Svensson er í dag vorðin ein av teimum heilt kendu føroysku málarunum, og hann er eisini sera virkin listamaður. Við á framsýningini í Leikalund eru fleiri nýggir oljumálningar. Kári Svensson er føddur í 19545 [...] Myndevni er í størsta mun náttúran og náttúruupplivingar, men eisini bygdir og fólk eru at síggja. Stílurin er abstrakt ekspressionalisma. Gunvá við Keldu, komandi býráðslimur í Klaksvík, letur framsýningina [...] fyrstu framsýning. Síðan hevur hann ferðast víða hvar við sínum framsýningum. Hann hevur sýnt fram í Norðulondum, Baltisku londunum, Hollandi og so fjarskotin støð sum Singapore og New York hevur Kári
Klaksvík: Vísukonsertin fríggjakvøldið er eitt samstarv við norðurlandahúsið. Sama konsert verður eisini hildin í Stóra Pakkhúsið í Vági. Per Warming er 60 ára gamal og búsitandi í keypmannahavn. Til dagliga [...] fjøruti ára gamal, og fæst burturav við mentan í Lapplandi Konsertin í Atlantis byrjar fríggjakvøldið klokkan 21 og atgongumerkir til tiltakið á 100 kr. fáast í húsinum ein tíma frammanundan. [...] fyri sangin, Du kom med alt det, der er dig, sum stendur í donsku háskúla sangbókini. Eisini vann hann kappingina Syng Dansk, sum varð hildin í 2003. Hann hevur útgivið egnar sangir á útgávuni Blues Barok
Vikuskiftið 28 og 29 aug varð svimjikapping í Vági. Hetta er ein opin kapping, t.v.s. at svimjarar í øllum aldri kundu luttaka, men tey yngstu vórðu um 12 ár. Henda kapping hoyrir til svimjiárið 2003/2004 [...] afturat at seta met í gamla bólkinum, tí verður kappingin rópt Metkappingin. 44 kappingar vórðu svomnar, og tvey nýggj bólkamet blivu sett. Sum ikki einaferð verð tað Elspa Mørkøre úr FS í setti eitt nýtt [...] nýtt bólkamet, og tað var í 200m frí svimjing við tíðini 2.19.3, og hitt meti setti Petur Mcintosh úr HS í 50m firvaldssvimjing við tíðini 0.31.7. Annars gjørdist úrslitið av kappingini soleiðis: Gull Silvur
Leitað vit í hagtølunum, so ljóðar staðfestingin, at vit skulu 39 ár aftur í tíðina, um finnast skal fram til eitt líknandi úrslit. Ta ferðina tapti HB 6-0 í Klaksvík. Verður tosað um dystir í Gundadali [...] móti VB í 1989 størsta tapið á heimvølli seinastu fjórðings øldina. Í altjóða fótbólti hevur talan tó verið um okkurt skrædlið ikki minst, tá teir í Intertoto-kappingini taptu 10-0 móti Tromsø í 1995 forrestin [...] so taptu teir í 1945 10-0 móti grannunum úr B36. Gerðabókin hjá B36 veit at siga, at Herluf Mikkelsen ta ferðina skoraði átta av málunum, men har verður sagt, at dysturin var í 1948. Í nýggjari tíð er
Yviri við Strond 4. Allir russarar í Føroyum við familju verða tí bodnir til hugnaløtu frá kl. 15 til 18 sunnudagin í hølunum, sum vórðu tikin í nýtslu í oktober mánaði í fjør. Sera stórur partur av virkseminum [...] upp og Russiska konsulátið flutti í hølini. Tí er hetta eisini eitt upplagt høvi at bjóða russum í Føroyum at síggja skrivstovuna. Júst, hvussu nógvir russar sum eru í Føroyum er ilt at meta um. Men sambært [...] langt omanfyri 50. Hesir russararnir finnast spjadir kring alt landið: Í Leirvík, Vágum, Vestmanna, Sundalagnum Havnini, Klaksvík og Gøtu, bara fyri at nevna nøkur av støðunum. Allir hesir fáa nú høvið
Storage í Klaksvík, og síðan tá hevur skipið ligið í Saltangará. Væntandi loysir Akraberg aftur í komandi viku, og tá verður farið í Irmingarhavið á kongafiskaveiði. Reiðarin, Anfinn Olsen, er í løtuni [...] hava bara roynt í russiskum sjógvi í Barentshavinum. Í byrjanini var væl at fáa, men sum tíðin leið, fekst lítið og einki. Fulla last Hetta er annar túrurin hjá Akrabergi í Barentshavinum í vetur. Hin fyrra [...] fyrra túrin, sum vardi í 60 dagar, høvdu teir fulla last, 453 tons av flaki. Fyrra túrin royndu teir bæði í norskum og russiskum sjógvi, og fiskiskapurin var góður. 32 mans eru við Akrabergi, tá ið teir
KÍ og EB/Streymur, sum í ár skulu spæla steypafinaluna hjá kvinnunum. Hetta gjørdist greitt, eftir at seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vórðu avgreiddar í dag. Í Havn endaði fyrra hálvfinalan [...] millum B36 og KÍ 0-0, men við 3-1 sigri í Klaksvík ognaði KÍ sær sessin sætta árið á rað. Hetta var annars sjeynda ferðin á rað, at hesi bæði feløgini hittust í hálvfinaluni. Malena Josephsen legði KÍ [...] Danielsen pyntaði um úrslitið fyri B36. Á Eiði skuldi EB/Streymur verja 2-1 leiðsluna, sum tær vunnu sær í fyrra hálvfinaluni móti AB, og hetta gekk so eisini akkurát. Tað eydnaðist nevnliga AB at vinna dystin
heilsugott. Í samband við bókaútgávuna verður almen móttøka í býraðshøllini í Klaksvík 31/10 kl. 16.00 har høvundarnir greiða frá og sýna bókina fram. Møguleiki verður at ogna sær bókina í Norðoya Kun [...] Uppskriftirnar í bókini eru 124 í tali og fevna tær um súpanir - døgurðarættir - afturvið - nátturðarættir - breyð og bollar - køkur og desertir - køkur og desertir til diabetes. Uppskriftirnar eru einfaldar [...] einfaldar, lættar, heilsugóðar og ikki minst leskiligar, og eru allir rættirnir í bókini avmyndaðir. Jóhanna og Elisabeth siga í tíðindaskrivi at tær hava hugsa nógv um at gera uppskriftirnar soleiðis at tað
kunnu vera torfør at finna í vanligu klædnahandlunum. Heldur fram Framsýningin í Orkis heldur fram í vanligari tíð í dag og í morgin. Í dag er handilin opin frá kl. 9-19 og í morgin, leygardagin, frá kl [...] Framsýning Hóskvøldið hevði handilin, Ka-Ki úr Klaksvík, framsýning av nútímans klæðum til "store damer" í kjallaranum í Orkis í Saltangará. Tær báðar, sum hava handilin, Karin Olsen og Kirsten Tróndheim [...] sum rekur Orkis, sigur, at saman við nútímans klæðunum í kjallaranum, sýnir blómuhandilin eisini fram sínar nýggjastu vørur, sum eru heimkomnar nú í heyst. - Jólavørurnar eru eisini byrjaðar at koma, og
fyrr enn í 1998, at hon fyri fyrstu ferð sýndi fram alment. Hon hevur eina framsýning á Norðoyastevnu á hvørjum ári, og nú leggur hon seg eisini eftir at hava eina framsýning hvørt ár í Smiðjuni í Lítluvík [...] henni lat upp leygardagin. Framsýningin hýsir fjøruti oljumálningar. Í føgrum litum, sum Emma tekur til. Allir málningarnir eru málaðir í ár, og teir byggja heldur á søgur enn motiv, sigur Emma. Hon er sjálvlærd [...] sum málari, og hon hevur tikið okkurt kvøldskúla skeið. Um summarið hevur hon sítt egna gallarí í Klaksvík, sum verður rópt fyri Gallarí Emma. Hon spælir við tankanum um at fáa sær sítt egna fasta gallarí