ðin í Vági verður varðveitt og ment. Soleiðis kunnu vit býta uppgávurnar skilagott í oynni og byggja víðari á tað, vit longu hava. Hetta kundi víst, at samstarv í Suðuroynni eisini kann síggjast í verki [...] sparring og menning og at betra um karmarnar í eini kommunulæknatænastu sum heild. Tá ein fakbólkur, sum vit í fleiri ár hava havt stóran mangul og tørv á í Suðuroynni, greiðir okkum frá avbjóðingunum á [...] hjá okkum í Suðuroynni er manglandi kommunulæknar. Hetta er ein felags trupulleiki, og eigur tað at vera møguligt hjá okkum at finna eina felags loysn. Núverandi og komandi kommunulæknar í Suðuroynni
byggja tvær nýggjar havvindmyllulundir í Danmark. Talan er um eina havvindmyllulund í Norðsjónum og eina við Hesselø í Kattegat. Tær skulu vera lidnar í seinasta lagi í 2032. Sambært danska veðurlags-, orku- [...] Midt og Hesselø skulu vera liðugar í 2032, meðan ein triðja havvindmyllulund, Nordsøen Syd, eftir ætlan verður liðug í 2034. Elnetið skal fylgja við Danmark hevur fyrr í ár havt trupulleikar við elnetinum [...] er ogn hjá svenska statinum og framleiðir elorku í fleiri evropeiskum londum. Danmark hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at minka um bundinskapin av innfluttari orku, millum annað úr Russlandi. Sambært
umsiting av hav- og sjótilfeingi, umframt týdningin av øktum samstarvi um trygd og tilbúgving í Arktis. Í sambandi við ráðstevnuna hevði landsstýrismaðurin eisini fund við ES-nevndarlimin í hav- og f [...] Landsstýrismaðurin tók lut í samrøðu á palli við aðalstjóran í DG Mare, Charlina Vitcheva, á tiltaki við heitinum “The Arctic today”. Í samrøðuni legði landsstýrismaðurin dent á týdningin av altjóða samstarvi, [...] umboð fyri upprunafólk at viðgera viðurskifti í Arktis. Á skránni eru evni sum altjóða samstarv, burðardygg og búskaparlig menning í Arktis, avbjóðingar í sambandi við veðurlagsbroytingar, samstarv millum
Jenis av Rana, sum er limur í Uttanlandsnevndini, hevur funnist at, at nevndin ikki varð kunnað um fundin og tær avtalur, sum danska síðan tosaði um. Við Kringvarpið segði hann í gjár, at limirnir í Utt [...] og danskar myndugleikar um úrslitið av fundinum, sum danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, høvdu í Havn sunnudagin. Sambært danska ver [...] eina avtalu. Í einum tíðindaskrivi frá danska verjumálaráðnum sunnudagin stóð, at Danmark og Føroyar eru vorðin samd um, at danska verjan stigvíst skal hava størri nærveru í og kring Føroyar í samstarvi við
Í sambandi við ferðina hevur landsstýrismaðurin eisini havt fleiri aðrar fundir við politiskar samstarvsfelagar. Í gjár hitti hann danska uttanríkisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, har teir umrøddu ut [...] uttanríkispolitisk mál av felags áhuga og høvdu sínámillum kunning um aktuell mál. Harumframt hevur landsstýrismaðurin havt fund við uttanlandsnevndirnar í Løgtinginum, Inatsisartut og Fólkatinginum, har [...] kunnaði um føroysk uttanríkisviðurskifti og sjónarmið. Eisini hevur hann havt fund við verjunevndina í bretska tinginum, har serligur dentur varð lagdur á verju- og trygdarpolitisk viðurskifti, umframt
fiskivinnan er ein av stóru forðingunum fyri at fáa undirtøku í Føroyum fyri einum tættari sambandi við ES. – Avbjóðingin í Føroyum at fáa uppbakning fyri at fara í dialog við ES er, at fiskivinnan í ES-limalondum [...] 53 prosent av teimum, sum ætla sær á fólkaatkvøðu, ætla at siga ja til at taka ES-samráðingarnar uppaftur. Størsta undirtøkan er millum fólk í aldrinum 40 til 49 ár og í høvuðsstaðarøkinum. Í Eysturlandinum [...] um limaskap í ES uppaftur. Bárður á Steig Nielsen heldur, at íslendska fólkaatkvøðan er serliga áhugaverd úr føroyskum sjónarhorni, tí Ísland og Føroyar hava fleiri av somu avbjóðingum í sambandi við
- Í sambandi við arbeiðið at víðka bátahylin á Oyrarbakka, verða allir bátaeigarar bodnir til ein kunnandi fund um arbeiðið. Soleiðis siga tey í Sunda kommunu í dag. Á fundinum verður kunnað um arbeiðsgongdina [...] na og um flytan av bátum í sambandi við, at nýggju bátabrúgvarnar skulu setast upp. - Kunningarfundurin verður á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka týsdagin hin 25. august klokkan 17. Í Sunda kommunu heita
Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini høvdu heimadyst í dag. Í báðum førum gjørdist talan um tap. Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset taptu á Marienlyst [...] liðskiparanum, Gullbrandi í Horni Øregaard tapti í einum málríkum dysti 3-4 fyri Hødd. Sandnes fekk eina dreymabyrjan, tá Peder Brekke longu í sætta minutti legði teir á odda 1-0. Í seinna hálvleiki skoraði [...] Marienlyst leikvøllinum í Drammen 0-2 fyri Egersund. Strømsgodset hevði bóltin væl meira, og teir høvdu væl fleiri málroyndir enn útiliðið. Men Egersund tók av báðum málroyndunum teir høvdu innanfyri málrammurnar
farmaskipini, sum Smyril Line hevur latið bygt í Kina, hava nú verið rakt av óhappum, áðrenn tey eru komin í vanliga sigling hjá reiðarínum. Í gjár kom eldur í maskinrúmið á Skipanesi, sum tá var á heimferð [...] latið byggja sum lið í eini størri endurnýggjan og framtíðartrygging av flotanum. Skipanes er fyrra skipið, sum er handað reiðarínum, meðan Akranes framvegis hevur verið seinkað av umvælingararbeiðinum [...] sløktur eftir lítlari løtu, og eingin av teimum 23 monnunum umborð fekk skaða. Skipið var tá umleið 20 fjórðingar út fyri Taiwan. Skipanes fer nú inn á skipasmiðju í Kina til kanningar. Smyril Line sigur
Tíðindaskriv: Týsdagin var fyrsti skúladagur hjá nýggja dagbíbliuskúlanum í Kelduni, eisini nevndur BSK, í Skálafirði. 15 næmingar fara at ganga í skúla har komandi níggju mánaðarnar. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður [...] til hátíðarhaldið, og segði hann millum annað soleiðis í røðu síni: Sostatt eru tað bæði skúlin og tit, sum fara at ganga her, ið nú traðka inn í nakað nýtt og spennandi, og er felagsnevnarin, at tit tora