Argir eru í løtuni tað skjótast vaksandi stóra bústaðarøkið uttan fyri miðbýin í Havn. Nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at fólkatalið á Argjum vaks úr 2.565 upp í 2.675 frá 1. juli í fjør til [...] til 1. juli í ár. Vøksturin var 110 fólk, svarandi til 4,3 prosent. Til samanberingar vaks fólkatalið í Hoyvík við 52 fólkum – úr 4.701 upp í 4.753. Prosentvísi vøksturin í Hoyvík var 1,1 prosent. Argir fingu [...] harvið ímóti 58 prosentum av øllum fólkavøkstrinum í Føroyum seinasta árið. Samlaði fólkavøksturin í landinum var 643 fólk. Kelda: Hagstova Føroya
Constitutionnel, hevur í dag ógildað bannið móti sosialum miðlum hjá børnum undir 15 árum. Lógin varð endaliga samtykt í franska tjóðartinginum og senatinum 21. juli og skuldi koma í gildi 1. september. Men [...] framsagnar- og samskiftisfrælsið hjá børnum undir 15 árum í ov stóran mun. Ráðið metir, at avmarkingin ikki er hóskandi, neyðug og lutfalslig í mun til endamálið við lógini. Franski forsetin, Emmanuel Macron [...] líknandi aldursmørkum. Eitt nú ætlar landsstýrið at seta aldursmark fyri sosialar miðlar Føroyum. Tað segði løgmaður í ólavsøkurøðuni, uttan tó at seta tal á aldurin. Noreg ætlar at seta 16 ára aldursmark
av nógvum útvísingum,16 í tali, og reyðum kortum, 4 í tali, og gjørdi hetta eisini at rútma ongantíð kom í dystin. Norðurmakedonia vann 34-32, eftir at teir vóru á odda 18-13 í hálvleikinum. Føroyar fingu [...] Váðin í føroyska spælinum var eisini tíðum ov høgur, og vóru norðurmakedonar skjótir at revsa í hinum endanum. Norðurmakedonska leiðslan kundi væl verið hægri, men stóð Micah Wardum Ragnarsson væl í málinum [...] málinum og hevði 8 bjargingar í fyrra hálvleiki. Norðurmakedonar vóru á odda 18-13 í hálvleikinum. Føroyar byrjaðu við 7 móti 6 í álopinumí seinna hálvleiki og gekk betri at koma til kjansir. Tað gekk serliga
gjørdi at tað ikki rakk til í minsta lagi ein javnleik. Svøríki vann 35-34. Eftir dystin var Boas á Skipagøtu kosin besti leikarin hjá Føroyum í dystinum. Boas spældi ein framúr dyst í føroyska álopinum og gjørdi [...] dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum. Dysturin byrjaði við høgari leikferð, og tað komu nógv mál í báðum endum. Føroyar [...] skulu spæla um 15. plássið í EM-endaspælinum. Hesin dysturin verður leiktur sunnudagin móti Póllandi. 15. plássið í kappingini gevur beinleiðis atgongd til U19 HM-endaspælið í 2027. Skrivar HSF. Dystargongdin:
toriinum í Keypmannahavn Ári Berghamar Danielsen: Clopin, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn Bergur Fonsdal: Frollo, útbúgvin á The Academy of Performing Arts í Prag Borgfríð [...] Quasimodo. Hann býr í tornunum á Notre Dame kirkjuni. Fyrstu ferð hann vágar sær út um kirkjumúrarnar, møtir hann Esmeraldu og verður drigin við á eina spennandi og vandamikla ferð í París, ferðin, ið broytir [...] alt. ”Vit ynskja at geva øllum føroyingum eina stóra og serstaka uppliving, ið ikki er sædd áður í Føroyum”. siga fólini handan leikin. Sangleikurin snýr seg um kærleika, og er fullur av fantastiskum tónleiki
september mánað vitja tey heima í Føroyum, her tey gista í Klaksvík. Mikukvøldið verða tey í Betesda og greiða frá tænastuni, tey standa í, har høvi eisini verður at heilsa uppá tey afturvið einum drekkamunni [...] klaksvíkingur, fór í 1974 á bíbliuskúla hjá New Tribes Mission (NTM) í USA og helt síðan fram á trúboðaravenjingarskúla í Kanada. Har møtti hann konu síni, Liz, sum er úr Kanada. Haðani fóru tey í fulltíðartænastu [...] til 2014 virkaðu tey í Onglandi, men eru í dag aftur á Filipsoyggjum. Sostatt er meir enn hálv øld runnin, síðan Ragnar sum unglingi flutti heiman at útbúgva seg og síðan fór út í fulltíðar tænastu fyri
fólk, myndugleikar og herfólk gjørdu í sambandi við vanlukkuna. ##med2## Á minningardegnum verða minningarhald bæði í Føroyum og í Holmens Kirke í Keypmannahavn. Í 2021 varð ein minnisvarði reistur við [...] høgir embætismenn í donsku verjuni. Annar flogskiparin var føroyingurin Djóni Askam úr Sørvági. Vanlukkan hendi í ringum líkindum og er framvegis tann álvarsligasta einstaka flogvanlukkan í søgu donsku verjunnar [...] Í dag eru 30 ár liðin, síðani eitt Gulfstream III-flogfar hjá danska flogvápninum datt niður í Selvík á Sørvágsfirði undir innflúgvingini til Vága Floghavn. Øll níggju umborð lótu lív. Millum tey deyðu
og miðling bæði í Føroyum og uttanlands, við serligum denti á føroyska ull, handverk og skapandi tilgongdir. Umframt sín listarliga praksis hevur Ragnhild drúgvar royndir í at arbeiða í skapandi umhvørvum [...] sett Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard í starv sum undirvísari. Ragnhild er útbúgvin skræddari og hevur bachelor- og kandidatútbúgving í design frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn. Við drúgvum royndum [...] hevur sett Gunnhild Dahl Niclasen í starv sum undirvísari. Gunnhild hevur eina MA í humanvistfrøði frá Lunds Universiteti við denti á mentan og burðardygd, umframt BA í stjórnmálafrøði frá Fróðskaparsetri
landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, setti mánadagin altjóða fiskivinnuráðstevnuna IIFET 2026. Ráðstevnan, sum verður hildin annaðhvørt ár, er hesa vikuna í Norðurlandahúsinum í Havn. IIFET stendur [...] Institute of Fisheries Economics and Trade. Í uttanríkis-og fiskimálaráðnum verður sagt, at hetta er fyrstu ferð, at IIFET-ráðstevnan verður hildin í Føroyum. - Umleið 250 granskarar, umboð fyri vinnu, [...] hvussu vísindi, búskapur, politikkur og vinnulig atlit kunnu spæla saman, tá fiskivinnan verður umsitin. Í setanarrøðuni vísti landsstýrismaðurin, Bárður Nielsen, á stóra týdningin, sum fiski-og alivinna hava
Klaksvíkar kommuna hevur størstu nettoskuldina fyri hvønn íbúgva í Føroyum. Við árslok 2025 hevði kommunan 358,7 milliónir krónur í nettoskuld. Við 5.537 íbúgvum svarar tað til 64.800 krónur fyri hvønn [...] fyri hvønn íbúgva. Í Fuglafjarðar kommunu er nettoskuldin 42.800 krónur fyri hvønn íbúgva. Samlaða nettoskuldin hjá kommununum var 1,465 milliardir krónur. Býtt á teir 54.910 íbúgvarnar í uppgerðini svarar [...] svarar tað til umleið 26.700 krónur fyri hvønn íbúgva. Tórshavnar kommuna hevði 331,4 milliónir krónur í nettoskuld. Vegna stóra fólkatalið svarar tað tó bert til 14.100 krónur fyri hvønn íbúgva. Fleiri kommunur