at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá [...] barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum [...] børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt. Góð ráð og venjingar eru at finna á www.rff.fo . Allir næmingar í 1. flokki fáa eisini aftur í ár ein flottan súkkluhjálm, og í heyst fáa
álopið í økinum nakrantíð. Í nátt skrivaði guvernørurin á Telegram, at vandi var fyri dronum í Jaroslavl-regiónini, og bert tíggju minuttir seinni var regiónin álopin. BBC veit at siga, at av trygdarávum [...] stongdur í nátt. Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, varð oljureinsiverkið í Jaroslav eisini álopið mikunáttina. Russiska tíðindastovan Tass veit at siga, at eldur eisini var í privatum [...] Í sínum álopum á Russland seinastu tíðina hevur ukrainski herurin lopið á fleiri russisk oljureinsiverk og oljugoymslur. Soleiðis var eisini í nátt og náttina fyri. Videobrot, sum síggjast á sosialum miðlum
heimasíður, og heimasíðuparturin er framvegis ein týðandi partur av virkseminum. Men í dag fyllir menning av serskipanum og appum størsta partin av virkseminum. – Vit gera ofta tekniskt kompleksar loysnir, men [...] at innhugsa menniskju í alla tilgongdina – bæði í sniðið, nýtsluna og upplivingina, sigur stjórin í Lunnar, Signar Nielsen. Síðan 2021 hevur Lunnar sett millum eitt og tvey fólk í starv um árið, og fyritøkan [...] Lunnar húsast á Heiðavegi 27 í Saltangará, har 11 fólk starvast, og í løtuni verður leitað eftir tveimum fólkum aftrat – einum mennara og einum kundaráðgeva. Tað eru fýra eigarar í Lunnar, og stjóri er Signar
- Í samband við, at ein stór partvís sólarmyrking verður í Føroyum hin 12. august, har umleið 91 prosent av sólini verður fjald, hava vit keypt brillur til íbúgvar í kommununi. Tað siga tey í Skopunar [...] kommunuskrivstovuni í Skopun frá 10. august klokkan 9. - Um sólarmyrking er at siga, at hetta er eitt náttúrufyribrigdi, har mánin kemur millum jørðina og sólina og forðar fyri ljósinum, siga tey í Skopunar kommunu [...] kommunu. Fyrrapartin í dag høvdu vit ein greinastubba úr Skálavík, har kommunan boðar frá, at tey eisini hava keypt brillur til borgararnar í sínari kommunu. Lesið eisini: Kommuna letur borgarum brillur
treytir skuldu lúkast, um tey framhaldandi skuldu taka lut í FIFA-kappingum, stendur í fráboðanini. Krøvini vóru, at ætlanin um at selja partar av teimum størstu kappingunum varð slept, og at FIFA samstundis [...] gjørdi púra greitt í fráboðanini leygardagin, at sambandið hevur mist álitið á leiðsluna hjá Gianni Infantino í FIFA. Tann støðan er óbroytt. Seint mikukvøldið viðurkendi Infantino í einum brævi frá FIFA [...] slept umstríddu ætlanini um at selja privatum íleggjarum partar av vinnuliga virkseminum kring størstu fótbóltskappingarnar. Tað upplýsir UEFA í einari fráboðan, sambært BBC Sport. Evropeiska fótbóltssamgongan
Red Barnet í Ukraina sigur í tíðindaskrivi, at eitt russiskt loftálop í vikuni rakti skrivstovuna hjá felagsskapinum í ukrainska býnum, Sumy. Sumy liggur í landnyrðingspartinum av Ukraina, og sagt verður [...] varð ein barnagarður í Kharkiv-regiónini í Ukraina raktur í russiskum loftálopum, og hetta var í einum øki, har Red Barnet hevði virksemi. [...] eru rakt í loftálopum. - Øll starvsfólkini eru óskalað, og skaðarnir á skrivstovuna eru avmarkaðir, sigur barnahálparfelagsskapurin. Álopið, sum rakti skrivstovuna, hendi í nátt, men fyrst í vikuni rakti
Í vikuskiftinum 14., 15. og 16. august verður Ljósfest aftur hildið í Vági. Tríggir dagar við tónleiki, mentan, undirhaldi og hugnaligum upplivingum fyri bæði børn, ung og vaksin. Ljósfest byrjar fríggjadagin [...] byrjar á middegi og heldur fram út á náttina. Sunnudagurin rundar vikuskiftið av við hugnaligum tiltøkum fyri alla familjuna. Í hesum leinkið sær tú alla skránna til Ljósfest 2026. Skráin verður dagførd javnan
einans kirkjurnar í Føroyum, sum hava fingið ábøtur, síðani fólkakirkjan var yvirtikin sum málsøki í 2007. Prestagarðarnar vóru ein partur av yvirtøkuni. Málsøkið hevði tá í mong ár ligið í dvala, meðan bíðað [...] Avgjørt varð í 2008 at heita á donsku fyritøkuna Bascon at gera eina støðulýsing av gørðunum. Støðulýsingin var eitt hent amboð og ein virðismikil liður í skipaðari dagføring av gørðunum. Leiðslan í fólkakirkjuni [...] er ankrað í løgtingslógini um embæti og størv í fólkakirkjuni. Ábyrgd av prestagørðunum Tað er Føroya Stiftsstjórn, ið hevur ábyrgdina av prestgørðunum. Stiftsstjórnin setti sær sum mál longu í 2008, at
fjórðing av føroysku arbeiðsmegini í 2021, tá kanningin varð gjørd. Úrslitini vísa eitt greitt samband millum kropsliga krevjandi arbeiði og pínu í lendum og nakka: Jú størri ergonomiska tyngdin var í teirra [...] knýtt at pínu í nakkanum. Hetta var galdandi bæði fyri kvinnur og menn. Heilsustarvsfólk, lærarar, námsfrøðingar og fólk í kropsliga krevjandi størvum høvdu sum heild meira pínu enn fólk í leiðslu- og [...] føroyskum arbeiðstakarum. Kanningin varð gjørd í verkætlanini Arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum løntakarum á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu undir leiðslu av Anniku Helgadóttir Davidsen og Pál Weihe. Hetta
út í lívið. Soleðis siga tey á heimasíðuni hjá Skopunar kommunu. Ein dagin í juli vitjaðu fólk, sum starvast fyri kommununa, eisini í egningarskúrinum hjá Schønning Hentze. Schønning, sum siglir í Grønlandi [...] gamal fremur. Í fjør skipaði Skopunar kommuna fyri trolskeiði. Hetta varð sera væl umtókt og fullteknað, áðrenn vikan var av. - Nógvir ungir menn og kvinnur fingu góða undirvísing og nógv gott í skjáttuna [...] segði ungu dreingirnar bæði vilja læra, og so eru teir eisini arbeiðssamir. Í vikuni, áðrenn umboð fyri Skopunar kommunu vitjaði í egningarskúrinum, høvdu eisini aðrir ungir dreingir verið og lært seg at