hjálp -at hjálpa menniskjum, ið eru illa stød av rúsdrekkaávum -at fyribyrgja, at fólk misnýta rúsdrekka og onnur rúsandi evni -at virka fyri eini rúsfríari lívsáskoðan og rúsfríum umhvørvi -at boða g [...] ta treyt, at tey skulu vera avhaldandi. Í Føroyum ger felagsskapurin tað, at ferðast verður runt til skúlarnar, har næmingarnir fáa møguleikan at gera sonevndar rúsfríar avtalur. Avtalan er, at ungdómurin [...] Grønulíð, sum er beinleiðis knýttur at Blákrossheiminum í Lynggøtu. Ásbjørn Jacobsen ger vart við, at Blái Krossur Føroyar og Blákrossheimið eru skild hvør frá øðrum soleiðis, at tey hava hvønn sín roknskap.
fara at spæla nógv í steypakappingini, so sigur tað seg sjálvt, at tað hevði verið torført at fingið avtalur um venjingardystir hjá okkum. Tí er tað kærkomið, at bólkaspælið í steypakappingini so at siga [...] men leirvíkingar tóktust sunnudagin ikki at hava lagt stórvegis í at fyrireika seg til steypadystin. Royn?ÍF 0?2 Í síðstu viku nevndu vit, at hesin dysturin fór at verða spældur á Tvøroyri ella í Vági. Fyrri [...] millum mest uppløgdu evnini at telvast um uppflyting í bestu deildini. Hvørki á Tvøroyri ella í Fuglafirði munnu teir rokna við, at teirra lið hevur nakran serligan møguleika at røkka so ógvuliga langt í
eg ivist einki í, at tað er góður møguleiki fyri, at hann fer at teljast millum teir fremstu, tá kappingin verður liðug leygardagin. Í fjør var tað kostnaðarmikið hjá John Rødgaard, at hann ikki stóð seg [...] fremstu, men tað eydnaðist honum ikki at vinna. Og soleiðis er tað møguleiki fyri, at tað fer at enda hjá Heina hesa ferð, sigur kappingarstjórin, sum letur væl at kappingini. ? Tað hava ikki verið nógvir [...] Rødgaard vann FM í fyrra árið, og at Heini Olsen vann FM í fjør. Tá Heini Olsen vann kappingina í Klaksvík í fjør, var tað m.a. tí, at honum eydnaðist tíðliga í kappingini at vinna á John Rødgaard, sum ikki
minuttum eftir, var líkt til at dysturin nú var avgjørdur. Vestmenningar megnaðu tó enn einaferð at koma upp á javnt, men seinasta málið var skotið, tá bert fá sekund vóru eftir at leika, og tá vóru áskoðararnir [...] vanliga gera, men tað var serliga í álopsspælinum, at dysturin var vunnin hesu ferðina. So at siga hvørja ferð, farið varð í álop, var tað við stórum umhugsni at bólturin varð tveittur millum leikararnar. Var [...] ferðin, at liðini skuldu bresta saman, og ongantíð hevði munurin verið størri enn tvey mál, tá avtornaði. Fyrru hálvfinaluna vann Kyndil við einum málið, 25-24, so hjá VÍF var tvingandi neyðugt at vinna
gerandisdagin hjá børnunum: At allir næmingar føla seg “heima” í onkrum. At allir næmingar hava møguleikan at finna eitthvørt, sum tey eru góð til. At allir næmingar hava møguleikan at skapa góð minnir. Hetta [...] týdningarmest er, at talan er um eina greiða hugburðsbroyting, har miðvíst fokus er sett á, at skapa góð minnir á so nógvum ymiskum økjum sum tilber, soleiðis at øll hava kensluna av at eydnast. Innihaldið [...] tey ungu skulu fara ígjøgnum fyrstu árini við einari kenslu av, at tey eru partur av einum felagsskapi, at tey eydnast sum menniskju, og at tey trívast og mennast. Í Vági hava vit sett inn á fleiri økjum
síðani bara vundið uppá seg, soleiðis at tað nú er mestsum hvønn sunnudag, greiðir Hans Erik Hansen frá. Og hann leggur aftrat: - Sjálvur haldi eg, at tað er gott, at gudstænastan eisini kann vera samanhald [...] boðað, soleiðis sum tað var skrivað og sligið fast í endamálsorðingini frá 1936, - at ein her skal luttaka í arbeiðinum at breiða Guds ríki út, og styrkja samfelagslívið her á kirkjuligari grund. Og tað er [...] Øravík varð vígt. Umframt tað at hetta var tað fyrsta av sínum slagi, so er hetta haraftrat einasta bønhúsið, sum er bygt í Føroyum eftir trúbótina. ##med3## Leggjast kann aftrat, at seinni eru eisini gamli
saman við Grønlands Nationalmusseum. Niðurstøðan var, at standurin er so ringur, at best er at rudda økið og burturbeina støðina. Mett varð tá, at tað hevði kostað um 23 milliónir. Síðan tá er einki ordiliga [...] útspæli úr Grønlandi um, hvussu umhvørvismyndugleikarnir ætla at grípa uppruddingina an. – Í hesum viðfangi er týdningarmikið at gera sær greitt, at landsstýrið hvørki er umhvørvismyndugleiki í Grønlandi ella [...] an. – Yvirskipað er landsstýrið av tí fatan, at uppgávan at fremja uppruddingina liggur hjá grønlendsku myndugleikunum. Landsstýrið hevur ikki heimild at fremja upprudding á privatari ogn í einum øðrum
Fram var ímóti Fleyr. Nú var roknað við, at Fram fór at taka seg rættiliga saman, men tað vísti seg, at teir vóru ikki betur henda dagin. Úrslitið av dystinum var, at Fleyr vann 2-1. Úrslitið var rættvíst [...] gjørdu at teir ikki fingu loyvið til at leika hana sunnudagin. Ein av leikarum hjá ÍF fekk av persónligum ávum ikki leikt finaluna sunnudagin, og ÍF valdi tí at trekkja liðið úr finaluni. Av tí at Fleyr [...] øll liðini við, og tí kundi roknast við spennandi kapping. Hjá monnunum varð roknað við, at Fram og Mjølnir fóru at gera bart, men tað gongst ikki altíð sum væntað, heldur ikki í flogbólti. Fyrsti dystur
granskaraforvitni - heftur at spurninginum um demokratiska inklusión av tilflytarum í Føroyum. Og so heldur hon, at granskingargrundað vitan er lykilin til at skapa menning. - Fyri at skapa eitt samfelag, har [...] Holm og leggur aftrat, at henda granskingin varpar ljós á viðurskifti, ið tað ber til hjá myndugleikum og arbeiðsgevarum at gera nakað við. - Vit eiga eisini at brúka vitanina til at menna gransking á nevndu [...] kvalitativ, og høvundurin kemur tætt at ymsum máltakarum, sum arbeiða á fiskavirkjum og í reingerðarstørvum í Føroyum, og fær innlit í bakgrund, lívskor og royndir teirra at navigera og finna seg til rættis
Torshavn.fo At átakið er skipað sum ein íverksetaradíkjari, merkir, at verulig ferð verður sett á at menna verkætlanirnar hetta tíðarskeiðið. Luttakandi verkætlanirnar fáa sjey skraddaraseymaðar vikur [...] flestu býum við samanbera okkum við. Tað haldi eg, at vit skulu royna at halda fast í. Vit skulu vera vit, og tí er tað so ómetaliga umráðandi at áhaldandi menna okkum og okkara serføroysku tilboð til [...] harumframt høvi at luttaka á spennandi verkstovum við undirvísing, framløgum og netverkan. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setti móttøkuna. Hon kom m.a. inn á týdningin av at menna ferðavinnuna