nýggjari stjórn, uttan at hann sjálvur fær størri beinleiðis ávirkan. Tað kann merkja, at Sverigedemokraterna hesaferð fara at krevja ráðharrasessir. Tað kann aftur gerast trupult fyri bæði Moderaterna og [...] stóran týdning fyri politikkin hjá stjórnini hetta valskeiðið. Men flokkurin hevur ikki sitið í stjórn. Eftir valið kann hetta broytast. SD hevur verið greitt um, at flokkurin ikki ætlar at stuðla eini nýggjari [...] veljarakanningar geva eina mynd av. Ein nýggj kanning hjá SVT/Verian vísir, at 23 prosent av veljarunum kunnu hugsa sær at atkvøða fyri einum flokki hinumegin blokkmarkið. Serliga stórur flytførleiki er millum
Auken sigur við KNR, at hon vónar, at endurgjaldið kann geva teimum raktu kvinnunum nakað av friði. Hon heldur tó ikki, at fyrstu endurgjøldini merkja, at punktum nú kann setast fyri snyrilsmálið. – Um tað [...] tað ber til at seta punktum fyri eina so langa og ógvusliga søgu, er helst ov tíðliga at siga, sigur hon við KNR. Hon vónar eisini, at gongdin kann vera við til at skapa størri sátt millum Grønland og [...] tningen roknar vanliga við, at tað tekur umleið tríggjar mánaðir at avgreiða eitt mál, men viðgerðartíðin kann vera ymisk. Freistin at søkja er 1. september 2028. Vónar at kvinnurnar fáa frið Danski h
Orsøkin var eftir øllum at døma, at førarin ikki hevði neyðugu frástøðuna til bilin frammanfyri, tá hann minkaði ferðina. Ein annar bilførari varð tíðliga í morgun tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. [...] skelti. Løgreglan fór á staðið og hevði illgruna um, at førarin hevði drukkið. Hann varð biðin um at blása í alkometrið og varð síðani skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Dalarnir og láglendið kring fjøllini – millum annað økini kring Cape Town – hava stóran týdning bæði fyri búseting, landbúnað og náttúruna á staðnum. Myndin varð tikin 5. juni 2026 av einum av Sentinel-2 [...] síggjast eisini yvir hægru fjallaøkjunum. Sentinel-2-fylgisveinarnir verða millum annað nýttir til at fylgja við gróðri, landbúnaðarøkjum og vistskipanum í fjallalendi. Upplýsingarnar kunnu nýtast til
er hent, og um grundarlag er fyri at viðgera hendingina sum eitt harðskapsmál. Millum annað verður kannað, um upptøkur eru av hendingini, sum kunnu hjálpa løgregluni at lýsa málið. Annars vóru nógv fólk [...] Havn um vikuskiftið. Í Havn hevði løgreglan fleiri ferðir samband við uppøst fólk, men tað eydnaðist at fáa tey sissað, áðrenn meira spurdist burturúr. Eisini var onkur fullur persónur koyrdur til hús.
flokkarnir hava higartil sýtt fyri at samstarva við AfD. Hesin politikkurin verður í Týsklandi nevndur Brandmauer – brandmúrurin. Ein stórur AfD-sigur í dag fer tí eisini at økja trýstið á hinar flokkarnar [...] reinan meiriluta, kann flokkurin fyri fyrstu ferð í sínari søgu fáa valdið í einum týskum samlandi. Tað hevði samstundis verið fyrstu ferð síðani seinna heimsbardaga, at ein flokkur ytst á høgraveinginum [...] flokkarnar og teirra politikk um at halda AfD uttan fyri politiska ávirkan bæði í landspørtum og á samveldisstigi. AfD varð stovnaður í 2013. Á týska samveldisvalinum í 2025 gjørdist flokkurin næststørstur við
Eitt minni ferðsluóhapp var norðan fyri Haldórsvík um hálvgum trý tíðina seinnapartin í gjár. Eftir tí, sum løgreglan hevur fingið upplýst, royndi førarin at víkja undan einum seyði og fór í tí sambandi [...] fluttur á sjúkrahús til kanningar. Løgreglan sigur eisini, at hon javnan fær fráboðanir um útlendsk ferðafólk í leigubilum, sum koma illa fyri á føroysku vegunum. Vegirnir eru nógvastaðni smalri, enn útlendskir [...] útlendskir bilførarar eru vanir við, og tað kemur fyri, at førarar fara ov langt út á vegjaðaran, tá tveir bilar skulu møtast. Leigubilar ganga tí aftur í hagtølunum hjá løgregluni bæði í sambandi við
skipini koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um útlitini fyri næstu viku. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á Í [...] koma inn at landa í vikuni sum kemur. Trý garnaskip fiska svartkalva, og tey koma øll inn at landa í vikuni. - Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya um útlitini fyri komandi [...] Íslandsrygginum og fiskar tosk. Teir koma inn at landa í vikuni. - Ein er júst byrjaður nýggjan túr, og ein frystitrolari er eisini til fiskiskap, verður lagt aftrat. Tríggir av teimum smáu trolbátunum
trupulleiki, og eigur tað at vera møguligt hjá okkum at finna eina felags loysn. Núverandi og komandi kommunulæknar í Suðuroynni ynskja at arbeiða undir sama taki. Hetta fyri at fáa eitt betri arbeiðsumhvørvi [...] arbeiðsumhvørvi, møguleika fyri fakligari sparring og menning og at betra um karmarnar í eini kommunulæknatænastu sum heild. Tá ein fakbólkur, sum vit í fleiri ár hava havt stóran mangul og tørv á í Suðuroynni [...] , greiðir okkum frá avbjóðingunum á økinum, eiga vit politiskt at lurta. Vit hava longu eina heilsumiðstøð í Vági. Mítt uppskot er tí, at hon verður varðveitt og ment við teimum heilsutænastum, ið eru
Arge Klevang og Johan Mortensen hava stovnað. Felagsskapurin fer at arbeiða fyri at menna vinnuliga føroyska rúmdarvinnu og at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu økja um kunnleikan til møguleikarnar á rúmdarøkinum [...] Arge Klevang, lektari á DTU Space – Institut for Rumforskning og Rumteknologi, at halda fyrilestur. Hann fer millum annað at greiða frá úrslitunum av fimm ára gransking á Mars við Perseverance-rovaranum [...] verður sjóneykan sett á vaksandi rúmdarvinnuna og møguleikarnar hjá Føroyum. Fyriskipararnir vísa á, at landafrøðiliga støða Føroya kann geva landinum ein leiklut í teimum íløgum í rúmdarøkið, sum væntast