dekkarar. Til Shell Men hugurin var at koma heim aftur á klettarnar. Í 1986 kemur Heini at arbeiða fyri Shell. Tá var Hjarnar Djurhuus stjóri. Tað skal verða sagt beinanvegin, at Hjarnar gevur Heina sítt besta [...] Magn. Á tí tekniska økinum broytist eisini alt so skjótt, at ein skal vera kvikur fyri at kunna fylgja við. Men starvsfelagar hjá Heina siga, at hetta dugir hann væl. Ein stórur partur av tí, hann lesur [...] oljudálkingina á Havnarvág heldur Heini, at bøturnar eu alt ov smáar. Skip, sum dálka, sleppa ofta bert við at gjalda rokningina fyri upptakið. Heini sigur, at Shell hevur verið eitt gott arbeiðspláss
ur Tað er sjálvsagt áhugavert og rætt at seta sær spurningin um tað ikki er gjørligt at náa sama endamáli við at ganga aðrar leiðir enn ES-limaskap – t.d. við at fara inn í EFTA. EFTA er ein fríhandil [...] gjørligt at fáa limaskap í EFTA við EBS-avtalu, so er væl gjørligt at gerast limur í ES við fullum rættindum og við neyðugum undantøkum – eins og Áland. Í míni verð er eingin ivi – vit eiga at velja at tað [...] búgving. Endamálið er at altjóðagera útbúgvingarverkið og at Evropasamveldið skal mennast til ein framkomnan vitanardepil innan útbúgving, ið ger Evropa til eitt lokkandi stað at útbúgva seg og virka í
Handverksmeistarafelag hava at vita, hvussu Vágatunnilin er komin til ta niðurstøðu, at tað, samanumtikið, er til størsta frama fyri byggiharran at J&K Petersen fær arbeiðið at gera vegirnar í sambandi við [...] formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, sigur, at fyribils er støðan óbroytt. Hann sigur, at tað einsta, sum Føroya Handverksmeistarafelag vil tryggja sær, er at tað er rætt farið fram í hesum máli. ? Og tað [...] heft seg við, at Byggitek er í veikara lagi fíggjarliga. Plaga byggiharrar at kanna slík viðurskifti, áðrenn feløg verða boðin uppí eina innbodna lisitatión? ?Eg havi ongantíð hoyrt um, at tað ikki verður
í ár. Eitt álop á so skitnum støði, at blaðstjórin átti at verið koyrdur í Føroya Blaðmannafelag. Møguliga er tað skeivt av mær at skriva hesar reglur, tí at royna at broyta eina stinkandi kloakk, sum [...] spott«. Fyri at eingin misskiljing skal koma í, vil eg leggja dent á, at hesar reglur eru skrivaðar av mær sjálvum, og eg taki alla ábyrgdina. Blákrossheimið hevur einki sum helst við hetta at gera. Eg eri [...] eri so vanur við at fáa lortabyttur í bløðunum, eg taki tað sum ein heiður, um Dan kemur við eini byttu meira ella minni eftir mær. Eg eri púra immunur. Men rokna ikki við, at eg tími at svara. Og læt so
Umframt vágbingar og HB eru tað bara toftamenn, sum mugu metast at hava møguleika at vinna FM. Teirra møguleiki er tengdur at, hvussu tað fer at roynast hjá HB og VB . B68 avrikið ímóti Sumba var ikki serliga [...] hevur verið oddalið síðani undan summarsteðginum. Fleiri ferðir hevur verið at hoyrt, at teir hava verið hepnir at vinna, sjálvt um spælið ikki altíð hevur verið tað besta. Soleiðis gongst tað ofta hjá [...] størri, enn hon plagar at vera, tá klaksvíkingar hava vitjað á Eiðinum. VB vann torføra heimadystin ímóti KÍ. Tað sær út til, at vágbingar hava fingið tað snittið, sum oddalið plaga at hava. Teir vinna eisini
semjuna, sum gjørd er um hesar bygnaðarbroytingar, fyri søguliga. Men eg fari tó at loyva mær at ivast í, um søgumenn fara at kalla hana søguliga í orðsins rætta týdningi. Men hon er tó rættiliga søgulig [...] Høgni Hoydal leggur okkum undir at dusa okkum í ótryggleika fyri at forkoma skilagóðum politiskum ætlanum. Og so fáa hansara fyrrverandi starvsfelagar eisini eitt høgg fyri at geva okkum fríar mikrofonir og [...] politiska tíðarskeiðið, føroyingar vita um. Tað er rætt, at tað vóru nógv rokmál, men tað er eisini rætt, at tá vóru verulig politisk ódnartøk tikin fyri at halda skinnið á nøsini. Hetta málið, sum tit sita við
til Scillyoyggjarnar ísenn. So tað ræður um at gera skjótt av, um ein hevur hug at vitja, tá føroyingar næstu ferð fara at kapprógva. Ella kanska onkur ynskir at síggja sólarmyrkingina tann 11. august 1999 [...] skjótari fram. Orsøkin var tann, at tollbátarnir høvdu við lóg tryggjað sær, at vanligu bátarnir undir ongum umstøðum máttu rógva skjótari enn teir sjálvir, um illgruni var um, at smuglaragóðs varð ført til [...] gjørdi av, at øll, ið ikki høvdu arbeiði sum 11 ára gomul, vórðu noydd at flyta burtur. Genturnar fingu sum oftast arbeiði sum tænastugentur, meðan dreingirnir fóru í enska flotan. Men av tí, at August Smith
ongantíð stuttligt at byrja ein dyst við at skula taka eitt brotsspark og forða fyri, at 1-0 verður til 2-0. Einki lært Í Føroyum verður altíð sagt, at vit eru bert 45.000 fólk, og at vit ikki skulu vænta [...] n um, at »vit eru við fyri at læra« er tíbetur langt síðani lagdur á hillina, men í dystinum móti Estlandi sá ikki út til, at føroyingar høvdu lært nakað sum helst. Føroyska landsliðið eigur at kunna vinna [...] fyritreytunum undan dystinum. Venjarin er ikki kendur fyri at tora væl at geva nýggjum spælarum kjansin, men hesa ferð slapp Sámal Joensen so at byrja inni fyri Magna Jarnskor. Jákup Mikkelsen fekk endiliga
nar tungar at syfta í høllini vesturi á Eiðinum, men tað merkti VÍF einki til, tá tær vóru í Vági sunnudagin. VÍF vann 34-17 eftir at hava verið á odda 16-4 í hálvleikinum. Tað má sigast at vera illa [...] Venjarin hevur longu sagt, at venjingin byrjar longu í januar, og tað verður fýra ferðir um vikuna, og roknast kann við, at fleiri av teimum, sum nú spæla hondbólt við VB, eisini fara at spæla fótbólt. Hetta [...] so VB-kvinnurnar skulu sleppa undan at ferðast so ofta, men Eyðbritt Krosslá heldur ikki, at hetta er nøkur góð loysn ítróttarliga. ? Kappingin er løgd soleiðis, at vit spæla tveir dystir, hvørja ferð
hvussu tað var, ikki at kunna heilsa ella nikka til fólk, ið ein hitti, tí tey vóru hinumegin markið. Markið millum eystur og vestur. Tann løgna kenslan, at báðir partar vóru líka við at heilsa, men síðani [...] er av og aftur er gjørligt at hyggja í eyguni á fólki, ið ein hittir, og sum eisini er vanlig mannagongd manna millum. Vandin fyri at verða avhoyrdur, ella skuldsettur fyri at hava samband við fíggindan [...] fyri almenninginum. Hann fegnaðist at vit, tíðindafólk, nú kundu halda til í hølunum. Eingir hernaðarligir loynidómar vóru í hølunum longur. Ein freistaðist at hugsa, at kanska høvdu teir ongantíð verið