Reuters, at USA í dag hevur lopið á fleiri iransk tangaskip, og USA sigur, at hetta er svar upp á, at Iran hevur roynt at leypa á fleiri amerikansk herskip í økinum. Wall Street Journal veit at siga, at tað [...] vita, at eingin av manningini er deyður, eingin hevur fingið løstir, men at manningin er farin av skipinum. Almenna iranska tíðindastovan IRIB visti nakrar tímar eftir amerikanska álopið at siga, at USA [...] eydnaðist ikki iranum at raka amerikansku skipini í álopunum. Iranska kollveltingarhirðin hevur í dag hótt við at leypa á skip, sum liggja í havn í Kuwait og Bahrain, og sagt verður, at hetta verður iranska
landsstýriskvinnan ætlar at tryggja, at fleiri sálarfrøðingar fáa møguleika at taka útbúgving sum serpsykologar innan psykiatri og barna- og ungdómspsykiatri. Hon vil eisini hava at vita, hvørji ítøkilig [...] tað ber til at fíggja útbúgvingarstørv til serpsykologar úr serstøku serlæknapuljuni. Hon vil hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvønn leiklut serpsykologar kunnu hava í arbeiðinum at stytta bíðitíðirnar [...] bíðitíðirnar til útgreining og viðgerð. At enda spyr hon, um landsstýriskvinnan ætlar at seta ítøkilig átøk í verk fyri at stytta bíðitíðirnar í psykiatriini. Trot á serlæknum hevur í nógv ár verið ein avbjóðing
Løgtingskvinnan vil hava at vita, um løgmaður heldur tað vera í lagi, at ein landsstýrismaður boðar frá, at hann er til reiðar at geva tænastuboð, sum fyrisitingin hevur mett vera óheimilað Liljan Weihe [...] fram, at fyrisitingin í Vinnumálaráðnum eftir neyva løgfrøðiliga meting hevði staðfest, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, ikki hevði heimild at geva Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka [...] Vestergaard í sama svari, at hann var ósamdur við niðurstøðuni. Sambært Liljuni Weihe er landsstýrismaðurin eisini endurgivin í Degi & Viku 1. september fyri at siga, at hann er til reiðar at geva somu tænastuboð
holt við at dagføra skúlan. Hildið verður eisini, at eldurin kyknaði í samband við arbeiðið at tekja við tjørupappi. Nú hevur skúlaleiðslan boðað frá, at tað fer at taka longri tíð enn ætlað at dagføra [...] dagføra skúlan, og tískil fer tíðarætlanin heldur ikki at halda. Ein orsøk til, at arbeiðið fer at draga út, er, at byggitilfar, sum lá í aulu og fimleikarhøll skúlans, helst hevur fingið vatnskaðar undir sl [...] møguliga eisini av sjálvum eldinum. - Vit kunnu ikki lova, at skúlin stendur klárur at lata uppaftur í juni 2027, og tí noyðast næmingarnir helst at ganga í fyribilshølum í eina longri tíð enn upprunaliga
er fyri henni. Hon leggur tó dent á, at endamálið ikki er at lata tøkni koma í staðin fyri menniskju. – Tað er neyðugt, at tey møta menniskjum, og tøkni hjálpir at røkta og ansa búfólkunum, tá tað ber [...] Løgtingskvinnan vísir eisini á, at Búskaparráðið fleiri ferðir hevur staðfest, at eindarkostnaðurin á eldraøkinum eigur at lækka. Ein møgulig leið kann sambært henni vera at brúka trygdarskapandi vælferðartøkni [...] almanna- og bústaðarmálum, ein skrivligan fyrispurning um evnið. Hon vil hava at vita, um landsstýrið ætlar at gera nakað fyri at økja nýtsluna av trygdarskapandi vælferðartøkni. Eisini spyr hon, hvørja ávirkan
Bjarni Johansen, at tað eigur at vera upp til kommunurnar sjálvar at taka støðu til kommunusamanleggingar. Hann helt, at betri loysnin er at styrkja samstarvið millum kommunur heldur enn at leggja tær saman [...] eigur landsstýrið als ikki at blanda seg upp í, um kommunur leggja saman ella ikki. Hann heldur, at kommunur kunnu loysa nógvar avbjóðingar við at samstarva um uppgávur, uttan at tað krevur eina formliga [...] løgmaður við Sosialin. Hann vísti á, at fleiri kommunur leingi hava tosað um sjálvbodnar samanleggingar, og at landsstýrið í fyrstu atløgu vil geva teimum møguleika at finna loysnir sjálvar. – Vit vilja
ið hava stóran týdning. Eitt nú at vera kreativur, duga at samstarva, duga at taka ábyrgd og mest av øllum evnið til at hugsa sjálvstøðugt. Tískil eiga vit ikki bert at máta børnini út frá fakligum úrslitum [...] væl at arbeiða saman við øðrum. Allir hesir eginleikar hava virði, og samfelagið hevur brúk fyri øllum. Harafturat hevur tað eisini stóran týdning, at børn sleppa at dyrka sínar gávur og uppliva, at tey [...] og hava nakað at geva. Harafturat eiga vit at hava skipanir, sum byggja á álit. Børn mennast best, tá tey sleppa at fáa ábyrgd, læra og ikki minst gera mistøk. Tað er júst á hendan hátt, at tey vaksa. Foreldur
stuðul, og eg fari at gera mítt fyri, at íðkararnir, sum við tolni hava bíðað eftir býráðnum, kunnu fáa eina veruliga breyt at venja og súkkla í. Vit halda, at tað eigur at bera til at finna eina felagsloyn [...] vita, at tað ikki ber til at loysa hetta við at seta skeltir upp. Burtur frá meldrinum Sum býráðspolitikari er neyðugt at kenna Havnar søgu. Gjørdi býráðsmeirilutin tað, so vistu tey eisini, at ríðingin [...] fram á fundum, at andstøðan skal hava ábyrgdina av ætlaðu staðsetingini á Vesturvarða. Hetta er grovt og heilt einfalt ikki rætt. Søgan er tann, at býráðið játtaði fjallasúkklufelagnum at venja har í 2015
og trupul at halda koyrandi Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst, at tað er sera átrokandi at fáa eina nýggja kt-skipan til barsilsskipanina. Verandi skipan er so gomul, at tað er trupult at finna kt-fólk [...] 2027. TAKS, sum hevur arbeitt við at menna skipanina, hevur boðað Almanna- og bústaðamálaráðnum frá, at neyðugt er at tillaga bæði fíggjar- og tíðarætlanina. Ætlanin er nú at hækka játtanina við 2,5 milliónum [...] spurningar við, at verkætlanin verður dýrari enn upprunaliga mett. Tá arbeiðið byrjaði, varð Løgtingið kunnað um, at arbeiðið varð boðið út fyri eina fasta upphædd, og at ikki meira fór at verða gjørt, enn
einki at siga til, at tað er stórur fagnaður í B68 leguni, og at tað í 07 Vestur leguni er øgiligt vónbrot. B68 sigurin ber við sær, at toftamenn við 15 stigum nú eru røttu megin strikuna, og at 07 Vestur [...] eftir steðgin kendist tað sum um, at viljin og hugburðurin hjá teimum á heimaliðnum vóru frægari, og B68 vann seg til fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at skora. At Fríði í Túni Petersen og Jovan [...] sá tað út til, at hetta var úrslit, sum av álvara var við til at draga B68 nærri niðurflytingini, og í meiri enn ein tíma avrikaði 07 Vestur sum lið, ið ikki eigur at vera kandidatur at flyta niður. So