ein lóg sum sigur, at øll børn í Føroyum skulu ganga í skúla. Men nær verða barnagarðar fyri øll børn, nær fer hann at eita fólkabarnagarðurin? Nær fer tað at standa í dagstovnalógini, at børn í barnagarði [...] ðnum fyri jól. Sera góð grein, ið varpar ljós á, hvat ið skal til fyri at eitt barn kann fara í 1. flokk. Gott at hava okkurt at halda seg til, tá ið ein arbeiðir við børnum í hasum aldrinum. Men øll børn [...] byrja í 1. flokki. Kanska er tað tí, at 1. flokkur er tann truplasti flokkurin at fáast við í Fólkaskúlanum, sum tað eisini stendur í somu grein. Eg veit eisini, at í nógvum barnagørðum hava tey meira skipaði
stórt er í ferð við at henda, og at hann fegin vil gera sítt til, at USA fær ein svartan forseta. Men samstundis sum hann stóð á pallinum og eggjaði fólki til at velja Barrack Obama, bað hann Hillary og [...] demokratar hava lítlan hug at velja annað valevnið, tí tað merkir, at teir sleppa hinum. Hinvegin vita teir, at teir kunnu skriva ein nýggjan kapittul í amerikonsku søguni við at velja ta fyrstu kvinnuna [...] veljarunum, at tey fara at atkvøða fyri John McCain. Mitt Romney er væl aftanfyri við 24 prosentum, og Mike Huckabee, sum hongur í enn, fær væntandi umleið 17 prosent. Kanningin hjá Washington Post vísti at kalla
er um, at svartkjafturin fer at taka seg upp vestanfyri Írlandi, men hinvegin er ikki vist, at fiskiskapurin í føroyskum sjógvi fer at halda fram, nú svartkjafturin er á veg suður á leiðirnar at gýta. Fiskurin [...] góvu fyri fiskin. Á Havsbrún siga tey annars, at útlit eru til, at onkur norsk landing verður á Havsbrún, sum tíðin líður. - Vit hava skilt á norðmonnum, at reiðaríir eru misnøgd við sonevnda nox-avgjaldið [...] nox-avgjaldið, sum myndugleikarnir hava samtykt at leggja á hesa veiði. Hetta er eitt umhvørvisavgjald. Í Fuglafirði siga tey, at enn er ov tíðliga at siga, hvørja ávirkan hetta avgjald fær á møguligar landingar
rørir í. Lítið í senn, til at tú sært at emulgeringin fer fram. Fer at skilja, kanst tú lata eitt sindur meira av eggjareyða í. Og her brúka vit hitaviðgjørdar eggjareyðar fyri at fyribyrgja salmonellu-ilsku [...] Kalda ljósagula sósin, ið vit rópa fyri majones er so einføld at gera, at tað næstan ikki er til at trúgva. Plantuolja og eggjareyðar verða blandaði saman og so kryddað við eddiku og salt. Tað er alt! [...] eitt sindur av sinoppi fyri at fáa góðan mjúkan og støðugan konsistens. Kynstrið at røra majones sjálvi, er at bæði oljan og eggjareyðarnir hava sama temperatur og gjarna ikki beint úr køliskápinum. Lat
hava fólk havt høvi at senda inn uppskot til sangir, sum tey halda, eiga at vera við í bókini. Higartil eru meir enn 500 uppskot komin inn, og sjálvir hava stigtakararnir eisini loyvt at sær koma við ymsum [...] ymsum uppskotum. - Vit hava valt at taka nakrar nýggjar sangir við, sum vit annars bara hoyra á fløgu ella í útvarpinum. Í heila tikið royna vit at fevna so breitt í bókini, at øll skúlabørn kunnu hava okkurt [...] Í grundgevingini legði dómsnevndin dent á, at lagið er sangbært og væl egnað til felagssang. Teksturin er um at fara úr eini skuggasíðu og inn í ljósið, at finna kærleika við fyrsta eygnabrái. Lag og
hann heldur, at hon er ein stórur møguleiki fyri seg. - Mítt samstarv við Brandy fer uttan iva at lata hurðar upp fyri meg aðrastaðni í USA, sigur Hans Fróði. - Eg haldi, at hetta vísir, at alt ber til [...] make-up linju, og hon hevur spurt meg, um eg havi hug at samstarva við hana um hetta. Tað er serliga spennandi fyri meg, at eg havi fingið fulla ábyrgd at gera brandið, og so skulu vit selja og branda tað [...] Hans Fróði Hansen heldur, at føroyingar eru alt ov varnir við at føra seg fram mótvegis útheiminum og í útlandinum. - Vit undirmeta okkum sjálvi og verða næstan uppvand við, at einki ber til. Eg havi tilvitað
greitt, at møguleikin var størri fyri flúgvandi enn flótandi fótbóltsspæli, tí so mikið av vindi var oman úr Havnardali, at skjótt kundi vera at missa bóltin, var ikki spælt við skili og uttan at senda bóltin [...] nakað úti í høgru síðu og skjeyt so væl, at bólturin umvegis aftaru stong fleyg í málið, uttan at Heðin Stenberg fekk gjørt nakað við tað. Og hóast AB royndi at manna seg uppaftur, fekk 07 Vestur eisini [...] hildu bóltin niðri á jørðini, meðan teir í AB høvdu í so góðan hug at gyppa og senda bóltin upp í loft. Men hóast 07 Vestur dugdi betur at spæla, var tað AB, sum fekk teir størstu møguleikarnar í fyrra hálvleiki
venjari, og hann stuðlar mær eisini eisini í avgerðini um at taka av tilboðnum um at koma á danska svimjilandsliðið. Men av tí at eg skal til Esbjerg at svimja við sama felag sum Elspa Mørkøre, West Swim, verður [...] Endar í Esbjerg Í gjár bóru vit tey tíðindi, at føroyskir og grønlendskir svimjarar ikki longur kunnu fáa síni met skrásett sum donsk met, uttan so at teir gevast at svimja fyri ávikavist føroyska og grønlendska [...] tunga, men leingi umhugsaða, avgerð: Hann fer nú at umboða Danmark í altjóða kappingum og svimja á danska landsliðnum. – Eg havi onkuntíð fyrr sagt, at eg eri ikki danskari, men føroyingur, og tað er framvegis
orsøk at iðra seg um úrslitið av dystinum. Deyðbóltar kostaðu Gestirnir vóru nevnliga leikliga omaná stóran part av dystinum. Frá byrjan var greitt, at B68 sum so ikki kendi tað sum sína skyldu at koma [...] koma til Havnar at undirhalda áskoðarunum við bergtakandi álopsfótbólti. Og hóast HB fekk nógv pláss at spæla á á miðvøllinum, so mgnaði heimaliðið sum so heldur ikki at skapa sær tað heilt stóra. Toftamenn [...] nú ikk fyri neyðini at trýsta tað minsta, og fram til seinastu 20 minuttirnar ella so hendi lítið og einki. Tað noyddi gestirnar at satsa, og ein góða løtu hóttu teir veruliga við at eta seg aftur í dystin
og tað rokni eg eisini við, at tú heldur sjálvur. Mín forkláring upp á tað er, at tú hevur brúkt ov nógva orku upp á at pleyga títt "hjálpar-venjara" starv ístaðin fyri at spæla fótbólt, tí havi eg sjálvur [...] glashúsi! Tú sigur, at núverandi leiðslan í AB hevur ongar royndir. Tað er partvíst rætt, men eg haldi ikki at niðurstøðan hjá nevndini hevur verið óbúgvin. Persónligt haldi eg ikki at títt ár í ár sum [...] sjálvur argumenterað fyri, at tú skuldi vera spælari og ikki hjálparvenjari. Tú sigur, at tú ert skuffaður av AB. Minnist tú ikki sjálvur, hvussu tú hevur uppført teg ímóti AB? Ella er alt farið í gloymibókina