landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini um treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Hann spyr fyrst, hvørji krøv eru galdandi í dag fyri, at ein [...] sett um førleika í føroyskum máli. Og um einki slíkt krav er í dag, spyr hann beinleiðis, um landsstýrismaðurin ætlar at seta sum treyt, at útlendingar skulu hava staðið eina roynd í føroyskum sum annaðmál [...] annaðmál fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi. Óttast parallellsamfeløg Í viðmerkingunum vísir Hermann Ronnason Samuelsen á, at landsstýrið hevur ætlanir um at herða útlendingalógina, millum annað treytirnar
veðurvitan kring landið. Í mars var Kunoy tann 41. bygdin, har fólk frá Veðurstovuni gjørdu samrøðu við heimildarfólk um staðveðrið. Ætlanin er at savna hesa vitan úr øllum bygdum í Føroyum. Í Kunoy varð tosað [...] suðurætt og útsynningur kunnu hinvegin vera harðir í ringum veðri. Vestanfyri liggur Kalsoyarfjørður, og haðani sleppur lotið næstan ótarnað inn í bygdina. Mjørki er serliga knýttur at lágættunum, og [...] sítt lív. Hann hevur verið sjómaður, arbeitt við landbúnaði og hevur drúgvar royndir við veðurlagnum í bygdini. Sambært Veðurstovuni hevur Kunoy eitt sermerkt staðveður. Tey høgu og brøttu fjøllini eystanfyri
Besti Burgari. Á matskránni í Føroyum verður millum annað Dane Royal, sum er serligi eyðkennisburgarin hjá fyritøkuni. Dane Royal varð í 2020 kosin mest nýskapandi burgarin í Danmark. – Vit gleða okkum [...] gestum okkara at royna eina av mest virðisløntu burgaraupplivingunum í Danmark, sigur hann. Hungry Dane verður á Streetfood Føroyar í dag, í morgin og hósdagin – frá 18. til 20. august. ##med2## ##med3## ##med4##
fyri at samskipa og menna tilbúgvingina í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum. Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, sigur, at umskipanin [...] Arbeiðs- og brunaeftirlitinum til Vørn. Starvsfólkini, sum arbeiða á tilbúgvingarøkinum, flyta við. Í sambandi við broytingina flytur núverandi stjórin, Leivur Persson, eisini til Vørn. Har verður hann [...] tilbúgvingarøkið hjá Vørn og styrkja fakliga umhvørvið, samskipanina og menningina á økinum. – Vit eru í einari tíð, har alsamt størri dentur verður lagdur á tilbúgving og samfelagstrygd. Við at savna hesar
bæði í sambandi við eftirlit og bjarging, vísir Eirikur í Jákupsstovu á í viðmerkingunum til fyrispurningin. Hann vísir eisini á, at skipini hava týdning í sambandi við luttøkuna hjá Føroyum í verju- [...] tykist semja vera um, at annað skip eigur at koma í staðin. Samstundis hevur Brimil í størri mun verið álitið hjá Vørn. Eirikur í Jákupsstovu vísir á, at tað í eina tíð hevur verið greitt, at Brimil ikki fór [...] Hann hevur í dag sett Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, ein skrivligan §52a-fyrispurning um støðuna hjá føroysku vaktar- og bjargingarskipunum. Eirikur í Jákupsstovu
mann í vinnumálum, at greiða frá, um sitandi samgonga stendur við ætlanina um Suðuroyartunnilin. Hann hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini. Í fyri [...] verið at hoyrt um størstu og dýrastu undirgrundarverkætlanina í Føroyum hesa tíðina. Hann vísir á, at Suðuroyartunnilin hvørki varð nevndur í samgonguskjalinum ella løgmansrøðuni. Fýra spurningar Jenis av [...] fyrispurninginum vísir Jenis av Rana á, at Løgtingið 25. februar í ár samtykti eina lóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunlaskervum og vegakervum. Lógin varð samtykt
fyritøkur fáa nú møguleika at lata seg hakka í tríggjar tímar fyri at styrkja talgildu verjuna. Nettrygdarátakið „Hele Danmark Øver“, sum verður í oktober, er í ár víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Tað [...] triðju ferð, at hon verður hildin í Danmark, og í ár verður hon á fyrsta sinni víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Sjálv venjingin fer fram við fysiskari luttøku og varir í tríggjar tímar. Men tað eru ikki [...] fara at hava „eitt sindur av ilt í búkinum“ eftir venjingina. – Aftaná hevur tú fingið eina góða mynd av, hvat tú skalt seta teg inn í og hvørjum tú skalt hava skil á í fyritøkuni, áðrenn hon verður rakt
stór styrki er í felagsskapinum millum Føroyar, Grønland og Danmark. Styrkin liggur sambært henni í tí beinleiðis og álitisfulla sambandinum og í opinleikanum um tað, sum er torført. Trygdin í Norðuratlantshavi [...] Beinir Johannesen, løgmaður, fer í næstu viku til grønlendska høvuðsstaðin Nuuk, har leiðararnir í ríkisfelagsskapinum hittast. Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, verður vertur, tá Beinir [...] fund í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum. – Í einum heimi, sum broytist skjótt, skulu vit standa tætt saman við teimum, sum standa okkum allar nærmast, sigur Mette Frederiksen í tí
arbeiðslív og fíggjarstøða verða ávirkað. Tað er ikki í lagi. *** Løgmaður sigur í røðu síni, at neyðugt er at: “Styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum. Samantvinna ung og eldri”. Tað er ein vøkur visjón [...] Eldraøkið var mestsum ikki nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, tí var tað høvuðsfokus hjá undirritaðu til viðgerðina í Løgtinginum í dag. “Ein glotti fyri framman, ytst á havsbrúnni hómast ljós”. Soleiðis byrjar [...] okkum rætt at. *** Vit vita, at størsta avbjóðingin komandi nógvu árini er, at aldursamansetingin í Føroyum broytist. Vit vita, at vit fara at gerast nógv fleiri eldri, og at miðalaldurin bara hækkar. Samstundis
bert fyri seg sjálvan. Hann róði fyri allar Føroyar, sigur Birgir Andreasen. Heima í Føroyum var móttøkan í Nólsoy í september 1986. Birgir Andreasen gav Ova Joensen eitt 25 kilo tungt silvursteyp á marmorfóti [...] hjá Ova Joensen í roynd hansara at rógva til Langelinje í Keypmannahavn. - Eg minnist tann dagin so væl tá ið Ovi á fyrsta sinni fór avstað 1984. Vanliga var stúgvandi fult av fólki í handlinum ein leygardag [...] strævnar dagar á Atlantshavinum, róði inn á Langelinie í Keypmannahavn og skrivaði seg inn í føroyska søgu. - Eg minnist enn tann dagin, sum var tað í gjár. Vit fylgdu hvørjum árataki hansara við spenningi