formanninum í Búskaparráðnum í blaðnum í gjár. Og hóast hann ásannaði, at tað enn er nakað eftir á mál, so ivaðist hann ikki í, at ein slík skipan fyrr ella seinni vinnur frama. Samgongan er ímóti Men stendur [...] tað heldur seinni enn fyrr. Tí meðan andstøðan tykist vera á einum máli um, at eitt tilfeingisgjald í onkrum formi eigur at vera fingið inn í lóggávuna um vinnuligan fiskiskap sum skjótast, so eru sam [...] Formaðurin í Vinnunevndini, Henrik Old, er tó persónliga av teirri áskoðan, at hann ógvuliga treyðugt vil vera við til at áleggja vinnuni eitt avgjald, sum kann skunda undir miðsavnina av tilfeinginum
stigum. Her er vert at leggja til merkis, at Sigrid Siversten hevur 74 stig á fjóra pláss hóast hon einans hevur luttikið í tveimum umførum. Hjá mannligu veteranunum sær tað út til, at Pól Sundskarð (Treysti) [...] er tað við at tekna seg ein mynd av, hvør fer at gerast samlaður vinnari í fleiri av bólkunum. Hjá gentum 7 ár og yngru hevur Paulina Fuglø (Treysti) vunni øll umførini, og tørvar henni bert at vinna eitt [...] óvantaða í undanfarnu viku var, at Randi Kúrberg (Bragdið) stoytti tað 4 kg tungu kúluna út á 9,10 m. Hetta er 56 cm longur enn tað gamlað metið, og her er vert at nevna at hon ikki hevur vant kúlustoyt
staðfesting av, at liðið hevur trupulleikar við at standa seg á heimavølli. Hinvegin skal eisini takast atlit til, at talan var um truplan heimadyst, og at tað tí ikki heilt so væl ber til at draga nakrar [...] vøllin ? ikki minst eftir at Ingi Højsted varð noyddur av vøllinum ? men tað var tó sjáldan, at talan gjørdist um veruligar vandastøður. Ta einu ferðina var tó um reppið, at Milan Kuljic fekk frítt skot [...] Santos at blokera royndini. Móti endanum kom VB tó nakrar ferðir nær nøkrum, sum líktist einum málkjansi, og so kom støðan, sum tosað verður um. Tann parturin endaði tó við, at B36 avgjørdi, og tó at VB tveitti
bara um at koma upp úr stólinum og fylgja við fimleikalærarinnuni, Katrin Jacobsen, sum gjørdi tað bæði stuttligt og avbjóðandi at fáa blóðið at renna eitt sindur skjótari. Heilsan má sigast at hava staðið [...] dagurin seg um at geva teimum eldru ein møguleika at hittast og hugna sær saman við einum góðum práti. Sum vera man, vóru tey fleiri, ið ikki høvdu hitt hvønn annan leingi, og sum gleddu seg til at taka tráðin [...] Uttan iva eru tær komnar at kenna hvørja aðra sera væl gjøgnum mongu brøvini, men eftir klemmunum og smílunum har á ferjuleguni í Klaksvík at døma høvdu tær báðar framvegis nógv at tosa um. Nýggj vinfólk
tol til at spæla bóltin fram eftir vøllinum. Tað sást aftur í dystinum, at TB vanligani ikki er tað liðið, ið skapar ein dyst, tá ið teir spæla í Formuladeildini, tí teir høvdu ógvuliga ilt við at verða [...] fjør stríddust um at vinna næstfremstu deildina, í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. TB og B71 brustu saman á Sevmýri, og tá ið avtornaði endaðu sandoyingar omaná, men neyðugt var at spæla í 120 minuttir [...] høgra borði til at leggja innfyri, og við handaru stong kom veteranurin Jón Johannesen tuskandi, og hann langaði bóltin í netið til 1-0. Eftir leiðslumálið var B71 fleiri ferðir nær við at javna, tá ið teir
aloftast um páskirnar, at vinnararnir verða skildir frá taparunum í kappingini um løgmanssteypið, og tó at talan í ár bert er um tvey umfør mótvegis teimm trimum, sum ofta plaga at vera á skránni um hesa [...] hesa tíðina, so er einki at ivast í, at nógvir spurningar fara at verða svaraðir. B36 er væl fyri Í bólki eitt tykist størsti spurningurin í løtuni vera, hvat lið skal fylgja B36 víðari í kappingini. Higartil [...] málið hjá B36 heilt greitt at fáa fulla úrtøku móti bæði NSÍ og FSV, soleiðis at útgangsstøðið er tryggjað undan seinasta heimadystinum móti KÍ. Klaksvíkingar fáa helst eisini sítt at síggja til. Ikki minst
æðr og ein kann hava meir at oysa av enn annar. Men einans áhaldandi tógvið stríð við form, lit, striku - ella orð, ljóð, ljós og rørslu - kann geva vónir um at náa so langt, at talast kann um list." Soleiðis [...] endaloysi. "Áhaldandi tógvið stríð" Eitt av krøvunum fyri at vera við á Várframsýningin var, at listfólkini lótu inn fleiri verk. Hetta fyri at dómsnevndin betri kundi meta, um talan var um veruligar l [...] lat upp seinasta fríggjadag vóru røddir frammi um, at framsýningin tóktist at hava mist sítt endamál úr eygsjón. Dómsnevndin hevði nevniliga umhugsað at slept framsýningini heilt ella broyta hana onkursvegna
leingi naka er at fáa. Vit gerðast minni og minni sjálvbjargnir meðan vit eru við til at menna vinnulívið í grannalondum okkara. Fyri at lýsa støðuna á ein einfalda hátt kunnu vit siga at, tá ein bóndi [...] tað sum okkara vinna fær og ótarnað fáa loyvi at dumpa yvirskotsframleiðslur inn á okkara marknað. Í slíkum førum ber ikki til at kappast og úrslitið er at tað sum vit hóðast alt kundu framleitt sjálvir [...] krónur. Hesi lond leggja stóran dent á at verða sjálvbjargin við matvørum. Orsøkin er oftast tí tey eru bangin fyri at koma í støðu har forboð ella annað avskerð tey frá at flyta matvørur inn í landið, til dømis
fáa hetta at vita, sólkíndu børnini, so eru tey fús at hjálpa børnunum hinumegin. Tey ætla at flota ein trækassa, sum tey hava fylt við gomlum skóm og hálvetnum súreplum og øðrum, tey ikki fara at sakna, [...] hava ráð at flota. Fari í staðin at keypa mær betri samvitsku frá Reyða Krossi. Ella UNICEF. Ein lítlan skáa, ið eg kann drýggja mær í øllum førum til jólini eru av. Og so vóna, at vit ikki fara at tosa um [...] víkingar og teirra minni hugnaligu siðir, segði eg til stuttleika, at tað hevði nú ikki verið so galið at havt einar tveir trælir til at vaska upp og sovorðið. Og eg fekk reaktiónina beinan veg, frá soni
skuldu fara at gera ein bólk. Men ein bassistur manglaði. Andrias fekk so fatur á Inga, sum eisini var fúsur at fara undir at spæla. Teir byrjaðu vid at jamma eitt sindur, men hildu so, at tað hevði verið [...] Vit væntaðu ikki at vinna, men vit vónaðu tad. Sjálvandi hevði tað verið stuttligt at vunnið, men vit tóku hetta ikki veruliga sum eina kapping, heldur eina konsert. Tey flestu halda, at hetta er ein eftirlíking [...] umfarið. Arni er tískil við í trimum av fýra finalubólkum, og hetta mann tykjast at vera heldur sjáldsamt. Í skemti var sagt, at um Arni gjørdist sjúkur, so mátti finalan útsetast. - Vit vita heilt einfalt