hava vit í vesturheiminum sæð eitt politiskt rák, har ideologiskir tankar ofta fylla meira enn realistiskar langtíðar loysnir ella ætlanir. Hetta rákið sæst eisini aftur í politiska landslagnum í Føroyum [...] Føroyum. Eitt dømi er veðurlagslógin, sum varð borin niðan í tingið fyri kortum. Í hesi lóg bindur Føroyar seg til eitt netto-null útlát í 2050. Tað er sjálvandi týdningarmikið at verja umhvørvið, men slík mál [...] tað sannlíkt, at elprísirnir koma at hækka og økja um útreiðslurnar hjá brúkarunum. Vit síggja eisini hetta sama rák í ymiskum stuðulsskipanum. Til dømis fáa el-bilar stuðul í vegskattinum fyri at vera grønir
og integratiónina í senn. Men integratión snýr seg ikki bara um mál og útbúgving. Hon snýr seg eisini um arbeiðslív og virðing. Í dag er Fast-Track skipanin ov vánalig. Fólk, sum koma higar at arbeiða, [...] arbeiðsmegi. Tað er sjálvdan, at flokkarnir eru so samdir, sum vit vóru í hesum málinum. Eitt er greitt: útlendingar skulu integrerast í føroyska samfelagið. Men tann veruligi spurningurin er ikki um tey skulu [...] samfelagnum. Tí eiga vit at styrkja undirvísingina í føroyskum sum annað mál, og eisini at gera hana til ein natúrligan part av fólkaskúlaskipanini. Tað er ein íløga í bæði menniskju og samfelag. Samstundis mugu
hundrað milliónir í 2025 vísti seg at vera ein feilmeting. Ístaðin verður yvirskot á landskassaroknskapinum fyri 2025. Útreiðsluvøksturin í almennu fyrisitingini er komin niður á uml. 3,5% í mun til tey uml [...] lata tey, ið koyrdu búskapin av sporinum, koma aftur til valdið, tykist púra óansvarligt, hesi, sum í søguliga góðum tíðum kastaðu um seg við pengum, og sum nú koma sær at tosa um haldføri. Hetta eru somu [...] somu flokkar, sum forskattaðu pensjónina og sendu rokningina fram í tíð og gjørdu óbótaligan skaða á búskaparliga haldførið. Nú ætla tey enn einaferð eftir pensjónspengunum og senda rokningina til okkara
lánini í 80’unum svaraðu til uml. 8% av BTÚ, og ein stórur partur av okkara hart tjentu skattakrónum fór beinleiðis í lumman hjá yvirklassanum. Tølini eru tey somu í dag! Úrslitið tá var ein minking í fólkatalinum [...] Úrslitið er ein undirklassi, ið ikki megnar at koma við umborð. Vit síggja tey longu í køini til bústaðarmarknaðin, t.d. tey ungu og støku foreldrini og teirra børn. Í aðrar mátar síggja vit tað eisini hjá teimum [...] Danmarkar, júst sum úrslitið bleiv av 80’ara ballinum. Í 80’unum høvdu vit ein yvirklassa, ið rendi landið á húsagang. Tankarnir vóru teir somu sum í dag. Vit fluttu eina rúgvu av arbeiðskraft til landið
eisini á mál í politiskari telving og horna-tøkum, og í dag er Hestleiðin góð, við væl fleiri túrum og eisini við einari ferðaætlan, har tað ber til at búgva í Hesti og arbeiða í miðstaðarøkinum. Í Skúgvi vístu [...] siglast kann meiri. Í Kalsoynni og í Mykinesi vístu tey á avbjóðingar við bíleggingarskipanunum. Ein avbjóðing, sum vit eisini fingu bøtt um í góðum samstarvi við SSL. Onnur avbjóðing í Kalsoynni var, at [...] Í umleið 2½ ár var eg landsstýrismaður í Fiskivinnu- og Samferðslumálum. Sum oyggjabúgvi, eg búgvi sjálvur í Suðuroynni, so eri eg fullgreiður um avbjóðingarnar, sum fólk á smærri oyggjum okkara hava,
helst størsta avbjóðingin, sum vit hava í Føroyar. Øll eru samd um, at okkurt má gerast. Vit tosa um fleiri bústaðir, skjótari bygging og nýggjar loysnir. Men mitt í hesum kjakinum gloyma vit ofta tað mest [...] hetta? Dag eftir dag lyfta handverkarar tungt, arbeiða í óhøgligum støðum og slíta kroppin. Byggivinnan er ein av teimum mest vandamiklu vinnunum. Í Føroyum verða á hvørjum ári fráboðaðir fleiri tíggjutals [...] innan handverksyrki – og summir av teimum eru álvarsligir. Tá arbeiðið skal ganga skjótt, kann trygdin koma undir trýst og veðrið ger ikki støðuna lættari. Tað ger arbeiðið tyngri og økir um vandan fyri óhappum
ordans vørr í bólkaspælinum hjá U13. Brandur byrjaði at venja badminton í august í fjør og longu nú gav hann hinum í bólkinum ein skarpan gang. Hørður Erlandson kláraði tó at vinna á Brandi í einum spennandi [...] dagur í Badmintonhøllini og KÍ-høllini í gjár, tá ársins FM fyri ung bleiv avgreitt. Men eftir 164 dystir bleiv síðsti føroyameistarin funnin, tá Jósef Thomsen úr HBF vann ein tættan trý-settara í U13 finaluni [...] kappast dúgliga, har tey tó øll fingu heiðursmerkir aftaná. Størsti spenningur var nokk í finaluni hjá ungu monnunum í U17, har Beinir Weihe (HBF) dróg longsta stráðið og vann spennandi trý-settara á Símun
eru í Suðurstreymoy; í 9 skúlum er 162 næmingar; tá eru ukrainsku flóttabørnini tald við. Í Sandoy og Suðuroy eru tey 26 í 10 skúlum, í Norðstreymoy og Vágum 30 í 7 skúlum, í Eysturoy 129 næmingar í 9 skúlum [...] men fødd og vaksin upp í Føroyum, lúka sum so ikki treytirnar at koma í móttøkuflokk, men fleiri teirra hava brúk fyri miðvísari undirvísing í føroyskum, soleiðis at tey koma betur á lagið. Tá eingin [...] kkunum, og í Norðoyggjum 16 í 5 skúlum. Tórshavnar kvøldskúli hevði móttøkuflokk, har næmingar úr øllum fólkaskúlunum í økinum vóru savnaðir, men skúlin gavst við tilboðnum á vári í 2023. Í løtuni eru
burturúr, men alt ov lítið í mun til leiklutin, støddina og týdningin, sum kommunurnar hava í føroyska samfelagnum í dag. Tikið verður aftur í aftur hendan táttin. Nú formaðurin í Nýskipanarnevnd løgmans [...] samfelag og landi. Eitt serstakt mál í kommunala geiranum í 2025 og higartil í 2026 er avgerðin í niðurlagda løgmálaráðnum um, at umval skuldi haldast til býráðið í Runavíkar kommunu hin 13. januar. Føroya [...] Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagum: Kommunali kalendarin hevur enn einaferð lagt eitt ár aftur í kjalarslóðina. Nú verður aðalfundur hildin í Kommunufelagnum fyri árið 2025, og í næstum standa ikki færri
sjálvbjargni, hvørs týdningur í hesum døgum gerst alsamt sjónligari. Við miðsavningini skapa vit bústaðar- og starvsavbjóðingar. Bústaðartrotið er so stórt, tí tilflytingartrýstið í Tórshavn veksur skjótari [...] fjølbroytt samfelag og land, bæði í bústøðum, størvum og frítíðarvirksemi. Eg ynski ikki sovibygdir og -býir rundan um høvuðsstaðin, men at vit framvegis skulu hava gerandislív í bygdunum og útoyggjunum. Vit [...] høvuðsstað – ein sterkan høvuðsstað sum savningsstað í okkara serstaka oyggjalandi. Men ein sterkari høvuðsstaður er ikki neyðturviliga størri enn Havnin, vit hava í dag. Vit mugu javna út og gera tað møguligt