hildið á at býtt okkum upp, men í dag – nú – eru vit eitt! Vit eru føroyingar sameind og samansvornir hondbóltsfjepparar. Tað er tað, ið vit savnast um. Vit stuðla, og vit standa saman. Treytaleyst! Søguliga [...] Eg svaraði bara, vit fara! Og nú eru vit her. Basel hevur fingið innrás á 100 tals føroyingum, sum gleðast so um tykkara innsats fyri okkum øll. Fyri Føroyar! St. Jacobshalle er nú okkara savningarstað [...] orsøkin til pílagrímsferðirnar, er, at tað hendi mong undur við grøvina hjá Jákupi. Og nú eru vit í fluttum týdningi komin á pílagrímsferð til St. Jacobshalle at stuðla okkara undrum í vónini og vitanini um
skoðast í ársfrágreiðingum, og nú er frágreiðingin um granskingina í 2023 komin. Føroysk gransking hevur tikið stór tøk seinastu 5-10 árini. Útgávur í altjóða tíðarritum eru øktar í tali, dygdin er batnað [...] Fleiri týðandi samstørv eru sett í verk. Leiðsluforum fyri føroyska gransking er skipað, og avtala er gjørd um universitetsjúkrahús , sum fer at styrkja heilsugranskingina. Eisini eru samstørv við Kommunufelagið [...] byggja eitt vitanarrikið samfelag, har gransking verður grundarlag fyri menning og altjóða loysnum. Vit eru á rættari leið – men ferðin má økjast. Lesið alla ársfrágreiðingina um gransking í 2023 her .
Atlantsflog, tá ferðafólkini vóru komin í flogfarið á fløgvøllinum í Aberdeen. – Tá vit fóru til Aberdeen høvdu tit 1,8 tons av viðføri við. Og nú, tá vit flúgva heim eru 5,3 tons við, segði flogskiparin [...] skemtandi afturat – tað er flott! Flogfarið hjá Atlantsflog, sum komið sunnudagin, stendur at lenda í Vágum nú kokkan 11.
í Havn, og keldurnar til íblástur eru fleiri og fjølbroyttar. Yrkingar og skaldsøgur Jóanesar eru millum mest lisnu verk á føroyskum, og fleiri av verkum hansara eru eisini týdd til onnur mál. Myndir: [...] – Tað er í hesum loftsrúmi fyri eystan, at tankarnir verða føddir, og flestu verkini eru komin í verðina, sigur hann og festir sær í ballaðu sigarettina. Tubbaksroykurin legst tjúkkur, men hvørvur aftur [...] fyri at nevna nøkur. Bøkur og bókahillar fylla rúmið fyri rest. Yrkjarar og høvundar í rúgvuvís. Vit eru heima hjá Jóanesi Nielsen, yrkjara og rithøvundi. Yviri við strond í Havn. Fittligu húsini omanfyri
viðmerkingar til tíðindastovuna TT um, hví tað nú eru fleiri lond, sum hava eftirlit við "Yi Peng 3". - Tað er ikki nakað, sum eg havi nakað at siga um beint nú, sigur hann við TT. Fyri slakari viku síðani [...] Svenska verjan er komin uppí saman saman við donsku verjuni at hava eftirlit við kinesiska skipinum "Yi Peng 3", sum er sett í samband við kaðalbrotið í Eystrasalti. - Vit fara at fylgja kinesiska skipinum [...] millum Svøríki og Litava, meðan hin gongur millum Finnland og Týskland. Svenska og finska løgreglan eru farin undir kanningar, skrivar tíðindastovan AFP. Týsdagin segði týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius
vinaliga eina aðra loysn! TÓRSHAVNARØKIÐ: Vestan fyri høvuðsstaðin eru fleiri vindmyllur, og tað er gott og neyðugt. Onkur vindmylla er kanska komin at standa í so nær náttúrulundini (viðarlundini) í Havnardali [...] ikki: Hatta vatnið, hatta økið, er so serstakt viðvíkjandi fuglalívi, plantulívi og landslagi, at vit mugu gera alt fyri at varðveita tað! Í dýrdarveðrinum eplafagnaðardagin á Sandi høvdu fleiri ókunnufólk [...] Havnardali! Blíðan byr, Føroyar, við grønu menningini á sjógv og landi! Fáið nú ferð á! Við grønari orkukvøðu Eyðun á Borg
og upp í Betrideildina. Í dag er Bjarki 26 ára gamal, og hann verður nú ein av royndu leikarunum og leiðarunum á AB-liðnum. Vit eru ómetaliga fegin um, at Bjarki aftur er okkara, skrivar AB í kvøld. [...] dystir og skorað 28 mál fyri árstalsfelagið. Í 2023 bleiv hann valdur til ársins spælara í B36. Nú er Bjarki komin heim aftur um ánna, og eins og í 2017, tá hann fekk sítt gjøgnumbrot, er setningurin at vinna
vóru ímóti samstarvinum. Men síðani tá eru samgonguflokkarnir blotnaðir. Fleiri tingfólk taka nú undir við, at fiskiveiðuavtala verður gjørd við Russland. Tey, sum eru ímóti, siga ikki so nógv. Tí er mest [...] at svarið ikki er greitt enn, og at tað skal viðgerast nærri. – Tað kann taka drúgva tíð, men vit eru komin so langt út á árið, at tað má avgreiðast sum skjótast sigur hann. Spurdur, sum svarið kemur um
eisini fara at bera til hjá teimum at fíggja ein tunnil til Vestmanna uttan fígging. Men meðan vit bíða, kunnu vit bara vóna, at onkur annar enn jólamaðurin hoyrir ynskini hjá teimum, sum tíbetur framvegis [...] tann óhøgligasta, serliga á vetri, bæði í longd og hædd. Vestmannavegurin hevur ligið óbroyttur sum nú í 50 ár. Onnur óhøglig og nógv smærri pláss í Føroyum hava fingið berghol fyri langt síðan. Tíðarhóskandi [...] arbeiði at rudda bæði Vestmannavegin, Sandavágsháls, Gjáarskarð, Heltnina og aðrar fjallavegir, at vit trygt sleppa vegin fram og aftur. Hóast áhaldandi, ótroyttandi og ikki ófarligum avrikum, so megna
skal verða, nú tað stundar til jóla og nýggjárið er í nánd. Ongin ivi er um, at vit kunnu ØLL hjálpast at, við at stuðla undir at skaði ikki stendst av eldi – nú høgtíðin stundar til. Vit kunnu nevna nøkur [...] at onnur eisini taka í henda spurningin, tí saman kunnu vit gera stóran mun! Viðheft er mín vanliga áminning, sum er ein vinarlig áheitan um, at vit eiga gera alt fyri at sleppast kann undan skaða av eldi [...] um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd. Takið endiliga ikki grýtuna av komfýrinum. Køvið við einum loki ella brandteppi og skrúva niður fyri hitanum. Er eldur komin upp undir eymhettuna, má ein tryggjað