hoyrist á henni, at hon ikki tosar nógv føroyskt til dagligt, tí hon leitar viðhvørt eftir teimum røttu føroysku orðunum. Men, at hon stavar úr Fuglafirði, er ikki at taka feil av. Tað hoyrist á hvørjum [...] undir krígnum, og tá tað nærkaðist endanum, fluttu tey til Onglands at búgva. Mary minnist aftur á, hvussu ræðuligt tað var at koma til ein so sundurknústan bý, sum London tá var. ? Vit merktu ikki tað stóra [...] var framvegis knýttur at herinum, so hann var ikki so nógv heima hjá henni. ? Men tíbetur var verfamiljan hjá mær so einastandandi fitt og góð fólk, at eg kendi meg sum heima har. Tó var longsulin heim
tað eru fýra á síðani, var tað framvegis ikki eydnast Jóhonnu at koma niður á sína vanligu vekt aftur. Hon hevði hoyrt, hvussu væl tað gekst hjá teimum, sum høvdu gingið á kostskeiðnum á Húsarhaldsskúlanum [...] vóru 90 glaðir og lættir skeiðsluttakarar, sum herfyri stigu á vektina á Húsarhaldsskúlanum fyri seinastu ferð á hesum sinni. Eftir 10 vikur á kostskeiði hjá Elisabeth Akursmørk, økonomu og Lifecoach, var [...] sagt át ov nógv í heila tiki. Elisabeth ráddi henni tí til at viga matin fyri á tann hátt at hava tamarhald á nøgdini. - Tað hevur riggað fínt, tí so hevur tú onga umbering fyri at eta ov nógv "av óvart"
upp á venjing. - Hetta verður ein heilt onnur tilvera. Sum sølumaður ert tú nógv úti millum fólk, men nú skal eg venja meg við at sita í einum undirvísingarhøli og eisini brúka tíð einsamallur upp á at [...] longu nú hevur hann hugsað um, hvussu hann skal fáa dagligu rørsluna, meðan hann er í Danmark. - Eg havi altíð rørt meg nógv og rokast úti í haganum, so nú má eg finna upp á okkurt annað. Eg má bara seta [...] familju, har tónleikur altíð hevur fylt nógv, og so havi eg bara sjálvur verið rættiliga áhugaður í tónleiki líka frá barnsbeini av, sigur René. Sum unglingi tókst hann nógv við tónleik saman við systkinabarninum
er niðriundir, og hann vil heilsa upp á tykkum« ? »fuck off!« Vit vildu ikki hitta hann. Eg meini so við: »Skrubba av, Noel.« JOHN: Vit eru komnir at kenna nógv fólk, síðani vit gjørdust kendir, men vit [...] umborð á flogfarinum hugsaði »vit fara ikki at klára tað«, men tað er tann síðan av mær. Vit vistu, at vit kundu sópa alt undan okkum, um vit fingu gott festi. Eg havi onki ímóti, at fólk seta niður á okkum [...] Vit vóru allir saman um at fáa tónleikin á flog ? ella ikki. Ongantið áður ella síðani havi eg upplivað nakað líknandi. Fyrstu tíðina varð ofta sett niður á meg. Tað var líkasum: »JOHN, PAUL, GEORGE?
spurningar í tingsalinum, tíðin er ikki til tað, og nevndirnar kunnu arbeiða á annan hátt. Men orsøkirnar til at býta tingið upp stinga nógv djypri enn bert til at leggja virksemi til rættis. Sjálvt fólkaræðið [...] hjá teimum, ið hava eina støðu til mál ella eru serkøn á økinum at føra fram sjónarmið síni. Í dag er einasta hoyring skrivlig hoyring grundað á liðug lógaruppskot, skrivlig hoyring, ið verður send út-valdum [...] hugsast at verða settar at orða lógaruppskot, viðgera einstøk uppskot nærri, kanna hvussu lógir hava virkað, ella hvussu fyrisitingin umsitur tær, endurskoða politikk landsins ella annað, ið ikki øll nevndin
í, at vit vóru nógv, sum kendu okkum stimbraði til at taka orðið, sigur Jóna. So langt komu foreldrini tó ongatíð, tí áðrenn tað, høvdu lokalir politikara yvirtikið kjakið og beint tað á eina leið, har [...] vísir á, at tað kann vera sera trupult at savna foreldrini til slíkar stórar fundir, men væntar ikki, at tey hava fingið hug at møta upp næstu ferð, eftir fundin mánakvøldið. Tað er heldur ikki á hvørjum [...] áhoyrarnir fingu nógv burturúr fyrilestrinum. - Tíverri gjørdist kjakið ikki tað, vit høvdu ætlað og vónað. Hetta hava vit eisini lært av og arbeiða nú við ymsum hugskotum um, hvussu næsti fundur kann
hildu, at stuttligt kundi verið at havt samband við. Tey leitaðu sær fram á Mellemvangskolen í Aalborg og funnu ein flokk, sum var á sama aldri, sum tey sjálv. ?Hetta sambandið hevur heilt greitt ment næmingarnar [...] næmingarnar her hjá okkum, sigur flokslærarin, Eyð Niclasen. Bæði í skrift og talu á donskum. Tey eru nógv fríari í so máta, nú tey hava havt regluligt samskifti við donsku næmingarnar, og báðir flokkarnir [...] hevði ikki sørt av ávirkan á føroyingarnar, áðrenn tey rættiliga komu at kenna hesi fólkini, siga tey í sjeynda flokki í Sørøvðags Skúla. Summi vóru eitt sindur í iva um, hvussu hetta fór at spæla av, men
arbeiði, meðan eg hugsaði um, hvat fyri lesna eg skuldi fara í holt við. Á sumri í 1974 var eg sloppin inn á læraraskúla og inn á lærdan háskúla at lesa løgfrøði, men so var tað, at kommunan søkti eftir [...] hevði havt hann til lærara, og tá eg kom í skrivarastarvið, kendi eg, hvussu stóran áhuga hann hevði í, hvussu tað gekk, og hvussu hann ynskti at lyfta uppundir og stuðla mær, og tað at hann og aðrir vístu [...] er nógv styrkt síðani fyrrpartin í sjeyti árunum, tá nýggj kommunulóg varð samtykt, og politiska viðgerðin var víðkað til umframt í sjálvum bygdarráðnum eisini at vera í nevndum. Nú eru seks fólk í starvi
til kærleika, og tá vistu vit, tað var rætt at giftast, sigur Súsanna og leggur dent á, at hon ikki trýr á prinsin á hvíta hestinum: - Vit hava valt at verið saman og fara heilt vist at klára tað og kempa [...] Vígslan verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum, og abbi Súsonnu, Jákup Kass, skal víga tey í hjúnalag. Eftir vígsluna hava tey vælkomst í bygdarhúsinum í Leirvík: - 420 fólk passa inn í bygdarhúsið, og tað [...] sera vakur, men enn fær Heini ikki at vita, hvussu hann sær út. Tað skal verða púra óvæntað, sigur Súsanna argandi. Heini hevur keypt sær stás í Føroyum. Á brúdleypsdegnum fer hann í svartan klædning
Náttin 10./11. juni 1998... Á veg inn í ein frælsari heim ? Á veg til lýðveldið Føroyar ? Á veg fram móti hinum suverena sjálvstøðuga statinum. Á einum kamari á Christiansborg, á miðjari nátt, í myrkrinum [...] partar av útifrá komandi paramiliterari løgreglu, fremja grov brot á mannarættindini, tá teir uttan ávaring taka seg inn á sakleys fólk ? á myrkari nátt...! Skulu vit gloyma, fortreingja og goyma, at eisini [...] so ella so? ? Og hvussu við Frívirðinum og Fíggjareftirlitinum...? Rættur ? Rættartrygd ? Rættvísi? Hvat er ? ella hvat var tað fyri nakað? Og hvar er hetta farið alt...? Hvussu nógv nærri eru vit komin