samtykkja, hvussu nógv vit skulu hava í løn, er tað truplasta, vit í Løgtinginum yvirhøvur kunnu fáa at taka støðu til. Og eg skilji væl, at løgtingsfólk hava keðiligan smakk í munninun. Tað segði Páll á Reynatúgvu [...] sum fólk í nógvum øðrum størvum fáa, og løgtingslimir siga, at í longdini fer hetta at spara landskassanum hundraðtals milliónir um árið. Les eisini: Annaðhvørt tingfólk missur ikki pensónina Páll á Reynatúgvu [...] val er í hondum, og valstríðið er byrjað. Eftir uppskotinum fáa løgtingslimir eina lønarhækking upp á slakar 6.000 krónur um mánaðin, men afturfyri missa teir tað skattafría ískoytið, teir hava havt, og
hava nógv fleiri bústaðarmøguleikar í allari kommununi – tað merkir eisini í bygdunum, og at vit skulu fyrireika fleiri útstykkingar. Í fyrru grein míni um virknishús/felagshús/bygdarhús, vísti eg á, hvussu [...] soleiðis, at tey skapa lívd hvør fyri øðrum. Felags fríøki eru kring húsini, og hevur tað góða ávirkan á trivnaðin og felagskensluna í býlinginum. Góð parkeringsviðurskifti eru í miðøkinum. Uttan at fara í [...] at byggja húsini, og í 1976 fluttu tey fyrstu fólkini í hús síni. Tað tók ikki langa tíð, so búðu fólk í øllum aldri í Tórsbyrgi. Tað gjørdi, at býlingurin fekk eitt natúrligt aldursbýti. Børnini vóru
liggja so væl á FM kósini, at tað ber illa ella rættari als ikki til at ímynda sær annan meistara. Serliga tá ið havt verður í huga, hvussu væl tað hevur vignast higartil í ár skal alt vendast á høvdið síðsta [...] 12. Juli tapti KÍ 6 – 2 í Gundadali ímóti B36. Bæði Mikkjal Thomassen og Jens Berthel Askou hava nógv fólk at velja í. Hjá KÍ eru allir spælararnir tøkir. Tríggir nýggir spælarar eru í hópinum. Lukasz Jarosinski [...] fyri annan triðingin av ársins landskapping. Hóast tað vera níggju umfør eftir at spæla, tá ið Kári J. á Høvdanum eina løtu undan klokkan átta í kvøld fer at bríksla fyri síðstu ferð, so er møguleikin stórur
Teir eru hot í Føroyum. Teir eru hot í Danmark. Nú bendir nógv á, at føroysku punkararnir í The Dreams eru við at fáa fótin fyri seg á størsta evropeiska tónleikamarknaðinum. – Ja, eg veit ikki heilt hvat [...] Dreams til sín. Lagið Revolt var millum mest spældu løgini á Rockzone-listanum hjá týsku útgávuni av tónleikasjónvarpsrásini MTV, og eisini á stóru týsku sjónvarpsrásini RTL er lagið millum tey best umtóktu [...] tá vit sleppa upp í part á slíkum listum og verða ráspældir í týskum sjónvarpi, greiðir Hans Edward Andreasen frá. Hann sigur, at teir í bólkinum hava ilt við at skilja, hvussu tað ber til. – Vit hava bara
um á ólavsøku í hesum viðfangi. - Eg leyt á, at tilmælið frá bólkinum tryggjaði ein samlaðan góðan dekning, sigur hon. Í samband við raðfestingina av ólavsøkudekninginum minnir Annika M. Jacobsen á, at [...] ngd, har finnast skal fram til nýggjar leistir fyri virksemið. Tí fær hon illa sagt longu nú, hvussu nógv hyggjarar kunnu vænta at síggja frá ólavsøkuni næsta ár. - Tað verður uttan iva nakað av tí, vit [...] Á ólavsøku í ár valdi Kringvarp Føroya at leggja mestu orkuna í útvarpsfrásagnir. Avgerðin hevði við sær, at sjónvarpið ongi verulig journalistisk innsløg hevði, har tað eitt nú bleiv prátað við ólavsøkugestir
við fleiri túrum og nógv betri umstøðum, bæði fyri fólkið og vinnulívið. Men sjálvt um talan er um eitt gott og nýtt skip, so hava sandoyingar tíverri upplivað, at “Teistin” næstan á hvørjum ári er tikin [...] tíð á hvørjum ári eisini framyvir? Sandoyartunnilin Tað politiska signalið hesa setuna hevur verið, at ein verklagslóg um undirsjóvartunnil millum Streymoynna og Sandoynna, verður løgd fyri tingið á ólavsøku [...] og sama er galdandi í ár, og hetta kann ikki vera rætt. Eg fari tí at spyrja landsstýrismannin, hvussu nógvar mánaðir “Teistin” hevur verið tikin úr sigling síðani hann byrjaði, hvør orsøkin er og um
Tað er nú greitt, hvussu ætlanin er, at Herjólfur skal sigla ímillum Suðuroynna og Havnina, tá ið Smyril fer á beding. Smyril siglur seinasta túrin av Havnini til Suðuroyar fríggjakvøldið 19. august klokkan [...] Danmarkar á beding til eftirlit, sum skipasýnið krevur. Eftir ætlan skal hann vera burtur í seks vikur og hesa tíðina skal íslendska ferjan, Herjólfur 3, røkja suðuroyarsiglingina. Herjólfur er nógv minni [...] Smyril. Ímeðan Herjólfur siglur einsamallur, er ætlanin eisini at fáa eina skipan, har fólk kunnu bíleggja sær pláss á internetinum, eisini til bilin. Gongst sum ætlað verður Smyril settur aftur í sigling
hava vit sæð og hoyrt, hvussu felagið hevur marknaðarført seg og nýggja navnið. Einki hevur tó verið sagt um, hvat lá í navninum. Á tíðindafundi í morgun varð víst á, at eini 1500 fólk hava givið sítt boð [...] m allar 24 tímarnar í døgninum og til einhvønn tørv. - Jú, vit vænta okkum nógv av hesum nýggja tilboðnum, varð sligið fast á tíðindafundi í morgun. Út í heim Nógvar fyritøkur gjalda í túsundatali av krónum [...] av hesum tænastum. Soleiðis var støðan í gjár. Men í dag er hesin møguleikin vorðin veruleiki her á landi. Tað hendi, tá nýggja felagið EITT alment fór til verka í morgun. Hetta felagið ætlar at útnytta
soleiðis, at fólk komu til hennara, og bóðu hana ringja til lækna fyri seg. Hon tosaði so við læknan fyri viðkomandi, og segði, hvat var áfatt. Oftast var læknin dani, so hetta mátti vera á donskum. Kala [...] fingu seks døtur, harav tvær doyðu sum smágentur. Hinar eru: Greta, sum býr á Tvøroyri, Mathea, sum býr í Glostrup, Jonna, sum býr á Tvøroyri og Magna, sum býr í Vági. Ommubørnini eru níggju og langommubørnini [...] Kala, sum hon vanliga verður nevnd, er ættað úr Kálvhúsinum á Glyvrum. Foreldrini hjá Kalu vóru Martin Vang av Glyvrum og Sunneva, sum var úr Sumba. Tey bæði fingu níggju børn - sjey gentur og tveir dreingir
síðani. Mestsum allur bókaheimurin var á gosi, dagarnar áðrenn Harry Potter and the Halfblooded Prince skuldi verða útgivin. Bókhandlar kring allan heim høvdu opið út á náttina fyri at kunna geva forvitnum [...] eftir somu tíð. Loyniligt Sjáldan verður gjørt so nógv burturúr eini bókaútgávu, og eisini fingu bókhandlar strong boð um, ikki so mikið sum at vísa húsan á bókini fram í sjónvarpinum ella aðrastaðni áðrenn [...] Jyllands-Posten. Hvussu er ella ikki, so megnar Rowling at rúnarbinda fleiri milliónir lesarar í fleiri tímar við sínum gandakynstrum. Hon vekir innara barnið í flestu vaksnum fólkum og minnir okkum á, at vit øll