málið samferðslan og útoyggjarnar. Stóra avbjóðingin er, hvussu gerandisferðslan hjá teimum, sum búgva á útoyggj og annars hava nógv samband við útoyggjarnar, skal rigga saman við stóru og støðugt vaksandi [...] Joensen, prestur, sum er svínoyingur, setti stevnuna. Í kvøld verður bál, og tá fer Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, sum er nógv í Svínoy, at halda røðu. Ein rúgva av tiltøkum eru á skrá í allan dag og í kvøld [...] Líkindini eru av teimum fagrastu, og ein rúgva av fólki eru komin til Svínoyar og eru á veg út til Svínoyar. Ritan tekur 120 fólk hvørja ferð. Hon siglir alla tíðina, og tey eru mong, sum bíða. Tey, sum
Sambandsflokkinum og restina av samgonguni fór at bila. - Politikkur og samstarv byggir á álit. Álitið reyk, tí fíggjarmálaráðharrin stuðlaður av tveimum floksfeløgum, fór at profilera seg og setti samgonguna [...] fiskidagarnir vóru samtyktir stutt eftir Ólavsøku. Hetta tóku fleiri av fólkafloksmonnunum og javnaðarmonnunum uppaftur og uppaftur undir harðliga orðaskiftinum í Løgtinginum í kvøld. Teir søgdu seg týðuliga [...] at stytta freistina at útskriva val úr seks og niður í fýra vikur, luttóku sambandstingmenninir ikki í orðaskiftinum, sum serliga tingmenn í Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum hildu uppi.
líka frá Argjum og norður í Sundini. Arbeiðið til allar hendur skal eisini geva rúmd fyri, at øll átrokandi sosial mál saman við øðrum framtøkum við betraðum kørmum og tænastum verða væl og virðiliga loyst [...] Hugaligt er at kunna siga fráfarandi býráðnum tøkk fyri skeiðið og at skuldin er minkað niður um eina álíkning. Hvør, ið skal hava æruna av hvørjum, vil eg ikki blanda meg uppí. Men uppleggið frá fyrrverandi [...] tað eisini var ein røtt avgerð. Framtíðini varða vit í stóran mun sjálv av, herundir hvussu vit velja og raðfesta 21. november. Jónas Johnsson valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum
sum eitt amboð til at endurvinna danskt fullveldi og yvirvaldsrætt yvir Føroyar til bága fyri núverandi og framtíðar føroysk krøv um tjóðarrættindi og rætt at stovna egið ríki." Hjálagt er uppritið hjá [...] støðuna sum heild, og serliga til ávísar partar, sosum grein 19 í donsku grundlógini. At lesa uppskotið til lóggávu, sum nú liggur á borðinum, gevur somu fatan, og tað í enn sterkari og yvirskipaðan mun [...] sum eitt amboð til at endurvinna danskt fullveldi og yvirvaldsrætt yvir Føroyar, til bága fyri núverandi og framtíðar føroysk krøv um tjóðarrættindi og rætt at stovna egið ríki. Samanborið við onnur stig
gjøgnum samstarv og samráðingar ber hetta á mál. Føroya- og ríkisfelagsskapspolitikkurin er altíð hin sami í Statsministeriinum, og fyri okkum er ongin munur á, hvør stjórnar Danmark og hvønn vit skulu [...] vit í ófatiliga veikari samráðingarstøðu. Tað tænir ongum endamáli, tá politikkur snýr seg um at fáa so stóra ávirkan sum gjørligt og at røkja okkara áhugamál. Vit í Tjóðveldi vilja heldur brúka eina sterka [...] landsstýri, betri marknaðaratgongd til umheimin, og at ongir føroyingar skulu hava verri treytir í Danmark enn aðrir norðurlendskir borgarar. Samstarv við reyð og blá á Fólkatingi, tað er einasti vegur fram
effektiviserast og rationaliserat og tann vegin gerast bíligari. Men hann vil ikki hoyra talan um, at hetta merkir tað sama sum uppsagnir, og hann ávarar ímóti at gera alt upp í krónum og oyrum. Tann hugburðurin [...] meg í umsitingini, og tað er ikki mín uppgávu at sita og eftirrokna teimum tølum, tey koma við. Eg havi fult álit á teimum. Mín uppgávu er at stinga út í kortið politisku kósina og leggja rygg til tá á [...] tað longra stráið, og vit fóru ongantíð eftir hæli undir samráðingunum. Og tað var ikki minst góðu fyrireikingunum á embætismannastigi fyri at takka. Kartin er útbúgvin politistur, og gjørdist sýslumaður
eftirlit er álagt, meðan stýring er beinleiðis politikkur. Kommunustýrislógin gevur kommunum frælsi, men við felags fíggjarkørmum millum land og kommunur, eins og við ítøkiligari lóggávu, tekur landið innaftur [...] vitað, um løgmaður og hini landsstýrisfólkini taka undir við hansara ódámligu tekning av kommunalu fíggjarviðurskiftunum, fyri á tann hátt at rættvísgera neyvari stýring av kommununum, og við hansara grovu [...] grovu ákærum um, at kommunurnar í uppgerðum og roknskapum hava “fjalt virksemi”, so ikki ber til at síggja, hvussu veruliga kommunala virksemið sær út, og hvussu stór skuldin, ið kommunur hefta beinleiðis
fyri aldur. Diddan og Sten búgva í Havn og eiga fýra børn: Kristin, Gitta, Gunvør og Nicolei. Í sambandi við 70 ára føðingardagin eru eini 30 fólk komin úr Danmark, bæði familja og gamlir vinir. [...] Grønlandi og flutti sum tvey ára gamal saman við foreldrum sínum til Danmarkar. Foreldrini vóru Birgithe og Nicolaj Edinger Balle, bæði donsk. Sten vaks upp í Keldby á Møn, har pápin var prestur. Hann er [...] er útbúgvin sivilverkfrøðingur og giftist í 1960 við Margretu, vanliga nevnd Diddan, dóttir Dennu og Kjartan Mohr í Havn. Í 1961 komu tey til Føroya í samband við byggingina av Landssjúkrahúsinum, tá Sten
av okkara egnu – Steintóra Gleðisheygg Joensen verður prestur til Dansibands-gudstænastuna. Steintóra varð prestvígd í Havnar kirju í apríl í fjør og er fyribilssett sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara [...] dagar við Steintóru”, sum Finnur Koba legði til rættis vístir í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya – og kann hann síggjast her: https://kvf.fo/dokumentarurin?sid=130459
ur er í Vági í døgunum 5. og 6. mai – og bjóðar Dansibandsfestivalurin sum øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans, morgunmat og grillkvøld, og ikki minst hugna og gestablídni Ein av afturvendandi [...] vit sera fegin um at kunna boða frá, at ein av okkara egnu – Steintóra Gleðisheygg Joensen verður prestur til Dansibands-gudstænastuna, skriva fyrireikararnir á facebook-vanganum hjá festivalinum.