spælirúmið hjá mær og tí minnist eg hana eins væl og roykstovuna hjá Massi, har eg kom hvønn dag og sá eldin lýsa og mangan fekk mær ein góðan drýl og ein turran seið. Har inni høvdu Lena og eg sama spælið [...] har hann kundi vera einsamallur, og ofta tók hann meg við. Og meðan vit so gingu, segði hann mær frá søgum, frá Flokksmonnum og illu Beintu í Miðvági og Eiriksboða og frá Vágardreinginum, ið tók gívrastakkin [...] vera, bróst og bitar vóru sótgingin frá teirri tíð, tá tey dag og dagliga hirdu eld á grúgvuni, gamal fýrstaður var eisini, og uppi yvir hekk ímpotturin enn í skerðingi, og á moldgólvinum vóru enn bæði stabbar
stuttur og breiður og loðin, tað er líkasum hann er settur saman av tveimum ella fleiri avskornum monnum. Mikkjal er innanhokin og tolir illa, at tú sigur nakað við hann, og bæði í útsjónd og lyndi er [...] Williami Heinesen, við minni av mytu og meira av realismu enn hinar bøkurnar. Baksýnið og partur av íblástrinum eru niðursetubygdirnar frá 19. øld og traðalógin frá 1894 og seinni. Nú var endiliga ein møguleiki [...] nýggjum og á tann hátt gerast - um ikki akkurát bøndur, so í hvussu er traðarmenn. Eitt bæði kærkomið og neyðugt íkast aftrat útróðrinum og skipsfiskiskapinum. Ætlanin var, at William Heinesen og Heðin Brú
presturin var ein dapurskygdur pietistur, og hansara tunglyndi merkti bæði bygdarlívið og Duritu. Nýggi presturin kemur við upplýsingartíð og vónum um framburð og frælsi. Tilveran letur seg upp við øllum [...] at eg og fleiri, sum ung eru, kunnu gera okkurt, so tey mótleysu kvaklast við og fáa lívshug aftur«. Tað gongur fram á hondina Hóast kvinna lænir Durita eitt gamalt fýramannafar frá presti og fer at rógva [...] manna bátin, og næsta stigið er at fáa sær nýggjan bát. Umframt at rógva út, gera alt tað húsliga arbeiðið, læra børnini í bygdini at lesa og skriva, hjálpa teimum gomlu og einsamøllu og nógv, nógv aftrat
presturin var ein dapurskygdur pietistur, og hansara tunglyndi merkti bæði bygdarlívið og Duritu. Nýggi presturin kemur við upplýsingartíð og vónum um framburð og frælsi. Tilveran letur seg upp við øllum [...] at eg og fleiri, sum ung eru, kunnu gera okkurt, so tey mótleysu kvaklast við og fáa lívshug aftur«. Tað gongur fram á hondina Hóast kvinna lænir Durita eitt gamalt fýramannafar frá presti og fer at rógva [...] manna bátin, og næsta stigið er at fáa sær nýggjan bát. Umframt at rógva út, gera alt tað húsliga arbeiðið, læra børnini í bygdini at lesa og skriva, hjálpa teimum gomlu og einsamøllu og nógv, nógv aftrat
sjálvstøðugan hugsunarhátt og umstøður til í frið og náðum at orða henda hugsunarhátt og nývunnað frælsi, so fær systir Shakespeare aftur kjøt og blóð, og at gera hetta, sjálvt í einsemi og fátækradømi, tað er [...] Kristin og Erlend við og fekk eisini virðisløn Nobels afturfyri, men í mínum hugaheimi hava tey hóast tað verið søguligir persónar, sum eg havi kent og havt tokka til, síðani eg var heilt ung. At eg kortini [...] skriving og verumáta lagaðu seg til og gjørdu alt fyri at hóska. Søgurnar vístu, at flestallar við tíðini vórðu typtar og beindar av vegnum, antin sum virðisleysir høvundar við háðan, útspilling og líknandi
august, og óveðrið hevði leikað í tvey samdøgur. Hjálmar og eg høvdu vakt saman. Eg bannaði og blótaði inn á veðrið, vit sigldu langt av kós, og alt var vátt, ikki ein turr koyggja var umborð og lítið og [...] eitt gistingarhús. Har høvdu tey svimjihyl, og vit trongdu øll til at slappa av og njóta eitt sindur av luksus. Har sat ein ung genta og las. Hon æt Sonya og var úr Kanada, hon hevði arbeitt í fýra mánaðir [...] Eg helt tankan vera ræðandi og syndarligan og dugdi væl at skilja, hví so nógv vanlig fólk eru so strongd og óeydnusom ? ei undur í at fólk nýta so nógva orku til grenj og ónøgd. Tey fyrstu trý samdøgurini
siðir og sosial mynstur tyktust vera í uppbroti, og fólk heldur óttafull, ivandi ótrygg um siðir og lívsstíl. Serliga góð dømi eru t.d. brúðarsiðir fyrr og nú. Hetta er nakað sum søguprofessarin og fólk [...] mentan enda sum eitt stórt fornminnis- og tjóðminnissavn, og ein slík gongd er ikki mennandi, men er í longdini ósamanhangandi og ofta mangan beinleiðis skaðilig. Og tá ið tað essentiella ella tað veruliga [...] Føroyum, at bygdir sum Klaksvík, Fuglafjørður og Tvøroyri vuksu við eini øgiligari ferð, meðan útoyggjar og smábygdir um allar Føroyar minkaðu í fólkatali og nærum avtoftaðust. Býurin vann, bygdin tapti
bókin (ið sambært káputekstinum bæði speglar veruleikan, og hartil er bersøgið og speiskt) var mær munaleys og óumvarðandi. Og í sama viðbragdi sá eg og skilti, at tað er ikki royndskygnið í tekstinum hjá Hanusi [...] nýliga givið út yrkingasavnið Yvir teigar og tún og í einum bersøgnum og tiltiknum ummæli eftir Christian Matras (í Varðanum, 1936), stendur hann fyri skotum ? og tað eru eingin strokskot. Men verri er í [...] úr góðum króki og er líka orðhavin og lættlyntur, sum hann er ábyrgdarsørur og lúnskur. Sofus hevur nakrar mánaðir frammanundan lokkað eina undirskrift á ein veksil frá tí hjartagóða og góðvarna skaldinum
tíma, var hildið avstað. Og komu vit til Billund í øllum góðum. Har stóð ein stórur bussur og tók ímóti okkum og tónleikaraviðførinum. Vit skuldu gista á Scandic Hotel í Silkeborg, og var hetta eitt frálíkt [...] framførsluni hjá Dickie Lee og Stanley, sum settu festivalin í gongd úti á økinum. Og sigast má um Dickie Lee, at hann hoyrist, tá ið hann syngur. Og ein skilur, hvat hann syngur um og verður ikki køvdur av [...] stóra pallin og framførsluøkið. Har stóð ein long rekkja av skandinavum og týskarum, sum skuldu býta síni atgongumerkir um við armbond. Hallur fór yvir og tosaði við ein av fyrireikarunum og vísti honum
Elinborg og Sólvit. Bæði eru tey skemtilig av lyndi, blíð, fitt og hartil hittinorðað, og tykjast duga hetta at spjaða gleði og hugna rundan um seg. Stovan er hugnaliga prýdd við alskyns málningum og myndum [...] síggja, at børnini og abbabørnini hava átt og eiga framvegis eitt stórt pláss í hjartanum á teimum báðum eldru. At tey eisini hava eitt stórt hjarta fyri gestum, vísti blíðskapurin og móttøkan, sum umboðini [...] avgjørdu Sólvit og konan at fara til teirra henda hátíðardagin hjá elstu dóttur teirra, Unn. Tey bíløgdu sær ferðaseðilin til Danmarkar og fyrireikaðu seg til ferðina. Nógv komu at siga farvæl, og kvøldið fyri