirðinginum
. Fyri ein ókunnugan kann tykjast, sum eru tað tøknin og maskinan, ið stýra øllum í lívi hansara. Men handan alla tøknina bankar eitt dreingjahjarta – ein sál við vilja, áræði og ongum ætlanum um at geva [...] hjálparfólkum rundan um seg 24/7. Onkur vildi hildið, at ein slíkur drongur ikki hevur nakra framtíð. Men tosar ein um Jón – ella við Jón! - so er støðan heilt øðrvísi: Sjálvsálitið lýsir av honum og vísir [...] hansara í heiminum hjá ommuni og abbanum í Miðvági fyrradagin. Klokkan var meiri enn farin av níggju, men tað forðar honum kortini ikki í at hava verið árla á fótum. Jødar og føroyingar Dagurin, tá Jón var
1950 tóku herdeildirnar hjá Kina Tibet. Hetta var ikki gjørt við samtykki frá tí tibetanska fólkinum, men kortini royndi landsins andligi og politiski leiðari, tann tá bert 15 ára gamli Dalai Lama, at arbeiða [...] hjá tibetanarunum og lata tey sleppa at praktisera sína aldargomlu buddhistisku trúgv. Kúgaðu Tibet Men hóast væl meintu royndirnar hjá Dalai Lama, so rínur einki við hjá kinverjum. So skjótt sum teir hava [...] Samstundis sum teir í almennum samráðingum við Dalai Lama lova, at einki skal verða broytt í Tibet. Men við tíðini trýstir kinverska stjórnin Dalai Lama alsamt meiri til at tæna kinverskum áhugamálum. Við
bara ímillum føroyska og danska statin, men millum okkum og allar heimsins sjálvstøðugu tjóðir. Tað krevur nakað av offurvilja, í fyrstani eisini í materiuni, men møguleikarnir, ið tá daga undan í havsbrúnni [...] kanska var álopin av seniliteti, og tí ikki nóg árvakin um støðuna og spenningarnar í samfelagnum, men Jóannes Eidesgaard er í somikið góðum árum, at her røkkur sama undanførslan ikki. Hetta snýr seg um [...] bardist ímóti, eru veruliga orsøkin til alla menning í vælferðini. Vit hava loyst mangar trupulleikar. Men tað hanga framvegis lepar við. Mest sjónlig eru tvey fyribrigdi, ið skulu loysast í árunum, sum nú
dag. Men henda sum nú er komin til Føroya er ein MBA frá Henley Management College, ið blaðið the Economist nýliga hevur kosið til besta handilsskúla í heiminum viðvíkjandi persónligari menning og [...] nevniliga ikki so lætt at fara úr einum leiðarastarvi á ein lærustovn, fyri at nema sær hægri lestur. Men hetta nýtast føroyski leiðarar, tað verið seg privatir eins væl og almennir, ikki at stúra fyri longur [...] eina útbúgving, sum kostar 70.000 krónur um árið í 3 ár at fullføra – ella 210.000 krónur tilsamans. Men hvat fekk Leif Bergmann at koma hendanvegin við hesum forkunnuga útbúgvingartilboði. - Tríggir