partur av menningini hjá tí einstaka, til sjálvstøðugar avgerðir og ábyrgd. Vit kenna øll, hvussu nevndin í ÆGIR á ymiskan hátt hevur savnað pening til sítt arbeiði, ikki minst við so trúfast at selja kaffi [...] bestu svimjitíð vegna umvælingar. Um høllin krevur ábøtur, so ein innilig áheitan á býráðið, gott í tykkum, takið ÆGIR við upp á ráð, so arbeiðið kann gerast í besta forstáilsi. Sambært tilmeldingarlistanum [...] Klaksvík um vikuskiftið. Hetta er afturvendandi kapping, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Klaksvík á hvørjum vári. Tað skal ikki dyljast, at henda grein verður skrivað til heiðurs fyri Svimjifelagið ÆGIR
sigur, at í fjør var arbeiðið á virkinum á Tvøroyri til umleið 100 fólk og gott tað, at kalla hvønn einasta dag, uttan sjálvandi í verkfallinum og einum øðrum lítlan steðgi upp á hálvaaðru viku í sambandi [...] aftur. Virkisleiðarin á Tvøroyri sigur, at hetta vísir tvørturímóti, at Fiskavirking raðfestir virkið á Tvøroyri rættiliga høgt. Hann vil ikki siga, hvussu nógvum tonsum, virkið á Tvøroyri hevur tikið ímóti [...] ímóti. ? Tonsatalið sigur ikki so nógv. Tað, sum er avgerandi, er, hvussu nógv fiskurin, sum kemur á virkið, verður virkaður og her tala lønarútreiðslurnar fyri seg, sigur Bjarni Hansen. Uppáhaldið frá
Arbeiðsgevarafelag vildu avdúka, hvønn talan var um, tá teir á tíðindafundi í morgun høvdu tosað eina løtu ein “serligan persón”, sum skuldi seta Føroyar á heimskortið. Føroysku fjølmiðlarnir fingu fundarboð seint [...] verða væntandi í Føroyum nakrar dagar. Fíggjað við luttøkugjaldi Fyrireikararnir vilja ikki siga, hvussu nógv tað kostar at fáa hesar báðar menninar, sum eru kendir av altjóða politiska pallinum, hendanvegin [...] og fyrireikararnir siga, at nærri verður at frætta seinni, hvussu tann endaliga skráin fer at síggja út. MYNDATEKSTUR Í dag varð avdúkað á fundi í Vinnuhúsinum í Havn, at Bill Clinton og Hans Blix skulu
vikuna. Tað eru havnardreingirnar umborð á Sílinum, sum tað verður sipað til. Á Skálafjørðinum næstsíðsta leygardag vórðu teir kolldømdir. Teir komu næstfyrstir á mál, men teir fingu einki stig. Undir róðrinum [...] yngsti maður umborð á Sílinum. Hinir eru allir 16 og 17 ára gamlir. Saman við bátsformanninum eru tað tríggir aðrir umborð á Sílinum, sum ikki hava róð kapp áður. Við kiksaranum á Skálafjørðinum og lítlu [...] í huga er einki at siga til, at teir umborð á Sílinum vóru væl nøgdir eftir sigurin í Hósvík, sum teir siga kom óvart á teir: ? Bæði undir venjing og eisini á Skálafjørðinum hildu vit, at báturin gekk væl
lagt í at gera eina sjálvstøða stjórnarskipan fyri Føroya fólk og Føroya land, má ikki fara fyri skeyti. Fleyst allir føroyingar eru uttan iva á einum málið um, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Um hettar [...] ikki einans sum ein partur av Danmark, men ein partur av heiminum. Vit hava okkara egna flagg, ið á fyrsta sinni varð borið framm longu í 1919, og hóast eitt langt flaggstríð, bleiv føroyska Merkið 25 [...] tjóðarmerki føroyinga. Eisini hava vit okkara egna móðurmál, sum ikki kann sigast at líkast tí danska nógv. Mentanin í Føroyum er nakað heilt serligt, tað munnu finnast fá lond í heiminum, ið hava eina líka
landsstýrið Landsstýrið heitir á øll at stuðla føroyskari framleiðslu og fyritøkum. Meðan landsstýrið sjálvt vil spara seg gjøgnum kreppuna. Fíggjarmálaráðharrin heitir á fakfeløg at vísa hógv, og vil hava [...] og oyrum hevur samgongan arvað kanska sterkasta føroyska landskassan í nýggjari tíð við einum avlopi á hálva milliard fyri 2019. Tí skuldi ein trúð, at landsstýrið fór at reagera kraftigari, tá koronakreppan [...] tilmælunum frá bæði Landsbankanum og formanninum í Búskaparráðnum, sum bæði siga, at landið skal seta ferð á búskapin aftur, og at man ikki skal brúka kreppuna sum umbering fyri lønarniðurskurði. Pakkarnir eru
Poulsen, sum fyri góðari viku síðani skrivaði eini boð á Facebook, har hon bjóðar fólki, sum mangla bústað, heim í stovu sína at búgva, ilskast inn á politikarar, sum raðfesta tunlar og aðra bygging, men [...] tað, sum leggur samfelagið onki í teg, ella hvussu tú livir. Tað er ikki pláss fyri øllum í samfelagnum, staðfestir hon. Hon sigur, at hon hugsar sera nógv um tey, sum eru í eini støðu, har tey ongan bústað [...] fyri at tosa við kommununa, um tey ikki høvdu onkran bústað til okkara, sigur hon. Hon ilskast inn á myndugleikar og politikarar, ið onki gera við trupulleikan og ikki svara teimum, sum skríggja eftir
– Sjálvandi skulu børn sleppa at spæla úti ljósu summarkvøldini. Men tað er munur á at spæla í grannalagnum, ella á ítróttarøkjum, og so at reika í miðbýnum í Havn ella aðrastaðni, har tað er heilt sjónligt [...] sum eru fyri umsorganarsvíki, sigur Rúna Sivertsen. – Børn eiga ikki at ganga einsamøll í býnum á ólavsøku, á stevnum og festivalum, tí tað er slett ikki nóg trygt fyri tey, sigur hon Hon stúrir fyri, at [...] gjørt sum íslendingar, har tey hava bannað ungum undir 16 ár at vera úti um náttina. Les eisini: Ung fólk skulu forbjóðast at ganga úti um náttina – Í 2004 kom eg við uppskoti um, at vit í Føroyum gjørdu
vit skulu góðataka, hvussu summir landsmenn og -kvinnur liva, so fær pípan anna ljóð. Í blaðnum í dag ger formaður Miðfloksins greitt, at um grein 266b kemur aftur til viðgerðar á tingi, so fer hann at [...] Matteus gamli hevði sína hugsan um fólk, sum brúktu Halgubók til fótatraðk: »Táið tit biðja, mugu tit ikki vera sum hyklararnir; tí teimum dámar at standa í sýnagogum og á vegamótum og biðja, fyri at teir [...] var um, hvørt vit skuldu nevna tey samkyndu í revsigreinini 266b. Men søgan um hesa lógargrein er nógv eldri enn so. Tað var í 1988, at Atli Dam, sáli, táverandi løgmaður, bar eina kongiliga fyriskipan
longu nú so nógv, tí heimurin er ímóti teimum. Men lyftið til teirra er, at teirra Messias Harrin Jesus fer aftur at koma niður til fólk sítt. Zacharias profetur sigur, at hann fer at standa á oljufjallinum [...] stórri dýrd enn hitt fyrrra.” Hagg. 1,9. Kanska hann sigur tað, tí at her var tað Harrin Jesus gekk á síni foldartíð. Her stóð hann og lærdi. Tað gingu umleið 400 ár, eftir at seinasti profeturin Malakias [...] í Betlehem í Judea, sum skrivað stendur. Nú høvdu ísraelsfólk aftur fingið vitjan av Gudi, hesaferð á ein heilt serligan hátt. Vit lesa jú, at kraft hins Hægsta skuggaði yvir unga moyggj, Mariu og hon føddi