trivnað og at vera virkin í gernadisdegnum. Mentanardagarnir eru eitt gott høvi at vera virkin, luttaka í tiltøkunum og verða hugbundin í tí man upplivir. Mentanardagarnir eru somuleiðis eitt gott høvi at [...] nú klár og tøk á heimasíðuni. Eisini verður ein snotiligur faldari borin út til øll húski í Sunda kommunu í vikuskiftinum. Tað er aftur í ár borgarum og felagsskapum í Sunda kommunu at takka, at vit kunnu [...] síðuni hjá mentanardøgunum fara vit so við og við at leggja meira kunning út um tiltøkini, sum eru á skránni. So fylg @mentanardagarisundakommunu á facebook og fá alt við, skrivar sunda.fo.
Føroyum um, at nú fer mín lykil í søguna tann 1. Juli. Tað vil siga, at tá fer ikki longur at bera til hjá mær at fara á netbankan ella í mín boks, tí eg havi ikki snildfon, eiheldur teldil og tískil kann [...] Talgilding sum tað almenna skipar fyri skal vera fyri øll, tí skal hon vera hent, brúkaragóð og ókeypis. Og hon má ongatíð verða treytað av, at tú hevur tað nýggjasta sum fæst í handlunum, tí tað broytist hvørt [...] appu og hvat annars skal til fyri at brúka heilt vanligar almennar tænastur. Eg veit ikki, hvør hevur ment hetta nýggja, men eg veit, at tey hava fingið boð frá fíggjar- og vinnumálaráðnum til at gera
megnað at fáa fígging til at modernisera Listasavnið, og tað er henni at takka, at savnið kann lata upp í nýggjum og betraðum rammum í 2026. Karina verður saknað, og nevndin fer í næstu framtíð at møtast [...] k, kurator, granskari og undirvísari. Í starvinum fer hon at arbeiða við at menna nýggj framsýningar- og miðlanarhugskot og tryggja nýggjar rammur um bygningarnar og staðið. Tað eru royndir, sum hon tekur [...] hugsanarhátti og sterku visjónum um framsýningar og miðlan endurnýggjað profilin hjá Listasavninum og framt eina stóra broyting fyri savnið úteftir. Listasavnið er meira sjónligt og opið, og tað sæst eisini
venjingarnar og framførslurnar hava kravt sítt, eru leikararnir ikki troyttir av at framføra. – Leikararnir tíma væl at halda fram at framføra, teir halda at vit skulu koyra fleiri sýningar á skrá. Tað er ótrúligt [...] leingi, sigur Turið Dyssegaard. Leikararnir hava tað gott síná millum og tað hevur stóran týdning. Stranda sjónleikarafelag bleiv endurstovnað í desember 2023, og fólk hava víst stóran áhuga fyri felagnum. [...] Ætlanin er aftur at framføra útileik í vár, tá Sjóvar kommuna hevur útiviku. .Mostir Charley, snýr seg um tveir ungar menn ið skulu fríggja til hvør sína gentu. Fyri at tryggja sær at alt gongur siðiliga
Tað er fitt av vindi í kvøld av landsynningi og tað hevur órógvað koyringina hjá Bygdaleiðum og siglingna hjá Strandferðsluni. Og nú boðar Strandferðslan frá, at fleiri ferðir í kvøld verða avlýstar. Smyril [...] siglt vestanfyri Sandoynna í dag og tað er væl longri enn vanliga rutan eystan fyri, og tí er Smyril ikki komin longur enn nakað inn á Trongisvágsfjørð,hóast hann eigur at sigla aftur av Krambatanga nú klokkan [...] klokkan 18.45. Men tann túrurin er avlýstur, og tað er túrurin av Havnini klokkan 21.15, somuleiðis, so tá ið Smyril leggur at um nakrar minuttir,verður hann liggjandi til í morgin ári. Siglingin um S
til fleiri øki Játtanin er brúkt til at stytta bíðilistarnar á ymiskum økjum, har Sjúkrahúsverkið hevur mett, at tørvurin er størstur, og har tað hevur verið møguligt at økja virksemið. Millum hesi eru: - [...] Sjúkrahúsverkið (eitt nú magatarmskurð, urologi og æðraknútar) - At veita borgarum trygga og skjóta heilsutænastu er eitt av okkara fremstu málum. Vit fegnast um, at hetta átakið, sum sjúkrahúsini í felag hava [...] væl higartil. Tað er mín vón, at vit náa málinum, sum er sett fyri árið, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum. Betri tænastur til borgarar Hóast tað er avbjóðandi at stýra bíðilistum
Filmsfelagið vísti, og nú við yvirstættarsatiruni um mótaverðina og tey superríku, Triangle of Sadness. Ruben Östlund er ein meistari at skapa órógv, discomfort, so vit við støði í tí kenda verða førd inn í eina [...] veitslukjólar í Cannes, fer ein óður leikari, klæddur sum orangutang, upp á borðið og skapar kaos, meðan borgarligheitin roynir at tvíhalda um tað syndarligu rest, sum í hesi løtu er eftir av yvirstættartilveruni [...] Carl og Yaya, sum bæði eru supermodell, boðin umborð á eitt cruiseskip við oligarkum, vápnaseljarum og influensarum. Alkoholiseraði skiparin elskar at sitera Marx, men í illveðri, har øll spýggja og skræpa
Lava, klaver, elektronikkur. Hansara tónleikur vísur, at hann virðismetur tað stilla og tað einfalda. Á Summartónum 2022 fer Eli Tausen á Lava at framføra tónleik úr aðru tónleikaútgávu síni, har hann [...] leygardagin 10. september kl 15.00. Har framføra Thomas Loefke, harpa, og Kristian Blak, klaver. Summartónar byrjaðu í mai og enda í september. Tað er felagið Føroysk Tónaskøld FFT, við Kristian Black á odda, sum
heldur um tað, at Herjólfur 3 skal røkja suðuroyarsiglingina ímeðan Smyril er í dokk. Smyril fer í dokk 16. august 2022 og fer aftur í sigling fyrstu vikuna í oktobur. Landsstýrismaðurin vísir á, at Stra [...] bilaflutning og farmaflutning, nógv skerdar. Fyri at bøta um støðuna er ætlanin, at Herjólfur skal sigla ein farmatúr um náttina. Tað verður mett til at kosta Strandferðsluni einar sjey milliónir at gera Herjólf [...] ferðafólki verður tað á góðari leið, tá ið Herjólfur 3 fer at avloysa Smyril á Suðuroyarleiðini. Sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Men hann ásannar samstundis, at hvat farmi og bilum viðvíkur
Tað er alneyðugt, júst nú, at vit halda fast um góðu kósina og at vit at skapa eina veruliga filmsvinnu í Føroyum, ið mennir okkara egna serstaka filmsmál. Tað siga tey í felagnum Føroysk Filmsfólk [...] fyri filmsvinnuna. Men tað er júst í hesum tíðum, har ein nýggj og ókend farsótt ger okkum ótrygg, at vit vilja tryggja, at hópurin av filmsfólkum og ungum talentum, sleppa at arbeiða við tí, tey [...] endamálið greitt og tað var at byggja eina skapandi filmsvinnu í Føroyum, upp Tá var málið var, at játtanin skuldi hækka 500.000 krónur á hvørjum ári, til upphæddin var komin uppá 10 milliónir - og at ein føroyskur