liðini skiftust um at verða frammanfyri, so var tað Kyndil, sum fótaði sær fyrst. Strandingar høvdu ilt við at fáa bóltin í málið og høvdu harafturat trupulleikar við at fáa spælið at hanga saman. Tað var [...] Nummar eitt móti nummar tvey, og tí kundi ein vænta at munurin ikki fór at vera so stórur. Men tað var hann kortini og orsøkin var heilt einfalt tann at spælið hjá Kyndli var meira samanhangandi enn tað [...] orsøkin til at Kyndil fór til hálvleiks við greiðari leiðslu upp á 15-9. Kyndil helt tørn Í seinna hálvleiki ráddi meira um hjá Kyndli at halda tørn enn nakað annað. Tær eru vælvitandi um, at StÍF uttan
ikki fyrrenn tað bara manglaði ein minuttur, at sigursmálið kom. At tað hóast alt kom ber boð um, at breiddin er stór hjá KÍ, og at venjingarstøðan er góð. Fyri at styrkja álopspartin var Olgar Danielsen skiftur [...] Thorsteinsson á høgra vongverja, vóru vónbrotnir, og tað er einki at siga til, tá havt verður í huga, at teir fyri aðru ferð í fimm dagar so at siga mistu á stokkinum. B71-KÍ 1-2 (0-1) 0-1: Kurt Mørkøre 37 [...] Skalt tú vera við í toppinum, so vísir tað seg, at tú skalt fáa stig hvørja ferð, og tað vil siga, at tú skalt eisini fáa stig og helst vinna, tá tað ikki gongur nakað serligt. Veteranurin og stóri málslúkurin
próvtølini givin. Siga vit, at landsstøðið eitt ár er vánaligt, so er eitt 11-tal kanska bert eitt 8-tal og eitt 6-tal bert eitt 03!! Hetta kann føra við sær, at støðið lækkar hvørt ár. . At støðan í fólkaskúlanum [...] bókliga linju og eina praktiska (handverksliga) linju uttan at dottið í somu veit sum fyrr, at hesi vórðu meira ella minni forsømd. Eg haldi, at tað hevði bøtt nógv um tilelvingina (motiveringina) hjá næmingunum [...] Petur Hans Dahl Fyri fyrst at lýsa støðuna tá, lat meg so siga, at hugburðurin var ein heilt annar, námsfrøðin var ein onnur, virðingin fyri lærarunum var ein onnur, og innlæruhátturin var eisini nógv
er deiligt at sleppa at royna okkurt annað. Tí gleða vit gleða okkum sera nógv til at koma til Føroya at spæla. Tað var fantastiskt at spæla í Føroyum seinast, so vit eru sera spentir til at koma aftur [...] eisini gott frá tí mesta. Frá at nevna Hitler og »heil« í fólkavognssanginum og frá at syngja um sexchikanu, slikkipinnar, heimabryggj, kannibalar, fíggjarsvik. Ja sjálvt frá at kopiera reglur úr tjóðsanginum [...] - Vit fara at spæla somu sangir, sum vit vanliga spæla í Danmark, tá vit koma til Føroya. Seinast upplivdu vit, at føroyingar kendu allar okkara sangir. Tá vistu vit faktiskt ikki av, at føroyingar kendu
Havi ongantíð havt eitt motto at taka fram sum vegvísara. Men tá eg hyggi í bakspeglið, so síggi eg, at eg havi verið ómetaliga privilegeraður at havt møguleikan fyri at gera hvat eg havi haft hug til [...] seld, at eg “beit á” – tað havi eg ikki angrað! Hvat dámar tær í Grønlandi? - Grønland er lætt at dáma. Hettar er eitt risastórt land við eini stórslignari náttúru. Eg kann fara út við báti at skjóta [...] eg kom higar var ætlanin at eg sum nakað av tí fyrsta, skuldi royna at læra grønlendskt. Men arbeiðið hevur fylt nógv, og samstundis eru fólk her eru so væl fyri á øðrum máli, at eg altíð kann vera við í
ber sjálvsagt ikki til at lýsa allar ferðamøguleikar her á tveimum blaðsíðum. Flestu ferðandi velja at ferðast í Suðursvøríki, har veðrið ofta er gott, umframt, at tað er lætt at koma til, bæði úr bæði [...] Ránsmansdóttir. Lætt at ferðast Tað er lætt at koma runt í Svøríki. Vegirnir eru góðir, og gistingarhús liggja framvið teimum stóru motor-vegunum. Hægst loyvda ferðin er 110 km/t. Tað er bíligt at ferðast við toki [...] ting úr glasi. Ofta er tað bíligari at keypa beinleiðis frá teimum, sum gera tað sjálv, enn í handlum aðrastaðni. Kostnaður: Kostar einki at hyggja, men sjálvandi at keypa. Heimasíða: www.glasriket.se
framvegis mót upp á at keypa sær ein nýggjan bil. Eg haldi, at fólk raðfesta bilin høgt í húsarhaldinum. Tey vilja hava ein góðan og nýggjan bil at koyra í, og tey hugsa eisini um, at nýggju bilarnir eru [...] Arge heldur, at tað gongur hampuilga væl at selja teir eisini. Sølan fer at minka aftur Bæði stjórin hjá P/F Meinhardt Arge og Reyni Service siga seg ivast í, um vøksturin í bilasøluni fer at halda sær alt [...] bilasøluni. Tað er sera trupult at meta um bilasøluna, men eg stúri fyri, at sølan fer at minka restina av árinum. Vøksturin, sum var fram til august mánað, fer neyvan at halda sær alt árið, sigur Eivind
við at fáa sítt egna radiotól, og tað dámdi honum einki, at hann ikki gjørdist tann fyrsti. Hann klagaði til politiið um, at radio hjá M. C. órógvaði telegrafstøðini, og M. C. fekk forboð ímóti at brúka [...] Hann klagaði ikki og helt, at hetta var nakað, sum hoyrdi til bakarayrkið. Fyri ikki at virka erkvisin, segði hann ongantíð nakað. Men at enda gjørdist hann kortini so vánaligur, at hann fór í songina. Hann [...] til Bø at ferðast til ommuna og abban. Tá var M. C. so ringur í sjóverki, at hann í ramasta álvara bað beiggjan blaka seg fyri borð. Men annars var tað eitt ævintýr hjá hesum havnardreingjum at koma til
og hann fer bert at økjast í hvørjum. Henda støða leggur eina sera stóra ábyrgd á allar fjølmiðlar í framtíðini, og vit fara at leggja alla orku í at liva upp til hesa ábyrgd. Vit fara at reka okkara mi [...] medvirkandi til grundleggjandi at broyta Føroyar. Tað var í hesum jørðildi, at rótin rann, og rætt skal vera – tann ungi Tingakrossur hevði havt nakað av tí sama – hetta at reka ein sosialt kritiskan [...] Hetta merkir, at blaðið við støði í skrivi- og talufrælsinum skal at reka óheftan og álítandi tíðindaflutning og annað kunningarvirksemi. Í tíðarinnar anda fevnir uppgáva okkara eisini um at reka og menna
Sudarat. Eg hevði als ikki væntað at eg fór at vinna. -Men tá eg so fekk at vita í gjár - t.v.s. mikudag - at eg hevði vunnið, so gjørdist eg ordiliga glað. Eisini hini Hetta at tekna er ikki nakað nýtt hjá [...] . Hon fortaldi flokkinum at nú var ein teknikapping útskrivað og at øll sum vildu, kundu senda inn tekningar til hesa. -Eg valdi so at senda eina tekning inn. Og eg haldi, at nógv onnur í flokkinum gjørdu [...] hvat munnu tey í dómsnevndini fara at siga til eina slíka tekning? Men dómsnevndin hjá Býarbókasavninum var kortini samd um, at mynd hennara var sera vøkur. So vøkur, at hon vann eina av fimm heiðurslønum