NSÍ og KÍ hava sama stigatal, 34, , og málmunurin hjá klaksvíkingum er betri, enn hann er hjá NSÍ. Sigurin ber við sær, at HB nú av álvara aftur er við í kappingini um europeiskt pláss um eitt ár. HB er [...] bóltin dygst inn við stólparótini. NSÍ royndi at spenna álopsbogan, og einar tvær ferðir var talan um heilt spentar støður í HB brotsteiginum, og so var tað, at Ebiye Moses, sum frammanundan hevði misnýtt
Teljingin bendir á, at stovnurin er vaksin seinastu árini. Eta um 3.000 tons um árið Ein miðalstórur láturkópur etur umleið 1.500 kilo av fiski um árið. Sostatt verður mett, at allur stovnurin etur á leið 3 [...] fyrisitingina fyrireika eitt uppskot til lóg um kópaveiðu. Tað upplýsir hann í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann, sum hevur sett honum ein grein 52a-fyrispurning um kópastovnin undir Føroyum og møguleikan [...] landsstýrismanninum verður láturkópastovnurin mettur at vera um 1.800 kópar. Metingin byggir á teljingar, sum Havstovan hevur gjørt fram við landi um summarið í árunum 2018–2021 og aftur í 2026. Í nýggjastu
Ímyndið tykkum skilið, um tilbúgvingin tá var lógarfest?At hetta er ein tilætlað roynd at tøma verkfalskassarnar, er eyðsæð. Vit hava áður sæð tvey lock out av námsfrøðingunum við sama endamáli. Fakfeløgini [...] verða hótt, eiga øll fakfeløg at kenna ábyrgdina at siga frá. Hetta snýr seg ikki bara um eitt verkfall, hetta snýr seg um fólkaræði. Óluva í Gong , forkvinna, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Mary [...] eisini. Vit hava longu frammanundan sæð, hvussu lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum undir skálkaskjólinum um tilbúgving hevur brúkt verkfall sum sparitiltak í heilsuverkinum. Meðan heilsustarvsfólkið tók ábyrgd
at varðveita borgarliga stjórnargrundarlagið. Hinvegin kann tað broyta alla støðuna, um flokkurin klárar seg upp um 4 prosent. Sverigedemokraterna vilja hava meira vald Sverigedemokraterna eru næststørsti [...] valskeiðið. Men flokkurin hevur ikki sitið í stjórn. Eftir valið kann hetta broytast. SD hevur verið greitt um, at flokkurin ikki ætlar at stuðla eini nýggjari stjórn, uttan at hann sjálvur fær størri beinleiðis [...] fyri bæði Moderaterna og serliga Liberalerna. Magdalena Andersson hevur eisini ein trupulleika Sjálvt um andstøðan vinnur valið, er tað ikki givið, hvussu ein nýggj stjórn skal síggja út. Magdalena Andersson
av tí djúpa sjónum serliga ferðast tvørtur um Ryggin í tveimum ávísum støðum miðskeiðis á Rygginum. Hetta er nýggj vitan um tað sonevnda yvirflotið tvørtur um Íslandsryggin, sum – saman við yvirfloti gjøgnum [...] atlantssjógvi í ovaru løgunum var so hart, at tað forðaði yvirfloti at fara tvørtur um Ryggin. Í hesi somu greining vóru ábendingar um, at yvirflotið møguliga kundi fara tvørturum mitt á Rygginum. Atlantssjógvur [...] mát fyri, hvussu nógvur yvirflotssjógvur fer tvørtur um Íslandsryggin. Tó verður mett, at tað samlaða rákið tilsamans er á leið 1 millión rúmmetrar um sekundið, sum samsvarar við aðrar meiri leystligar metingar
kjarnorkuvápnum her um okkara leiðir. Nevndin í friðarrørsluni vil tí við hesum brævi heita á tykkum løgtingslimir og landsstýrisfólk, um at bera so í bandi, at friðarboðskapurin um Føroyar sum eitt kj [...] Áheitan um at varðveita Føroyar sum eitt kjarnorkuvápnafrítt øki við avmarkaðum hernaðarligum virksemi Í sambandi við at tað í dag 29. august er altjóða dagur hjá ST móti kjarnorkuroyndarspreingingum, [...] vil nevndin í føroysku friðarrørsluni heita á løgting og landsstýri um at varðveita Føroyar sum eitt kjarnorkuvápnafrítt øki við avmarkaðum hernaðarligum virksemi. Henda áheitan er í trá við nakrar søguligar
framundir avgerðina um at realisera meiri enn 60 ára gamla dreymin um at fáa økinum eina svimjihøll. Tey, sum atkvøddu fyri hesi verkætlan, vistu neyvt, hvussu hetta kom at tyngja um skuldina hjá kommununi [...] bert situr máttleys og bíðar eftir at skallin skal bresta upp undir skuldarbjálkan. Nógv orð eru skift um fíggjarligt regluverk hesi seinastu árini, og higartil er tað einasta av hesum slagnum regluverkið [...] heldur kjarnutænastunum í hóskiligum standi – meðan íløgurnar fremja ta veruligu menningina, tí ræður um at halda aftur við rakstrinum, fyri at fáa sum mest av íløgufæi burtur úr eginfíggingini, og eru a
at spyrja, um okkara skelting eisini eigur at fylgja við. Talan er í grundini um eina einfalda loysn: Tá tað aftur er loyvt at koyra 80 km/t, eigur bæði førarin og bilurin at fáa greið boð um tað. Tað kann [...] týdning Hetta snýr seg ikki um, at øll altíð skulu koyra 80 km/t. Sjálvandi skal ferðin lagast eftir vegi, sýni, veðri og umstøðum annars. Men ferðslutrygd snýr seg heldur ikki bara um hægstu ferðina hjá tí [...] marksfer ðin aftur er 80 km/t? Eg spyrji eisini, um Landsverk hevur kannað, hvussu verandi skelting riggar saman við skeltalesingini í nýggjum bilum, og um hetta kann hava ávirkan á framkomuleika og ferðslutrygd
feløg – LÍF í Leirvík og GÍ í Gøtu. Úrslitið í kvøld ber við sær, at Skála ÍF hevur 17 stig og hevur sama stigatal sum EB/Streymur, ið er á sjeynda plássi. Skála er á áttanda plássi, og undir niðurflytin [...] áðrenn hann næstan av baklinjuni smekkaði til. Bólturin tók í ein av verjuspælarunum og datt so inn um málstrikuna við nærra stólpa. Heimamenninir spældu við stórum eldhuga og vóru væl meiri stríðsfúsir [...] Fríggjakvøldið fær Víkingur vitjan av B36. Sunnudagin fer Skála ÍF at spæla lykladyst í kappingina um at sleppa undan at flyta niður. Tað verður ímóti B68 á Svangaskarði.
grøv. Og neyvan hevur nógv verið tosað um hetta. Havið hevur nógv at siga í føroysku fólkasálini. Upphav er um røtur, stríð hjá forfedrum. Um upphav og havið, og um at hava og ikki hava. Við upprunasjónleiki [...] fingið eina leikuppliviing, ið merkist, ið kemur út um pallkantin (sum ikki rættiliga er har), og sum gevur áskoðarum okkurt at hugsa um. Tí hugsa vit okkum um, ella grnska eitt sindur í egnum jørðildi, so hava [...] , verður væl lýst. Tað varð ikki tosað, ikki orð sett á sorgina. Hon skuldi tigast burtur. Sum um, at um ongin setti orð á, so hvarv alt hetta syrgiliga av sær sjálvum. Hendan mentanin hevur livað upp