umsitast, men av tí, at val varð útskrivað, fall lógaruppskotið burtur, vísir Hendrik Old á. Og nú so langt er liðið út á árið, uttan at lógarreglur eru gjørdar um umsiting av játtanini, er tað at Javnaðarflokkurin [...] Oyggjaleiðir við 350.000 kr. soleiðis, at »Smyril« ger tveir túrar meira um vikuna á Suðuroyarfarleiðini, har annar verður sigldur á Vág, sigur Hendrik Old. Uppskotið var til 1. viðgerð tann 30. oktober 1998, [...] meiriluta og ein minniluta. Meirilutin (Jørgen Niclasen, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Sámal Petur í Grund og Lisbeth L. Petersen) vísir á, at landsstýrismaðurin hevur upplýst, at »Smyril« í komandi
Á Mariumessu á vári 1819 var faðir skrivtmál okkara, V. U. Hammershaimb borðin í heim á løgmansgarðinum á Steig í Sandavági. Pápi Vensels, Jørgen Frants Hammershaimb, var hin seinasti løgmaðurin í Føroyum [...] og har eggjaði hann monnum sum Kvívíks Jógvan og Jóan Peturi uppi í Trøð, sum seinni gjørdu sannir Føroyamálsvinir. Í 1862 gjørdist hann próstur og flutti inn á Nes. Í 1878 fór hann aftur til Danmarkar [...] Føroyum, eftir at løgtingið varð lagt niður sum ting í 1816. Løgmaður búði kortini á garðinum í Sandvági nøkur ár eftir hetta, men um 1820 doyði Jørgen Frants, og tá garðurin skuldi býtast sundur, flutti
føroyskum íðkarum. Vit hava við hesum á fyrsta sinni í frælsum ítrótti tveir íðkarar og ein venjara við til EM. Jógvan K. Glerfoss, sum dagliga venur teir í Bragdinum og á føroyska landsliðinum er við sum venjari [...] vóru teir á venjingarlegu í Odense við danska U18 landsliðnum, sum liður í venjingini til EM. - Útyvir hetta kann nevnast, at Jónas til Copenhagen Open í juni, eisini kláraði U18 EM kravið á 400 m, og [...] úttøkan var 24. juni, og vóru ongir aðrir í Danska kongaríkinum, ið tóku teir í lopi og 400 m. Bert tvey á hvørji grein eru við, so tað hevur verið spennandi at bíða eftir endaligu úttøkuni, skrivar FÍF. Jónas
vunnið sjey dystir, og seks ferðir er tað endað javnt. KÍ var tvær ferðir á odda, og hálvleiksstøðan var 2-1 til klaksvíkingar. KÍ er á áttanda plássi við 14 stigum fyri 12 dystir. Heimadysturin ímóti B71, [...] verkfallinum. Heðin Klakstein legði KÍ á odda longu í fyrsta minutti, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Rógvi Fossabrúgv við brotssparki. Fimm minuttir var KÍ á odda 2-1. Tað 17 ára gamli Heini Dai [...] hann var málskjútti í 1. deild. Á B36 liðnum vóru nakrir spælarar, sum nú venja undir leiðslu av Magna Hoseth. Teir eru Benjamin Heinesen, Rói Hansen og Carl Mikkelsen. Á KÍ liðnum vóru Jákup N. Vilhelmsen
Rasmus er føddur tann 9. august í Soylu heima á Sandi. Foreldur hansara vóru Jógvan og Anna Poulsen. Rasmus er giftur við Sannu sum er ætta úr Uttastovu yvuri í Trøðum. Tey fingu 4 børn Annfinn, Jóhan [...] Petur, Sunneva, og John. Síðan hava tey 13 abbabørn og 13 langabbabørn. Rasmus bygdi sær hús heima á Sandi, tad er tætt við tað sum verdur kalla í Soylu, seinni fekk hann sær hetta sum eftirnavn. Sum 16 [...] sigldi hann vid fiski til Onglands. Tá seinnið heimsbardagi endaði var hann i Aberdeen. Har var gott lag á fólki, og teir fingu gódan prís fyri lastina teir høvdu selt beint áðrenn tey góðu boð. Eftir kríggjið
Vinnuátak Jan Müller jan@sosialurin.fo Áki Johansen, leiðari á útflutningsdeildini á Menningarstovuni er samskipari og sigur við Sosialin, at tey eru komin fram í øllum góðum. Komandi fýra dagarnar fara [...] og tí er tað lætt hjá eitt nú føroyskum fyritøkum at koma inn á marknaðin har. Tað eru annars sera fjølbroyttar fyritøkur, sum eru við á ferðini. Eingin líkist, so tað hevur verið eitt stórt arbeiði at [...] samstarv við bæði Vinnuhúsið og Danmarks Eksportråd á sendistovuni í Riga. Tær 10 føroysku fyritøkurnar eru: Tórshavnar Skipasmiðja, Notio, Syntesa, Jógvan Weihe, heilsøla, PF Poul Michelsen, Farpack, Atlanticon
tey inni á Toftanesi. Tey vóru 5 systkin, tríggjar systrar og tveir beiggjar. Av teimum hevur Olina nú bert tað yngru systrina Margrethu sum býr í Saltnesi. Lina kom sum ung genta til trúgv á Harran og [...] november 1938 giftist Lina við Peturi Lervig, vanliga nevndur Petur á Regni. Saman fingu tey børnini: Elias, Herfríð, tvíburarnar Káru og Jógvan, og til síðst Jonnu og Páll. Synirnir eru búsitandi í Leirvík [...] vælkomnan, og blíðskapurin var stórur. Eg vil á henda hátt takka Linu fyri alt tað hon hevur verið fyri meg, børn og barnabørn okkara. Lina, sum í dag býr á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimið, hevur enn
n. Í aðrari grein her á síðuni, sigur, formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum, at í samráðingunum, sum júst eru lidnar, fekk Fíggjarmálaráðið tilboð um at gera yvirmenninar á Strandferðsluni til t [...] gera vit øll til tænastufólk, annars er onki endamál í tí, sigur leiðarin á lønardeildini. Ongin politisk avgerð Annars vísir hann á, at enn er ongin politisk avgerð tikin um at gera nakað við hetta málið [...] onki endamál at gera bara yvirmenninar hjá Strandferðsluni til tænastumenn. Thomas Magnussen, leiðari á lønardeildini í fíggjarmálaráðnum, sigur, at tað var orsøkin til, at lønardeildin ikki vildi taka av
Jógvan Arge býráðslimur Las við áhuga sjóforkláringina, sum Heðin Mortensen hevði í Dimmalætting leygardagin um ta nýggju útbjóðingina av ætlaðu barnagørðunum á Argjum og í Hoyvíkshaganum. Hann segði bara [...] bara onki um, at mentamálanevndin hjá Tórshavnar Býráð er ikki á einum máli um, hvussu bjóðast skal út á hesum sinni. Hetta málið endaði í eini fløkju, tí her var ov lítið gjøgnumskygni og ov lítil opinleiki [...] kann bjóða. Tað kann jú vera, at feløg, sum ikki vóru hugað at bjóða upp á barnagarðar til at leiga býráðnum, eru sinnað at bjóða upp á barnagarðar, sum býráðið yvirtekur beinanvegin. Og jú fleiri, ið fáa
Í 1958 vann Javnaðarflokkurin stórsigur á løgtingsvalinum, og varð gamla samgongan frá 1948 endurskipað, men hesaferð undir leiðslu av Javnaðarflokkinum, sum á fyrsta sinni fekk løgmann, Petur Mohr Dam [...] samgongan misti meirilutan við valið í 1988, tá Jógvan Sundstein úr Fólakflokkinum gjørdist løgmaður. Í 1990 vann Javnaðarflokkurin stórsigur og fekk 10 fólk vald á ting. Javnaðarflokkurin fekk hesaferð 0,1% [...] einaferð áður, at Javnaðarflokkurin hevur sitið so leingi uttan fyri politiska ávirkan. Tað var aftan á valið í 1950. Javnaðarflokkurin var í fyrsta landsstýrinum frá 1948-50 saman við Sambandsflokkinum og