veruligu trupulleikarnar. Teir stinga nógv djúpri. Teir hanga saman við einum óndum, sjálvshevjandi vilja, sum elvir til nýggjar ósemjur og líðingar, hvussu nógv ið vit enn útvega okkum av materiellum [...] aftur hinumegin vatnið. Nú vóru tey uppi á tí oydna háslættanum. Tað var vár, grasið og blómurnar vuksu so væl í líðunum, sum tað ger um várið í Palestina. Men fólk hevði ikki nakað at eta. Ein smádrongur [...] eina ábyrgd bæði í samfelagnum og í politikki. Tað ræður um at halda upp á bæði rættvísi og miskunnsemi so langt, sum tað er møguligt á hesi jørð. Og út um tað, sum samfelagið kann gera, hevur samkoman, kirkjan
ikki minst á Skála hevur hetta av álvara sett bygdina á høvdið. Vanliga plagar tað at vera hondbóltstosið, sum gongur heitast har um leiðir, men hesa seinastu tíðina hevur bert fótbóltur verið á skránni. [...] góðu støðuna á talvuni, so tykjast hvørki Jónhard ella viðleikararnar at hava mist sambandið við veruleikan, sum sigur at Skála tvey ár á rað hava bjargað sær tilveruna í bestu deildini á evsta leikdegi [...] seinasta vóru ein av heitastu FM-biðlunum. Nú vitjar B36 aftur á Skála, men hesaferð er talan so ikki um nakran botndyst. Liðini sum tá lógu á ávíkavist 10. og 9. plássi er nú nummar eitt og tvey, og ein
Alivinnan bara veksur. Fólk vilja hava meir fisk. Tað ger at fleiri trúgva uppá alivinnuna, sigur Nore. Hann vísir á, at støðan var meir hættislig í 1991, tá fleiri alifyritøkur fóru á heysin. ? Higartil hava [...] BÚSKAPUR Pan Fish bjóðaði til tíðindafund týsdagin á ríkmannagistingarhúsinum Continental, hinumegin vegin fyri Nationaltheatret í hjartanum av Oslo. Á skránni eru roknskapartølini fyri annan kvartal í [...] alifyritøkur. Søgurnar um støðuna hjá Pan Fish java gingið heitar seinastu vikurnar. Virðið á partabrøvunum er fallið nógv í summar ? frá 15-20 krónur partabrævið til umleið fimm krónur. Týsdagin var virðið umleið
umboðan á fólkatingi við stórum meiriluta, tá ið Javnaðarflokkurin einans savnaði 19,7 prosent saman, og Fólkaflokkurin, ið hevur átt umboðan á fólkatingi eitt mans minni, liggur heilt niðri á 17,5 prosentum [...] øðingur við Søgu- og samfelagsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya. Teir mest markantu spurningarnir í veljarakanningini, eru spurningarnir um, hvør verður valdur á danating og í løgtingið. Kanningin gevur [...] er valstríðið so gott sum avgjørt, og teir báðir ytstu flokkarnir á loddrætta ásanum í føroyskum politikki kunnu finna sær hvør sín sess á danatingi. Av royndum vita vit, at veljarakanningar kanska ikki
fyri einar 300 mió. kr. Leggja vit øll hesi tølini saman, so er ikki tann stóri munurin á prísinum á einum flogvølli á Glyvursnesi og at útbyggja flogvøllin í Vágum og gera aðrar íløgur í tí sambandi. ? Stjórin [...] hevur sett Finnboga Arge fyrispurning viðvíkjandi flogvølli á Glyvursnesi, og spyr Heðin Mortensen, hvørjar ætlanir landstýrið hevur um flogvøll á Glyvursnesi? Um ongar ætlanir eru, so ynskist svarað, hvør [...] um flogvøll á Glyvursnesi, so ynskist svarað, nær ætlanin er at fara undir arbeiðið? Hvørja støðu hevur landstýrið til, at t.d. Tórshavnar býráð fer undir at fyrireika og byggja flogvøll á Glyvursnesi
fólki hvussu nógv gávan hesaferð ljóðar uppá við eini 12 ára leinging av einum loyvi, sum nú hevur 6 ár eftir, t.v.s. ein tvífalding. Alt annað líka, gevur henda leinging loyvinum eitt virði upp á væl meira [...] Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin ------------------ Tað stendur nógv á Sambandsflokkinum í hesum døgum. Ákærur og ákoyringar móti løgmanni um at hava svikið stevnuskrá og grundsjónarmið [...] hevur givið seg upp í hendurnar á Fólkaflokkinum, at Sambandsflokkurin er farin at reka svartan og kyniskan høgrapolitikk. Sagt verður, at øll realpolitisk ávirkan á førda politikkin hjá Sambandsflokkinum
10-12 ára gomul, vóru vit nógv yviri á fótbóltsvøllinum og í ítróttarhúsinum; tá komu nakrar gamlar myndir upp at hanga. Haldi, tær vóru frá sjeytiárunum. Nógv foreldur vóru á myndunum ? summi við pannibondum [...] ið skipaðu fyri matinum, søgdu, at eini 150 fólk vóru inni á gólvinum í skúlanum og heilsaðu Haraldi og familju hansara. Skúlastjórin, Karl A. Thomsen, vísti á, at alt í hesum heimi hevur sína tíð, og soleiðis [...] annað, sum ikki hevði minni týdning fyri trivnaðin, var, eg eg á ólavsøku í 1966 "rendi" meg í eina unga damu, sum gjørdist kona mín! Hann vísti á, at í eini so langari starvstíð eru tað altíð nakrar løtur
sum var mong ár á sjónum, meðan Amandus kom at virka nógv í sjónum! Sjálvur fór Amandus ikki til skips. Hann var so ringur av sjóverki. Tí fór hann í læru sum skipstimburmaður á bedingini á Tvøroyri. Har [...] Har var nógv at gera. Tað vóru jú nógv skip á Tvøroyri. Bedingin kundi hava tvey skip uppi í senn. Lærutíðin var fimm ár. Tá ið hann var liðugur at læra fór Amandus saman við øðrum í Trongisvági í 1945 til [...] til Íslands at arbeiða. Har var hann í eini tvey ár, og tá kom hann heim aftur á bedingina á Tvøroyri. Kavarin á bedingini tá var tá blivin gamal, og hann spurdi Amandus, um hann ikki kundi loysa seg av
Tá Jóannes Eidesgaard fór niður á Fólkating á fyrsta fundin eftir valið, hevði hann og Marita Petersen ein fund við Nyrup Rasmussen á høvuðsdeildini hjá sosialdemokratiska flokkinum í Keypmannahavn. Seinasta [...] hugsað á sama hátt, tá hann bjóðaði føroyingunum á floksskrivstovuna.. Aftaná hava fleiri floksformenn og politikarar borið fram alment, at hetta nærum var landasvik. Tað vísir allarbest, hvussu stórt [...] eg geri velst um, hvussu málini undir samráðingunum komandi, verða viðgjørd og loyst. Fáa vit eina vánaliga loysn, kann eg bert siga, at so verður mítt mandat ikki lætt at fáast við á danatingi, sigur Jóannes
bíligasta. Ella at fáa eitt fast gjald, tí at tað er ikki til at rokna út, hvussu nógv skal gjaldast. Tað er jú sera ójavnt, hvussu nógv og ofta netið verður nýtt, sigur Allan. - Tað verður helst eitt sindur [...] noktar at leiga hølið út til dans til tey ungu undir átjan ár. Haraftur at vísa teir á, at Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, á kunnandi fundinum um at stovna Tónleikafelag í Klaksvík, segði, at alt umtalaða [...] onkur gjørdi seg inn á hølið. - Men nú mugu vit gera ungdóminum tað greitt, at tað eisini verður upp til tey, um kafé-ini skal verða lív laga. Tí tað er vist, at um nakar ger seg inn á hølið og tað verður