sanna í ár. Hjá Fram er støðan tann sama. Teir hava eisini mist týdningarmiklar leikarar frá í fjør, og tað hevur verið sjónligt í ár. Tað byrjaði annars rættiliga javnt í Klaksvík. Liðini fylgdust í byrjanini [...] longu undan dystinum í Klaksvík, so var kortini æran at spæla um, og hana ætlaðu klaksvíkingar ikki at lata frá sær uttan dyst. Trupult hevur verið hjá klaksvíkingum at fáa glið á spælið í ár, serlia tí at [...] ælið vunnu teir annað sett 15-9. Kjartan Hansen, sum ikki hevur leikt so nógv í ár, kom inn, og ta hjálpti ógvuliga væl. Í triðja sett vaknaði Fram aftur. Teir vendu negativu gongdini og løgdu trýst á
Árnafirði og Jákup Joensen, bónda í Gerðum í Klaksvík. Hann er giftur Steinvør, dóttir Olevinu og Heina Heinesen úr Kunoy. Tey eiga 3 børn. Leivur, giftur Áslu við Keldu í Klaksvík. Ingun gift Martin Jacobsen [...] barnið, Heini føddur í 51, doyði bert 9 mánaðar gamal. Abbabørnini eru 6 í tali, Steinvør, Theodor, Jákup, Sigmund, Andrias og Andru. Lítla langabbadóttirin eitur Rebekka Fonn. Í nøkur ár sigldi Jákup [...] fjalli kom eingin honum nær í hegni og skjótleika. Í sjómansskapi er hann millum teir frægastu. Hann var sera hegnigur og legði nógv fyri, tá tað galt um at fáa post og vøru í land á brimplássum. Nógv eru
Handverksvinna Eitt av skipunum hjá reiðarínum Thor í Hósvík, Thor Chaser, sum hevur sítt virksemi í oljuvinnuni, stendur í hesum døgum á bedingini hjá Klaksvíkar Sleipistøð. Aksilin skal úr skipinum, [...] brakaði eitt sindur í bedingini, sum hann tekur til. Tað hendi tó einki við gomlu bedingini, sum hevur sín uppruna heilt aftur til 1928. Øll línuskipini Finnur sigur, at línuskipini í Klaksvík eru ikki størri [...] flestu línubátarnir, sum eru heimahoyrandi í økinum, javnan verða tiknir upp á Klaksvíkar Sleipistøð til botnreinsingar, máling og skift av sinki. Í Klaksvík liggja tvær bedinginar lið um lið, men tann
Klaksvík: Seinasta árið hava næmingar á HF-skúlanum í Klaksvík savnað pengar til eina námsferð til amerikanska stórbýin New York. Týsdagin var ferðamálið hjá HF-næmingunum rakt av ógvusligum yvirgangsálopi [...] hetta fær ikki næmingarnar at setast aftur. ? Í løtuni vita vit ikki við vissu, hvussu tað verður við ferðini, men tað skulu vit tosa við ferðaskrivstovuna um í dag. Vit hava goldið fyri ferðaseðlarnar, og [...] sigur Jákup Michaelsen, sum er ein av næmingunum í flokkinum. 16 næmingar og 2 lærarar skulu á ferðina til New York, og hóast tey vóru ovfarin av hendingunum í býnum týsdagin, so vóna tey at sleppa avstað
Klaksvík: Vanliga hevur tað verið so á hvørjum ári, tá tær skrivligu próvtøkurnar hjá tíggjunda flokkunum í báðum skúlunum í Klaksvík hava verið lidnar, at so halda næmingarnir teirra seinasta skúladag [...] skúladag. Og tað plagar at merkjast bæði so og so í býnum. Men í ár var heldur øðrvísi. Skúlarnir báðir hildu ikki dagin sama dag í ár. Hetta komst fyrst og fremst av verkfallinum á arbeiðsmarknaðinum, sum gjørdi [...] næmingar fara í lastina á einum bili og koyra so runt í býnum og kasta karamellir og bomm, meðan tey rópa og floyta av gleði. Tá hesin biltúrurin er av, fara tey flestu heim og eftir høvdinum í song deyðatroytt
flokkar, sum nú hava gjørt av at mynda meirilutan í býráðnum í Havn, so eiga vit ikki at gloyma, at partapolitikkur eigur ikki at verða tað altavgerandi í komandi menningini av býnum. Eftir okkara tykki [...] tí álitisstarvi hann hevur átikið sær at røkja áhugamálini hjá øllum borgarum í kommununi. Í næststørstu kommununi, Klaksvík, er enn eingin nýggjur býráðsformaður funnin. Her tykist stríðið at standa millum [...] býráðsformannin. Men eins og í Klaksvík eru eisini her fleiri møguleikar. Hvør enn fær sessin, so eigur hann at minnast, at sum býráðsformaður er man umboð fyri allar íbúgvar í kommununi og ikki bert fyri
tað hava vit lagt kilometravís av rørum niður í jørðina, sigur hann. Orsøkin til, at Bakkafrost ger hesa risa íløguna í eina smoltstøð á Strond í Klaksvík, er ynski um at fáa enn størri smolt. Felagið [...] byggja á Strond í Klaksvík. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur, at talan er um eina íløgu á tilsaman millum 600 og 700 milliónir krónur. Væntandi verður smoltstøðin klár at taka í nýtslu við ársenda [...] Jacobsen. Hann greiðir frá, at í hesum biofiltrunum skal vatnið frá smoltkørunum reinsast. - Vit endurnýta 99,4 prosent av øllum vatninum, og nú eru vit so í ferð við at stoypa kørini til reinsiverkið. Áðrenn
løtuna í Klaksvík. Heimaliðið var meiri á bóltinum, og tað vóru fleiri spentar støður í TB brotsteiginum, men tað gekk illa hjá heimamonnunum at fáa bóltin í málið aftanfyri Andreas Heggen, sum í dag vardi [...] botnliðnum. Heilt stóri maðurin í Klaksvík var Páll A. Klettskarð, sum er besti KÍ málskjútti nakrantíð. Í dag legði hann fýra mál aftrat málmetinum, og nú hevur hann skorað 14 mál í ár og er eitt aftanfyri Mikkel [...] Wøldike Leo var ikki á TB listanum, og Dánjal Godtfred var á beinkinum. KÍ var mest sum í somu uppstilling sum í Gundadali mikukvøldið. Undantakið var, at Páll A. Klettskarð var millum teir fyrstu ellivu
um, sum í morgin og sunnudagin fara at royna seg í Eruopa-Cup fyri fyrstu ferð nakrantíð, hava sett sær málið, sum tær ætla at náa í landskappingini. Og tað er at blíva eitt pláss fremri enn í fjør. Stjørnan [...] verð-ur helst sterkari seinni í kappingini, tá jugoslavisku spælararnir rættiliga hava funnið saman við hinum spælarunum á liðnum. Stjørnan hevur í fleiri ár havt smalan hóp, men í ár er líkt til, at nógvir [...] aftanfyri Kyndil, og klárar liðið úr Klaksvík eitt pláss longur fram, so hevur tað við sær gull. ? Vit hava ein góðan og breiðan hóp, og tað skuldi gjørt, at vit kunnu vera við í stríðnum um gullið, heldur Sólva
fólk og fagnaðurin var stórur. Vit kunnu siga, at í dag er kappróðurin eitt høvuðssamtaluevnunum í Klaksvík, nú KÍ ikki hevur klárað seg væl í 1. deild í ár. Nú stundar móti ólavsøku, og vit kunnu ikki koma [...] tjóðarítrótt okkara - kappróðrinum. Og fólk í teimum bygdum, sum hava bátar í fremru røð, ganga við lív og sál upp í róðurin. Tað sóu vit, tá bátsmanningarnar úr Klaksvík komu norður, eftir at hava vunnið tríggjar [...] verkinum. Í hesum róðrinum skulu bátsmanningarnar gera sítt ítarsta og geva tað seinasta, tey eiga. At vinna á ólavsøku er næstan tað saman sum at gerast føroyameistari. Væl verður fylgt við frásøgnini í útvarpinum